Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 14. apríl 2004 23 8 klárir til FM í billard Fyrrverandi før- oyameistari hevði methøgt meðaltal – omanfyri 36 eygu – og er hann tí ein av favortittunum til FM-heitið í ár. Maðurin er Henrik Petersen. Verandi føroyameistari eit- ur Krisjan Suni Høgnesen BILLARD tíðindaskriv Tað er nú greitt, hvørjir 8 spælarar verða í í endaspurtinum í stak- lingakappingini í billard vikuskiftið 16 og 17. Apríl í Kagganum í Havn. Kappast var á borðunum í Havn síðsta vikuskiftið og komu hesir víðari: Henrik Petersen, Niels Nielsen, Carsten Hansen, Bjarni Skaalum, Anfinn Hjalmarsson, Jóhannes Skaarup og Ólavur Kjølbro. Aftrat hesum verður so eisini verandi fø.royameistari, Krisjan Sune Høgnesen við. Tað óvanliga við inn- leiðandi umfarinum var, at allir tríggir spælarar- nir á 1. liði hjá Havnar Klubba og Kagganum komu víðari. Tað er greitt, at Krisjan Sune fer at fáa harða kapping í finaluni. Eftir ein steðg í nøkur ár er Henrik Petersen, sum hevur vunnið fleiri FM heiti áður, við aftur. Hann vísti eisini í kappingini leygardagin, at hann verður ein álvarssom hóttan, tá keylur skulu koppast um knappar 14 dagar. Meðaltal hansara var sera høgt og kanska eitt tað hægsta í billard- kappingum her heima. Tá avtornaði varð með- altalið hjá Henrikki góð 36 eygu. Liðkappingin endaði eisini nú um dagarnar. Klaksvíkar Billardfelag gjørdist nr. 1 í bæði 1. og 2. deild. KÍ skal í Gundadali spæla fyri at eiga heimavøll í fjórðings- finaluni, og NSÍ hevur framvegis góðar vánir fyri at gerast partur av fjórðings-finaluni LØGMANSSTEYPIÐ Jóannes Hansen Í dupult umfarinum á pásk- um gekk tað umleið soleið- is, sum tað kundi roknast við. Við fullari úrtøku á heimavølli ímóti NSÍ og í Sandavági hevur B36 undan síðsta umfarinum tryggjað sær fremsta plássið í bólkin- um. Harvið eiga teir heima- vøll í fjórðingsfinaluni. KÍ vann stórsigur á heimavølli ímóti FS Vág- um. Og í Runavík tóktist tað leingi sum um, at teir skuldu fáa fult og harvið framvegis hava møguleika fyri bólkasigri, um teir í síðsta umfarinum komandi leygardag høvdu fingið fult í Gundadali ímóti B36. NSÍ javnaði í síðstu løtu ímóti KÍ. Eina stigið ímóti KÍ verður týdningarmikið, tá ið tað leygardagin skal gerast upp. NSÍ er upplagd- ur favorittur at vinna á FS Vágum, og harvið fara teir ivaleyst at vera annar av trí- arunum, sum fer at halda fram í kappingini. Bárður væl fyri B36 var mesta partin av tíð- ini omaná ímóti NSÍ. Bárð- ur Mortansson, sum higar- til í ár hevur verið betri fyri enn nakrantíð áður, stútaði til 1–0 í fyrsta minutti. Brynjolvur Nielsen javnaði við frísparki úr heilt stórari fjarstøðu, og dygst eftir steðgin stútaði John Peter- sen til 2–1. NSÍ royndi at koma aft- uríaftur, og teir vóru ikki so langt burtur. Burturúr ong- um økti Ronnie Samuelsen til 3–1. Gestirnir í Gunda- dali vóru alt annað enn nøgdir. Teir mettu, at frí- spark var gjørt ímóti Jens Martini Knudsen, men tí fingu teir ikki viðhald í. Alex økti til 4–1 við rimm- ar skoti av brotsteigar- markinum. Sjúrður Jacob- sen pyntaði um úr ellivu metrum, eftir at Jónstein Petersen, sum var við fyri fyrstu ferð í ár, varð feldur. Á Valloyruni var nógvur vindur 2. páskadag. B36 skoraði trý mál síðstu løt- una undan steðginum og harvið varð tað. Aftur hesa ferð var Báðrur Mortans- son eyðsýndur. Við bein- leiðis frísparki setti hann hol á, og hann átti lut í upp- spælinum til 2–0 málið, sum Ronnie Samuelsen stútaði. Ronnie økti til 3–0 eftir langt innkast frá Allani Mørkøre. KÍ á rættari kós Í góðveðrinum Skírisdag frøddust klaksvíkingar um, at teirra skoraðu sjey mál, men teir ásannaðu sam- stundis, at tað bar ikki til at leggja nakað serligt í stór- sigurin ímóti FS Vágum, sum hevði sera lítið at bjóða. Erling Fles hevði nógvar møguleikar, og hann skor- aði trý mál. Arnhold Joen- sen, sum skoraði til 2–0 eftir skjótt álop í vinstru og sending tvørturum, var væl