Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 14. apríl 2004 25 Bólkaspælið í kappingini um løgmanssteypið Bólkur 1 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 B36 5 4 - 1 - 0 19 3 16 13 2 KÍ 5 2 - 3 - 0 14 5 9 9 3 NSÍ 5 1 - 2 - 2 8 10 -2 5 4 FSV 5 0 - 0 - 5 2 25 -23 0 Bólkur 2 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 GÍ 5 5 - 0 - 0 11 1 10 15 2 ÍF 5 3 - 0 - 2 11 5 6 9 3 B68 5 1 - 1 - 3 4 8 -4 4 4 TB 5 0 - 1 - 4 2 14 -12 1 Bólkur 3 v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 VB 5 4 - 0 - 1 18 5 13 12 2 HB 5 4 - 0 - 1 9 8 1 12 3 EB/S 5 1 - 1 - 3 6 12 -6 4 4 Skála 5 0 - 1 - 4 7 15 -8 1 Johan B. Hansen og Horsens eru við at missa takið í toppin- um, og í botninum stendur ikki væl til hjá Fremad Amager, sum hesa ferð bara hevði ein føroying á liðnum, og hann varð skjótt tikin av vøllinum DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Tað gongur ikki væl hjá føroyingunum í næstbestu donsku deildini. Hesa ferð var tað frægast hjá Vejle, sum ongan føroying hevði á liðnum. Sum tað varð nevnt í síðstu viku, so er Ian Høj- gaard givin í felagnum, og Christian Høgni Jacobsen verður ikki førur fyri at spæla næsta árið. Vejle átti heimavøll ímóti Køge, sum er eitt sindur omanfyri miðjuna. Vejle var tvær ferðir á odda, og báðu ferð- irnar javnaði Køge í sama minutti, sum Vejle hevði lagt seg framum. Í Sundby hevði Fremad Amager heimavøll ímóti Skjold. Eftir tvey tøtt mál í 1. hálvleiki fóru gestirnir um Knippelsbro og aftur á Eysturbrúgv við øllum stigunum. Fremad Amager er nú niðanfyri niðurflyt- ingar strikuna. Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør vóru ikki á vøllinum. Jann Ingi hevur trupulleikar við lærkrikanum, og Hjalgrím er knæskaddur. Andrew av Fløtum var í álopinum frá fyrsta bríksli. Eftir hálvan tíma, tá ið Skjold hevði fingið bæði málini, varð hann tikin út. Hann hevði ikki gjørt nóg nógv til nyttu, veit Fremad Amager heimasíðan at siga. Síðani kappingarbyrjan hevur AC Horsens við Johan B. Hansen á liðnum verið oddalið. 2. páskadag mistu teir oddasessin. Tað gjørdu teir eftir fullkomu- liga óvæntað tap í Keyp- mannahavn. Á Tingbjerg stadion vann heimaliðið Brønshøj 1–0. Brønshøj hevur mesta partin av kapp- ingini verið niðanfyri strik- una. Tað eru teir ikki meiri. Talan var um fjórða tapið hjá Horsens í hesum kapp- ingarárinum. At liðið er í aldudali sæst aftur av, at hetta var triðja tapið síðani vetrarsteðgin. Silkeborg, sum flutti nið- ur síðsta summar, er nýtt oddalið. Teir vunnu 2–0 í Odense ímóti B1913, sum longu tykist hava mist endan. Størsta hóttanin ímóti niðurflytingarplássinum hjá Horsens er frá Randers. Hesa ferð vunnu teir á heimavølli 4–2 ímóti Sønderjydske, sum annars hevur kjáklast fram ímóti Randers. GÍ og ÍF hava ognað sær teir báðar fremstu sessirnar, men tað sær nú svart út hjá B68 í royndun- um at vinna seg víðari LØGMANSSTEYPIÐ Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Undan páskunum hevði B68 framvegis eina hampu- liga bjarta vón um, at tað skuldi bera til hjá teimum at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í steypa- kappingini, men tann vónin er nú um at kámast. Bert trý stig spurdust burtur úr teimum báðum dystunum hjá toftamonn- um, og hetta var í øllum førum eitt minni enn tað, sum vónirnar vóru um. Og toftamenn kendu seg eisini eitt sindur órættvíst viðfarnar í Fuglafirði skír- isdag. Longu eftir lítlum korteri legði Hanus Eliasen heimaliðið framum, og størsta partin av fyrra hálvleiki vóru fuglfirð- ingarnir eisini omaná. Seinna umfarið royndi B68 at trýsta, og teir fingu eisini tvingað seg til eina ávísa yvirvág, men tað eydnaðist ikki at skjóta neyðuga málið. Annan páskadag átti B68 so heimavøll móti TB, og her var kravið púra einfalt ein sigur. Tað eydnaðist eisini hjá árstalsfelagnum at tryggja sær hendan, men 1-0 móti einum liði úr næst bestu deildini var helst ikki tað, sum heimaáskoðararnir høvdu roknað við. Tað skal tó sigast, at B68 hevði hópin av møguleik- um at gera sigurin enn tryggari, men gott mál- verjaspæl og vantandi neyvleiki gjørdu tó sína ávirkan, og so má B68 sláa seg til tols við teirri sann- roynd, at teir nú hava fýra stig undan seinasta umfar- inum. Tað hevur EB/Streymur eisini, men seinasta um- farið