Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Saman við Hans Kristiani Simonsen fer Martin Poulsen í morgin til Dubai at luttaka í sera sterkari kapping, har olju- sjeikur tekur stóran til FØROYAMEISTARIN Í TALVI Jóannes Hansen 27. januar fylti hann 20 ár. Men hann hevur longu vunnið FM tvær ferðir. Tað er Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag, sum vit tosa um. Hann liggur ikki á løtu síðuni, nú hann hevur vunnið FM í talvi. Í morgin fer hann av landin- um. Saman við honum er talvvinmaðurin Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði. Teir báðir eru á veg til Dubai, har teir skulu luttaka í altjóða kapping. Talan er um rættuliga sterka kapping. So sterka sum teir báðir ongantíð áður hava luttikið í. – Eg kenni ein telvara úr Usbekistan, sum eitur Sergei Kayoumov. Vit lut- tóku saman í kapping í Ungarn nakað herfyri. Pápi hansara er stórmeistari, og mamman er talvvenjari. Hesin Sergei hevur syrgt fyri, at Hans Kristian og eg sleppa upp í part í sterku kappingini í Dubai. Um tað bara vóru styrkistølini, ið gjørdu av, hvør skuldi luttaka, so høvdu vit ikki sloppið við. Men vit hava fingið ágóðan av góða sambandinum hjá mær, sigur Martin Poulsen. Bitin av talvi Martin var ellivu ára gam- alur, tá ið hann lærdi mannagongdina. Stutt eftir fór hann at ganga í Havnar Telvingarfelag, og síðani tá hevur hann ment seg skjótt og gjørt nógv við telving- ina. – Eg sleppi ikki undan at siga, at eg eri púra bitin av talvinum. Hesar síðstu mánaðirnar havi eg brúkt alla mína tíð til telving. Eg havi verið við í trimum kappingum í Ungarn, kapp- ing í Onglandi og Wales, NM, kapping í Týsklandi og nú í FM kappingini. Hvussu hongur hetta saman fíggjarliga? – Størsti og besti stuðulin hjá mær í telvingini er pápi mín, sum fór í Mexikanska flógvan í arbeiðsørindum, meðan vit telvaðu FM á Toftum. Um hann ikki hevði víst so stóran áhuga og stuðlað mær so væl, so hevði hetta ikki borið til. Eg gekk við posti, áðrenn eg gjørdi av eitt skifti at nýta alla tíðina til telving. Postfelagið hevur stuðlað mær nakað. At hava góð sambond ber við sær, at tað ikki altíð kostar so ógvuliga nógv. Í Dubai skulu vit rinda 35 dollarar um dagin fyri at búgva á góðum gist- ingarhúsi, og ferðin er ikki so dýr. Men tú gerst avgjørt ikki ríkur av at telva, sigur Martin Poulsen og so leggur hann afturat: – Teir bestu fáa nógv burturúr í Dubai. Eg veit ikki, hvussu stórar virðis- lønirnar eru, men eg havi frætt, at oljusjeikurin, sum er vertur, hevur tikið rívan til. Hvat rokna tit við at fáa burturúr í Dubai? – Hans Kristian og eg báðir hava lægstu styrkis- tølini, so tað verður torført. Men vit hava gott mót. Tað er stórur fyrimunur, at vit eru tveir. Harvið kunnu vit stuðla hvørjum øðrum í fyrireikingunum. Tað hava vit roynt eina ferð áður. Í 2002 luttóku vit í kapping í Spania. Tað royndist so væl, sum tað ikki hevur gjørt fyri ella síðani. Ta ferðina høvdu vit ikki nóg nógvar heilt góðar mót- støðumenn. Tað vóru fýra IMarar í kappingini. Um ein hevði verið afturat, so hevði eg fingið ein IM. Venjingin Dyggastu talvvenjingina fær Martin Poulsen framm- anfyri telduna. Hann hevur eitt talvprogramm, sum sigst vera tað besta, sum er til. Martin situr fleiri tímar hvønn einasta dag framm- anfyri telduna. Tá ið vit spyrja, hvør hevur verið besti venjarin hjá honum, so sigur Martin, at hann var ikki farin at telva, tá ið stórmeistararnir Predrag