Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 14. apríl 2004 21 Kvinnulandsliðið vant dúgliga um halguna Føroyska kvinnu- landsliðið í hondbólti hevur havt ikki færri enn átta venjingar um páskirnar. Allir fýra útisetarnir á liðnum hava verið við til hesar venjingar HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Nógv virksemi hevur verið í høllini á Eiði um halguna. Tað er nevnliga har, at venj- arin hjá føroyska kvinnu- landsliðnum í hondbólti, Rógvi Nielsen, hevur savn- að sínar leikarar til venjing- ar. Fýra dagar á rað var vant tvær ferðir, og venjingarnar gingu øgiliga væl, sigur Rógvi Nielsen. Høgt tempo undir venjing Landsliðsvenjarin sigur, at hann hevur verið rættuliga ovfarin av høga tempoin- um, sum hevur verið verið undir venjingunum. Hann hevði ikki væntað, at tað fór at verða so høgt tempo undir vening, men tað fegn- ast hann sjálvsagt um. Teir fýra leikararnir, ið til dagligt leika í Danmark, hava tikið lut í venjing- unum um páskirnar. Tær fýra eru Gunnleyg Berg, Katrin á Neystabø, Ann Mari Durhuus og Simona Hansen. Um hesar fýra leikararnar sigur Rógvi Nielsen, at tær eru betur nú, enn tær vóru, tá ið tær fóru av landinum og verða óivað ein styrkur á liðnum. Rógvi Nielsen letur stak væl at venjingunum, og umstøðurnar á Eiði hava verið framúr góðar til slíkar venjingar, heldur hann. Landsliðshópurin hevur verið øgiliga motiveraður til venjingarnar, og allar hava verið sera ágrýtnar, sigur landsliðsvenjarin. Tvær givið avboð Nú tað nærkast, at lands- liðið skal í dyst í Italiu, er endaligi hópurin komin upp á pláss. Tvær kvinnur hava givið avboð til landsliðið. Tær eru Sóley Mikkelsen úr VÍF og Marjun Tróndarson úr Neistanum. Føroyska kvinnulands- liðið leikti týskvøldið ein venjingardyst á Eiði móti einum liði samansett av teimum útlendsku leikarun- um, ið enn eru í landinum, umframt teir leikarar, ið hava givið avboð ella eru sílaðar frá hópinum. Áðrenn landsliðið fer av landinum til Italia, eru tvær venjingar afturat á skránni, har hópurin verður savnað- ur. Útisetarnir verða tó ikki við til hesar venjingar, men tær verða sjálvsagt við, tá ið føroyska liðið fer at hava nakrar venjingar í Dan- mark, áðrenn leiðin heldur fram til Italia. Eisini er ein venjingardystur á skránni í Danmark, og er hann ímóti Ajax, ið leikar í næst- fremstu donsku deildini, har tær vóru akkurát ov stuttar til at flyta upp í fremstu deildina. Venjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hond- bólti, Rógvi Nielsen, er stak væl nøgdur við venjingarnar hjá landsliðnum um halguna Savnsmynd Verjuálitði hjá HB hevur trupulleikar við knænum. Í ring- asta føri gongur ein mánaður, áðrenn hann aftur er tøkur FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er einki at taka seg aftur í, at skulu HB-áskoð- ararnir seta nøvn á teir leikarar, sum hava nógv at siga fyri liðið, so man Hans á Lag vera at finna ógvu- liga ovarliga á hesum. Saman við Halli Daniel- sen og Bárði Johannesen telist Hans millum leikarar, sum hava drúgvar royndir á besta liðnum, og sum sam- stundis ongantíð hava leikt fyri nakað annað felag. Hjá Hans hevur talan tó seinnu árini verið um fleiri skaðar, sum ofta hava kosta langan steðg, og soleiðis tykist eisini at vera nú. Skírisdag var hann ann- ars við í allar 90 minuttir- nar, tá HB vann á EB/- Streymi, men leygardagin var pínan í knænum so- mikið stór, at hann als ikki fekk vant. Og úr HB ljóða melding- arnar, at talan eftir øllum at døma er um menisk-skaða. Ikki fyrr enn komandi mánadag fara læknarnar at kaga inn í knæið, og tá verður so væntandi stað- fest, hvat slag av skaða tal- an er um. Og um talan verður um skurð, so gongur helst tað mesta av einum mánaði, áðrenn hann verð- ur tøkur. Fyri HB merkir hetta so undir øllum umstøðum, at teir mugu síggja burtur frá Hans komandi leygardag, tá VB vitjar. Ein dystur, har HB heldur ikki fær gjørt nýtslu av Símuni Eliasen, sum er