upplagdur, og tað var lið- formaðurin, Atli Danielsen, sum skoraði tvær ferðir, eisini. Unglingaspælarin Julian Samuelsen fekk tólv minuttir á vøllinum, og hann var púra leysur, tá ið hann skoraði. Í Runavík var ferðin lut- falsliga stór. KÍ sýndi betri hugflog í álopsspælinum, og teir vóru betri skipaðir í verjupartinum, men teir fingu ikki stóra úrtøku. Jacob Bymar skoraði málið stutt eftir steðgin, tá ið hann kom ímillum aftur- legging. NSÍ hevði trupul- leikar á miðvøllinum, men teir megnaðu stutt undan leikloki at javna til 1–1. Eftir skjótálop og innlegg frá Helga L. Petersen stór- bjargaði Jákup Mikkelsen til horna eftir fluktskot frá Óla Hansen. Hornasparkið varð longt til handara stólp- an, har Kári Hansen setti høvdið undir bóltin. Skírisdag 8. apríl B36–NSÍ 4–2 (1–1) 1–0: Bárður Mortansson 1. 1–1: Brynjolvur Nielsen 11. 2–1: John Petersen 47. 3–1: Ronnie Samuelsen 4–1: Alex dos Santos 78. 4–2: Sjúrður Jacobsen br KÍ–FS Vágar 7–0 (2–0) 1–0: Erling Fles 2–0: Arnhold Joensen 3–0: Erling Fles 4–0: Erling Fles 5–0: Atli Danielsen 6–0: Julian Samuelsen 7–0: Atli Danielsen 2. páskadag 12. apríl FS Vágar–B36 0–3 (0–3) 0–1: Bárður Mortansson 35. 0–2: Ronnie Samuelsen 37. 0–3: Ronnie Samuelsen 42. NSÍ–KÍ 1–1 (0–0) 0–1: Jacob Bymar 1–1: Kári Hansen Bólkur 1: B36 hevur tryggjað sær heimavøll Brasilski Santos tykist gerast ein sannur fongur hjá B36. Móti NSÍ var hann við í nógvum, og hann krýndi eisini avrikið við einum framúr vøkrum máli Mynd: Álvur Haraldsen Við javnleikinum í evstu løtu tryggjaði NSÍ sær eitt gott út- gangsstøðið undan seinasta umfarinum. KÍ hevur hinvegin vissað sær næst-fremsta sætið í bólkinum Mynd: Álvur Haraldsen 23 22 Nr. 70 - 14. apríl 2004 ÍF Føroyar hevur ongantíð verið so væl fyri, nú eitt nýtt kappingarár stendur fyri durum hjá útisetafelagnum í Keypmannahavn FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini – Málið hjá besta liði fel- agsins er uppflyting úr seriu 1 til Keypmannahavn- arseriuna. Vit hava nógvar góðar leikarar, og tí halda vit, at tað eigur at bera til við enn einari uppflyting, heldur virkandi formaðurin í ÍF Føroyum, Uni Leitis- stein Hansen. Seinastu árini hevur ÍF Føroyar, sum er felagið hjá føroyingum í Keypmanna- havn, støðugt tikið seg fram. Fyrsta lið flutti upp næstseinasta kappingarár, og annað lið flutti upp í fjør. Eingin ivi er millum leikararnar, at málið fyri komandi kappingarár er at vinna felagnum enn eina uppflyting. Fyrsta lið spæl- ir í løtuni í seriu 1, meðan annað lið fyri fyrstu ferð skal spæla í seriu 2. – Breiddin í leikarahóp- inum hevur ongantíð verið so góð sum beint nú. Vit hava havt eini 35 leikarar í miðal til hvørja venjing, og tað hava vit ikki upplivað fyrr so tíðliga á árinum, sigur formaðurin. Økt virksemi ÍF Føroyar er blivið eitt meira dynamiskt og livandi felag seinastu árini, men hvør er orsøkin til tess? – Vit hava roynt at fingið nevndararbeiðið og sam- skipanina av felagnum at koyra betur seinastu árini. Talið av nevndarlimum er økt, og fleiri leikarar eru tilreiðar at átaka sær upp- gávur í felagnum, sigur Uni. Felagið hevur tískil verið rikið meira seriøst seinastu árini, og tað hevur givið úrslit, um hugt verður eftir talinum av leikarum, sum eru aktivir. Eisini sæst hetta aftur í úrslitum felagsins, sum hevur tryggjað sær uppflyting við tveimum teimum bestu liðunum tvey fylgjandi kappingarár. Hetta hevur havt við sær, at føroyingar nú hava meira lyndi til at uppsøkja felag- ið, tí tað er blivið eitt seri- øst alternativ til onnur donsk feløg. Hann leggur afturat, at Hegga Samuelsen, sum var leikandi venjari inntil síðsta summar, gjørdi eitt sera stórt arbeiði at fáa føroysk- ar leikarar, ið spældu aðra- staðni í høvuðsstaðarøkin- um, at koma til ÍF Føroyar at leika ístaðin. Hetta hækkaði beinanvegin støð- ið munandi og var við til at lyfta felagið uppá tann aldukambin, sum tað ríður á í løtuni. Hegga er tó flutt- ur aftur til