Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-22, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. februar 2013síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Fríggjadagur 22. februar 2013 · Nr. 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Vit raka ikki málið A-landsliðið Fótbóltur Føroyar tapti í gjár 2-0 fyri U23 landsliðnum hjá Thailandi. Føroyska liðið hevði bóltin lutfaldsliga nógv, men tað var lítil broddur á álopinum, sum at síggja til ikki rakti málið hjá Thailandi eina tí einastu ferð Tróndur Arge Dysturin varð spældur í nógvum hita í Bangkok í Thailandi. Vertirnir skoraðu tvær ferðir í fyrra hálvleiki, meðan okkara ikki vóru neyvir í álopsspælinum. Thailand kom á odda eftir horna­spark, og ein av thailendsku spæl­arunum var fyrstur á og kundi heldur ótarnaður seta innaru síðu á. Thailand hevði eisini ein møguleika at økja, tá Gunnar Nielsen misti bóltin í fimm metrinum, men bólt­ urin endaði á stongini. Stutt fyri hálvleik hevði føroyska landsliðið nøkur góð og væl spæld álop, men tað eydnaðist ongantíð at fáa veruligt skot á. Eftir ein slíkan møguleika fór Thailand í mótálop. Tað endaði við, at nummar 14 bleiv púra leysur og skoarði. Í seinna hálveiki mundi okkara hava yvirtakið, men tað eydnaðist ikki at umseta fleiri vandamiklar støður til vandamiklar møguleikar. Serliga var tað upp á deyðbóltar, at okkara vóru nær við. Føroyska liðið gjørdi eisini fleiri útskiftingar í seinna hálvleiki. Millum teir, ið komu inn vóru Karl Løkin, Pól Jóhannus Justinussen, Andreas Lava Olsen, Páll Klettskarð og Gilli Sørensen. trondur@sosialurin.fo Teir, sum byrjaðu inni vóru: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Kaj Leo Í Bartalsstovu, Pætur Dam Jacobsen, Høgni Madsen, Símun Samuelsen – Jóan Símun Edmundsson – Arnbjørn Hansen. Myndir: Hans Erik Danielsen