leikbannaður, so tal- an verður um eina heilt nýggja miðverju. HB bíðar eftir Hans Hans á Lag fekk trupulleikar við knænum í dystinum móti EB/Streymi, og líkt er nú til, at hann noyðist at halda frí frá fótbóltinum komandi mánaðin Øll eru klár FSF hevur fyri stuttum gjøgnumgingið skjala- tilfarið, sum føroysku fótbóltsfeløgini sendu inn í samband við minstukrøvini hjá UEFA. Hetta eru krøv, sum feløgini framyvir skulu lúka, skulu tey hava møguleika at taka lut í altjóða kappingum. Aðrastaðni – eitt nú í Italia – hava stórir trup- ulleikar verið av krøv- unum, og eitt nú hevur ljóðaða, at ikki færri enn átta Seriu A feløg eru í vanda fyri at verða koyrd úr kappingini komandi kappingarár, men tíbetur tykjast slíkir trupulleikar ikki gera seg galdandi í Føroyum. Niðurstøðan hjá FSF var í øllum førum, at tey tíggju feløgini í fremstu mansdeildini øll lúka krøvini frá UEFA. -jm 21 20 Nr. 70 - 14. apríl 2004 John úti í tríggjar vikur B36 má eftir øllum at døma vera John Peter- sen fyriuttan, tá lands- kappingin fer ígongd um tvær vikur. Í dystinum móti FS Vágum noyddist lands- liðsmaðurin av vøllin- um nakað inn í seinna hálvleik, og tá vit sein- ast frættu úr B36, varð roknað fyri vist, at talan var um ein fipurskaða. Tað vil við øðrum orð- um siga, at talan helst verður ein steðg upp á einar tríggjar vikur, og tað er einki at taka seg aftur í, at tey í B36 iðra seg um hetta. Í dystun- um higartil í ár hevur landsliðsmaðurin sýnt satt stórspæl, og stórur partur av annars má- lsókna álopsspælinum hjá B36 hevur hvílt á herum hansara, men nú noyðist venjarin so helst at finna onkran annan máta at greiða hendan partin av spælinum komandi dystirnar. -jm Nýtt gras á Svanga- skarð Um eina lítla viku verður farið undir at skifta graslíkið á Toftum. Ætlandi skal arbeiðið vera liðugt til fyrsta heimadystin í landskappingini GRASLÍKI Jákup Mørk Fleiri staðni kring landið eru menn nú í ferð við at slíta næsta lagið av kunstigum und- irlendi. Tað eru eini 18 ár síðani, at fyrstu gras- líkisvøllirnar vórðu lagdir her á landi, og tá varð roknað við, at eftir tíggju árum skuldi skift- ast, so hetta er neyvan annað enn ein náttúrlig gongd. Av teimum undirløgun- um, sum nú eru í nýtslu, er tað á Toftum so nógv tað elsta. Svangaskarð var í 1987 næsti vøllur- in, har graslíki varð lagt á, og er talan soleiðis um ein 18 ára gamlan vøll. Slitið hevur sjálv- sagt gjørt sítt við vøllin, og seinnu árini hevur ofta verið tosað um góðskuna á vøllinum, sum í støðum hevur ver- ið fullkomuliga niður- slitin. Nú verður tó nýtt gras lagt á. Enn er ein heima- dystur á skránni í steypakappingini, men so skjótt gøtumenn eru farnir av vøllinum kom- andi vikuskifti, verður farið undir at skifta undirlagið. Um veðrið er til vildar, so skuldi hetta ikki tikið meira enn einar 10 dag- ar, og sostatt skuldi vøll- urin verið klárur at tikið í nýtslu, tá toftamenn 2. mai spæla fyrsta heima- dystin í landskapping- ini. Vøllurin, sum talan nú er um, er sjávlandi av nýggja triðja ættarliðs graslíkinum. John Petersen verður væntandi ikki tøkur komandi tríggjar vikurnar Teir yngstu endaðu ovastir Martin Poulsen, sum endurvann FM heitið, var tann einasti, sum ikki tapti í landsliðs- bólkinum, og ung- lingameistarin tapti heldur ikki FM TALV FYRI EINSTAKLINGAR Jóannes Hansen Tað vóru ungu menninir, sum seinnapartin av FM kappingini fyri einstak- lingar av álvara settu dám á. 20 ára gamli Martin Poul- sen, sum eisini var meistari í fjør, gjørdist meistari, og í hølunum á honum komu Olaf Berg og Hans Kristian Simonsen. Hesin seinni var meistari í 2002. John Rødgaard, sum var á odda fyrra partin av kappingini, megnaði ikki at halda tørn. Í fýra teimum síðstu umførunum tapti hann eina ferð og spældi tríggjar ferðir javnt. Fyri FM heitið hevði tað stóran týdning, at Martin Poulsen megnaði at vinna á John Rødgaard. Martin var tann einasti av teimum tíggju í landsliðsbólkinum, sum