Føroyar, og nú er tað danin Bruno Simonsen, ið hevur ábyrgdina av besta liðnum. Samstundis sum felagið hevur havt viðvind, eru útreiðslurnar í sambandi við raksturin av felagnum øktar nakað. – Vit hava fingið góðan fíggjarligan stuðul úr Før- oyum, og tað hevur millum annað gjørt tað møguligt hjá okkum at seta tveir venjarar til hetta kappingar- árið, sigur Uni L. Hansen, sum leggur afturat, at fel- agið má ansa eftir ikki at spenna bogan ov høgt. Tað er nevniliga eitt mark fyri, hvussu høgt felagið kann røkka, og tí ræður um at seta sær mál, sum allir leikararnir kunnu taka undir við. Felagið hevur sostatt miðvíst arbeitt fram ímóti at gerast eitt ítróttarliga attraktivt tilboð hjá leikar- um, sum leita til Keyp- mannahavnar í lestrar- og arbeiðsørindum. Tann yvir- skipaði málsetningurin hjá felagnum er at skapa av- bjóðingar og trivnað fyri føroyskar leikarar, og tað hevur sum heild eydnast væl. Formaðurin heldur, at hugburðurin í felagnum mangan hevur verið, at tað ikki skal gerast ov seriøst, tí at so missa leikararnir skjótt áhugan fyri at spæla. Hetta hevur tó víst seg ikki at halda. Hinvegin hevur tað víst seg, at jú størri arbeiði hevur verið lagt í felagið, tess størri áhuga hava leikarar víst felagnum. Levera til Føroyar Frágongdin úr felagnum í ár vísir, at ÍF Føroyar ger føroyskum feløgum eina stóra tænastu við at halda leikarar virknar. B68 hevur tryggjað sær tveir fyrrverandi leikarar hjá ÍF Føroyum. Teir eru Herbert í Lon Jacobsen og Mikkjal Thomassen. Teir hava verið týðandi leikarar seinastu kappingarárini, og nú eru teir aftur tilreiðar at tørna til í føroysku lands- kappingini. Aðrir leikarar, ið væntandi verða at síggja í føroysku 1. deild, og sum eisini hava leikt við ÍF Føroyum, eru Niclas Nicl- assen (KÍ) og Kári Sigvard- sen (NSÍ). Eisini kunnu nevnast Hegga Samuelsen, sum nú er venjari í Fram, og Magni Mohr, ið er hjálparvenjari hjá B36. Sum nú er venja leikar- arnir tvær ferðir um vikuna umframt at spæla ein dyst um vikuskiftið. Ráðiligt er ikki at venja oftari, tí at teir flestu leikararnir eru farnir undir hægri lesnað, sum tekur nógva tíð. Leikararnir eru felagið – Leikararnir eru felagið, og felagið er leikararnir. Soleiðis lýsir formaðurin grundarlagið undir felagn- um. Tað eru nevniliga bert aktivir leikarar, ið sita í nevndini, og sum taka sær av tí praktiska virksemin- um kring felagið. – Tann sosiala samveran hevur eisini stóran týdning og er í veruleikanum grundarlagið, sum felagið byggir á, og tað fær virk- semið at ganga upp í eina hægri eind. Tað er merkis- vert, at leikararnir standa saman um felagið, hóast teir koma úr hvørjum her- aðshorni í Føroyum, sigur formaðurin í ÍF Føroyum. Tí er tað umráðandi at halda fast um tað sosiala grundarlagið, um felagnum skal vera lív lagað. Tað var eisini við tí enda- máli, at felagið varð stovn- að í 1939, júst sum kríggið varð brostið á. Fleiri føroy- ingar vórðu við eitt av- skornir frá heimlandinum og tóku seg tí saman at stovna eitt ítróttarfelag fyri føroyingar í Danmark. Felagið spældi sín fyrsta skrásetta dyst í 1941 og heilt fram til 1994 varð spælt í DAI (Dansk Arbejder Idræt), tá felagið gjørdi av at lima seg inn í KBU (Københavns Bold- spil Union), og síðani hevur tað gingið støðugt framá. Danska kappingin fer av bakkastokki fyrst í apríl mánaði, og tá fæst at síggja, um fyrireikingarnar hava givið úrslit. Útisetarnir spenna seg út John Eystberg er ein av spælarunum á føroyska útisetaliðnum Mynd: Bárður Eklund um ÍF Føroyar: Stovnað í 1939 av føroyskum útisetum í Keyp mannahavn Í fjør umboðaðu tilsamans 71 leikarar ÍF Føroyar. Árið fyri var talið 80 Venjari hjá 1. liði er Bruno Simonsen (dani) Venjari hjá 2. liði er Frankie Jensen Felagið hevur trý lið í landskappingini: 1. lið spælir í seriu 1 2. lið spælir í seriu 2 3. lið spælir í seriu 4 Heimasíðan: www.fotboltur.dk við frásagnum frá dystum og tíðindum um felagið Fakta C M Y K 22