Nikolic og Ivan Sokolov fyrrapartin av níti árunum vóru fleiri ferðir í Føroyum. – Fyri stuttum var eg í Keypmannahavn og vandi hjá Arthur Youssupov. Hann er ættaður úr Russlandi og býr nú í Týsklandi. Hann sigst vera ein tann besti talvvenjarin í heiminum. Eg var bara saman við hon- um nakrar fáar dagar. Eg haldi, at fatanin fyri spæl- inum víðkaðist ikki so lítið av at vera saman við hon- um. Men tað er sjálvandi avmarkað, hvussu nógv fæst burturúr, tá ið talan er um so stutta tíð. Martin Poulsen hevur áður verið unglingameist- ari. Fyrsta ferðin, at hann luttók í landsliðsbólkinum, var í 2001. Tá endaði hann á tíggjunda og aftasta pláss- inum. Síðani endaði hann á fimta plássinum, og nú hevur hann vunnið FM tvær tær seinastu ferðirnar. Næstu tvær vikurnar fæst at síggja, hvussu tað fer at hilnast hjá Hans Kristiani Simonsen og honum í sterkari kapping í Dubai. Nr. 70 • hósdagur • 14. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Meistarin á veg til Dubai Saman við Hans Kristiani Simonsen fer Martin Poulsen í næstum til Dubai, har teir báðir skulu taka lut í sterkari kapping Mynd: Faroechess.com 19 18 Nr. 70 - 14. apríl 2004 Um vikuskiftið verða ymisk tiltøk í KFUM og K í Klaksvík, sum enda við sangfagnaði í Christianskirkjuni leygarkvøldið, har eitt sankór við fleiri enn 200 luttakarum fer at syngja MØTIR OG SANGUR Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo Leygardagin verður song- venjingardagur í KFUM og K í Klaksvík. Um 200 fólk, bæði nýggir og gamlir sangarar, hava teknað seg. Tað er Jóhanna Johanne- sen í Klaksvík, sum hevur tikið stig til stóru songvenj- ingina. – Lovsongur hevur altíð havt stóran týdning fyri samkomuna, og hava vit tí gjørt av at royna at savna øll tey, ið syngja og hava sungið í kóri gjøgnum ár- ini, sigur Jóhanna. Við hjálp frá góðum kreftum eydnaðist at fáa upplýst nøvnini á teimum kórleiðarum, ið hava verið og nøvnini á teimum, ið hava sungið við í skiftandi kórunum hjá KFUM og K í Klaksvík. Ætlanin er at samla øll í eitt stórt felagskór, har hvør kórleiðari leiðir ein sang frá tí tíðini, hann ella hon hevði sangkór. Eisini fólk, sum búgva uttanlands, hava teknað seg til songvenj- ingina. Ein kona, sum er búsit- andi í Keypmannahavn, ringdi til Jóhannu og segði, at hon ætlaði at taka ferða- taskuna við til arbeiðis fríggjadagin, so hon kundi fara beinleiðis úr arbeiði á flogvøllin og heim. Umframt songfagnaðin leygarkvøldið, verða eisini møtir hildin í KFUM og K. Møtini byrja fríggjakvøldið og halda fram til sunnu- dagin. – Vit royna at skapa eina samkomu, har øll kenna seg væl. Slík vikuskifti eru bæði uppbyggjandi og savnandi. Vit gleða okkum at síggja so mong sum gjørligt til møtini, sigur Tummas Pauli Mýri, ein av ungu leiðarunum hjá KFUM og K í Klaksvík. – Tað gongur hevur gingið sum rótasúpan á feltinum og millum línumenn, at nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø hevur út- skrivað einum garna/línuskipi eitt sonevnt bankaloyvi, sigur Tórbjørn Jacob- sen, løgingsmaður FYRISPURNINGUR Eirikur Lindenskov – Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna um nak- að fiskiloyvi er útskrivað yvirhøvur síðani verandi samgonga varð skipað? Hendan spurning vil Tórbjørn Jaocbsen, løg- tingsmaður Tjóðveldis- flokkin, hava Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharra, at svara sær á tingfundinum í dag, 14. apríl. Tórbjørn Jacobsen sigur, at tað hevur gingið