ikki tapti nakað talv. Hann vann fýra ferðir, og fimm ferðir var tað javnt. – Eg eri væl nøgdur við mítt avrik. Um eg skal seta niður á nakað av talvunum, so skal tað vera tað, sum eg telvaði ímóti Torkili Niel- sen. Eg vann, men eg haldi ikki, at eg telvaði væl í tí talvinum, sigur 20 ára gamli meistarin, sum sigur seg vera væl nøgdan við telv- ingina í teimum fimm talv- unum, ið endaðu við remis. Rimmar endaspurtur Eins og meistarin er Olaf Berg, sum við sama stiga- tali sum Hans Kristian Simonsen, úr Havnar Telv- ingarfelag. Enn hevur Olaf ikki vunnið FM, men tað er neyvan nakar ivi um, at hann eisini næstu árini fer at verða millum fremstu avbjóðararnar hjá Martini Poulsen. Olaf hevði trupulleikar í fyrstu umførunum. Men so tók hann sær rættuliga um reiggj, og hann var nógv tann mest sannførandi í fimm teimum síðstu um- førunum, sum hann fekk fult í. Tað var bara eitt hálvt stig frá Olafi og fram til Martin. Tí er ikki undarligt, um Olaf serliga iðrar seg um, at hann í fjórða umfar- inum við hvíta fólkinum tapti ímóti Rana Nolsøe, sum endaði aftastur við tveimum stigum. Hans Kristian Simonsen hevði fram til næstsíðsta umfarið góðan møguleika at vinna, men í áttanda umfarinum tapti hann við hvíta fólkinum ímóti Olafi Berg. Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi løgtingsfor- maður, handaði steyp og heiðursmerkir. Fyri at vinna FM fekk Martin Poulsen sjey túsund krónur. Olaf Berg og Hans Kristian Simonsen fingu 3.500 krónur í part. Endaliga úrslitið var hetta: Martin Poulsen, 6,5 stig, Olaf Berg 6,0, Hans Kristian Simonsen 6,0, John Rødgaard 5,5, Bogi Ziska 5,0, Torkil Nielsen 4,0, Carl Eli Nolsøe Samu- elsen 4,0, Jens Christian Hansen 3,0, Steintór Ras- mussen 3,0 og Rani Nolsøe 2,0 stig. Finnbjørn góðan endaspurt Í fyrsta bólkinum hevði Finnbjørn Vang úr Klaks- víkar Talvfelag, hægsta styrkistalið. Tað gekk eitt sindur striltið hjá honum fyrrapartin av kappingini, tá ið Eyðálvur Johannesen lá á odda. Men í endaspurt- inum royndist tað væl hjá Finnbirni. Í fimm teimum seinastu umførunum fekk hann 4,5 stig og vann bólk- in við sjey stigum. Næstbestur var Eyðálvur Johannesen úr Kollafjarðar Talvfelag. Hann fekk 6,5 stig. Í tveimum teimum seinastu umførunum fekk hann einki burturúr. Bern- hard Thomsen úr Kollafirði fekk 6,0 stig, Jákup á Rógvu Andreasen úr Vest- manna Talvfelag fekk fimm stig, og Andreas Andreasen av Toftum fekk 4 stig. Helgi besti unglingur Umframt at eiga meistaran og næstbesta mannin í besta bólkinum, so eydnað- ist tað eisini Havnar Telv- ingarfelag at vinna ung- lingakappingina. Meistarin hevur væl kenda talv eftir- navnið Ziska. Unglinga- meistari gjørdist Helgi Dam Ziska, og hann var sannførandi vinnari. Í teimum átta umførunum misti hann bara eitt hálvt stig. Næstbestur var Jón Gregersen úr Sandavágs Talvfelag. Hann fekk 6,5 stig. Rúni Dragaberg úr Klaksvíkar Talvfelag end- aði á triðja plássinum. Hann fekk 6,0 stig. FM í talvi fyri einstaklingar 1972–2004 1972: Hans Petersen, VT 1973: Súni Ziska, HT 1974: Luitjen Apol, HT 1975: Luitjen Apol, HT 1976: Luitjen Apol, HT 1977: Hanus Joensen, KT 1978: John Jacobsen, VT 1979: Jens Christian Hansen, TT 1980: Súni Ziska, HT 1981: Jens Christian Hansen, TT 1982: Jens Christian Hansen, TT 1983: Andrias Ziska, HT 1984: Torkil Nielsen, ST 1985: Jens Christian Hansen, TT 1986: Torkil Nielsen, ST 1987: Bogi Ziska, STF 1988: Torkil Nielsen, ST 1989: Heini Olsen, KTF 1990: Steintór Rasmussen, KTF 1991: Heini Olsen, KTF 1992: Heini Olsen, KTF 1993: Heini Olsen, KTF 1994: Torbjørn Thomsen, KT 1995: Eyðun Nolsøe, KTF 1996: Rógvi W. Rasmussen, HT 1997: Rani Nolsøe, KTF 1998: John Rødgaard, VT 1999: Heini Olsen, KTF 2000: Flóvin Þór Næs, HT 2001: John Rødgaard, VT 2002: Hans Kristian Simonsen, KT 2003: Martin Poulsen, HT 2004: Martin Poulsen, HT Hans Kristian Simonsen er ein av ungu telvarunum, sum veruliga gera um seg Mynd: Faroechess.com C M Y K 20