sum rótasúpan úti á feltinum og millum línumenn, at nýggi landsstýrismaðurin í fiski- vinnumálum hevur útskriv- að einum garna/línuskipi eitt sonevnt bankaloyvi. T. v. siga loyvi til at veiða á Føroya banka umframt tey loyvi, sum skipið hevur frammanundan. – Fyrispurningurin verð- ur settur fyri at landsstýris- maðurin skal fáa møgu- leikan at avsanna upp- áhaldið, um eingi er í hesum tosi, sigur Tórbjørn Jacobsen. – Men váttar lands- stýrismaðurin hinvegin, at hann hevur útflýggjað eitt loyvi, sum vælsaktans økir um fiskidagatalið og veiði- trýstið, í mun til avgerðina hjá løgtinginum eftir ólav- søku seinasta ár, so mega tingmenn fáa at vita, hvørjar orsøkirnar eru til at framíhjárættindi nú knapp- liga skulu galda fyri ein- støk skip og reiðarí, sigur Tjórbjørn Jacobsen. Spurningarnir, sum tjóð- veldistingmaðurin setir fiskimálaráðharranum eru soljóðandi: 1) Kann landsstýris- maðurin vátta ella avsanna um nakað fiskiloyvi er út- skrivað yvirhøvur síðani verandi samgonga varð skipað? 2) Um so er at nakað loyvi er útskrivað, hvat slag av loyvi er talan tá um og í hvørjum bólki, sambært § 28 í lógini um vinnuligan fiskiskap, var hetta loyvi latið? 3) Um so er at nakað loyvi er útskrivað, hvørjar orsøkir lógu tá til grund fyri avgerðini um at út- skriva viðkomandi skipi/- skipum loyvi? 4) Um so er at nakað loyvi er útskrivað, hvørjir persónar í Fiskimálaráðn- um hava tá undirskrivað loyvi áðrenn tað varð út- flýggjað viðkomandi mót- takara? 5) Um so er at nakað loyvi er útskrivað, er samlaða fiskidagatalið og harvið veiðitrýstið tá økt í mun til viljan hjá Føroya Løgtingi? Tobbi spyr um fiskiloyvi Sangfagnaður í Christians- kirkjuni Leygarkvøldið klokkan 19, fer eitt stórt sangkór, mannað við fleiri enn 200 sangarum at syngja í Christiankirkjuni. Hetta er helst størsta sangkór, ið nakrantíð hevur sungið har Savnsmynd Hesir hava gjøgnum tíðirnar verið kórleiðarar í KFUM og K í Klaksvík: Elsebeth Reines Hals 1960-1961 Hans J. Glerfoss 1961-1962 Tórður Andreassen 1962-1963 Páll Sólbjørg 1963-1975 Eiler Samuelsen 1978-1985 Meinhard Bjartalíð avloysti Eiler av og á Óli Marner Christiansen havt kór frá um 1990 Ólavur Johannessen 1982-1997 Eyðbjørn Jacobsen 1997 og frá 2002 Tummas Pauli Mýri hevur havt kór frá 2002 C M Y K 18 Vinnuskeið Endamál ALV kann verða tín lopfjøl út á arbeiðs- marknaðin. Vit kunnu styrkja um títt sjálvsvirði og -álit. Verða við til at finna tær rætta plássið í jungluni av arbeiðs- møguleikum. Endamál Tilboðið hevur til endamáls at geva arbeiðstarnaðum fólki, møguleika at upplærast at útinna t.d. lættari handverk. Málbólkur - Rørslutarnað - Fólk við lættari sosialum trupulleikum - Fyritíðarpensionistar - V.m. Atlit skulu verða til at umsøkjarin kann klára seg á arbeiðsmarknaðinum. Málbólkur - Avlamis pensionistar - Fólk undir forsorg - Rørslutarnað - Lættari psykisk sjúk - V.m. Tilfar og umsóknarbløð fáast við at venda sær til Sjálvsognarstovnin ALV! Sjálvsognarstovnurin ALV Smiðjugerði 6, kj. Boks 301 110 Tórshavn Tlf.: 35 00 70 Fax: 35 00 71 t-post: alv@alv.fo Verkstað Eindir: Margfaldstovan - Køkurin Handlistastovan - Træverkstaðið Eg vil víðari í lívinum... hmm...hvat við verkstaðnum ella vinnuskeiðnum hjá ALV?? Høng Gymnasium og HF www.hoeng-gymhf.dk tlf.:+45 5885 2636 Á Høng Gymnasium hendur tað eisini naka, tá ið klokkan hevður ringt út Gymnasium og HF – skeið við kostdeild. Ring ella hygg á heimasíðu okkara.