tykist tó nakað ólíkt hjá hesum. Tá hevur EB/ Streymur heimavøll móti Skála, meðan B68 tekur ímóti GÍ. Ein dystur, sum toftamenn skulu vinna, men sum hagtølini siga sína greiðu fatan um. ÍF dyrgir eftir heimavølli Oddasessurin í bólkinum var ein spurningur millum GÍ og ÍF. Her høvdu gøtu- menn betri kortini eftir sigurin í Fuglafirði í næsta umfarinum, og skírisdag styrktu teir um støðuna við einum tryggum 4-0 sigri á TB. Stóri maðurin tann dystin var Krzystof Pop- czynski, sum stóð fyri trimum av málunum, og tó at hann eisini misnýtti aðrar góðar møguleikar, so er sjónligt, at hann fer at hava meira enn vanliga stóran týdning fyri GÍ í ár. Annan páskadag var so oddabrakið á skránni, men leikliga gjørdist dysturin eitt stórt vónbrot. At GÍ eisini varð skert miðskeiðis í uppgerðini, tá Súni Olsen fekk sítt seinna gula kort, hevði sína stóru ávirkan í hesum, men heimaliðið megnaði so kortini at halda fast um oddasessin. Krzystof var aftur her avgerandi faktorurin, tá hann í seinna hálvleiki skeyt einasta málið í dyst- inum, og so kunnu gøtu- menn nakað róliga gera seg til reiðar til fjórðings- finalurnar, har teir nú eru vísir í at fáa heimavøll. Tað kunnu fuglfirðing- arnir eisini fáa, men tað er so treytað av úrslitunum hjá KÍ, VB og HB í seinasta umfarinum, eins og ÍF tá helst skal vinna ein triva- ligan sigur í heimadystin- um móti TB. ÍF-B68 1-0 (1-0) 1-0: Hanus Eliasen GÍ-TB 4-0 (3-0) 1-0: Krzystof Popczynski 2-0: Krzystof Popczynski 3-0: Hans Pauli Petersen 4-0: Krzystof Popczynski B68-TB 1-0 (1-0) 1-0: Øssur Hansen GÍ-ÍF 1-0 (0-0) 1-0: Krzystof Popczynski Einki til føroysku feløgini Bólkur 2 Toftamenn í trupulleikum Eftir tepra heimasigurin á TB er B68 framvegis við í kappingini um at koma víðari, men tað sær heldur trupult út í løtuni Mynd: Álvur Haraldnse Leikliga gjørdist grannauppgerðin millum GÍ og ÍF ongantíð tann stóra upplivingin, men GÍ fekk so ognað sær sigurin og oddasessin Mynd: Álvur Haraldsen 25 24 Nr. 70 - 14. apríl 2004 Í bólki 3 hava VB og HB spælt seg í fjórðingsfinaluna. Liðini hava bæði 12 stig undan seinasta leikumfari, har júst VB og HB hittast í Havn. Tá verður greitt, hvør vinnur bólkin og sostatt fær fyrimun av heima- vølli í fjórðings- finaluni LØGMANSSTEYPIÐ Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Eftir dystirnar um páskir- nar í bólki 3 í kappingini um Løgmanssteypið, er tað greitt, at bæði VB og HB hava spælt seg í fjórðings- finaluna. Skírisdag vunnu vágbingar á Skála, meðan havnarmenn vunnu á sundalagsmonnum á Eiði. Fýra dagar seinni, 2. páska- dag, vann VB sannførandi á sundalagsmonnum, meðan føroyameistararnir úr HB akkurát fingu bast skála- monnum í Havn. Meistararnir reistu seg Nógv vóru spent upp á dystin á Mølini Skírisdag, tá ið HB var á vitjan hjá EB-Streymi. Havnarmenn- inir høvdu umfarið framm- anundan verið fyri eyð- mýkjandi ósigri móti VB, og nú skuldu teir royna at reisa seg. Tað eydnaðist eisini havnarmonnum at reisa seg, og teir vunnu ein uppibornan 2-0 sigur á sundalagsmonnum. Leik- andi venjarin hjá HB, Heine Fernandez, skeyt bæði málini, eitt fyri steðgin og eitt eftir steðgin. Fyrsta málið kom eftir eitt verjumistak hjá EB- Streymi, so at danin gjørd- ist leysur, meðan seinna málið kom eftir upplegg frá Heðin á Lakjuni, sum hevur runnið frá allari verjuni hjá heimaliðnum, áðrenn hann serveraði bóltin fyri føtur- nar á venjaranum, sum hevði lætt við at skora til 2- 0. Sundalagsmenn noydd- ust at verða bæði Sonna L. Petersen og Andrej Pacek fyri uttan til dystin móti HB, og tað merktist sjálv- sagt hjá heimaliðnum. Á Skála var talan um satt málgildi, tá ið VB var á vitjan. Vágbingar vunnu dystin 6-3, eftir at tað hevði staðið a jøvnum 3-3 í hálv- leikinum. Nýggi litaviski áleyparin hjá vágbingum, Mindaugas, skeyt trý av málunum hjá VB, og hann tykist verða ein rættuligur fongur hjá vágbingum. Nógvi vindurin á Skála merkti týðuliga dystin, men eingin ivi var um, at tað var rætta liðið, ið fór avstað við øllum trimum stigunum. Vágbingar sannførandi Sundalagsmenn vóru í Suðuroy og dystaðust við vágbingar 2. páskadag, og teir noyddust, eins og HB vikuskifti frammanundan, at fara norður aftur við ein- um 0-4 ósigri. Tað var VB, sum byrjaði dystin betur á Sevmýri mánadagin, men sundalagsmenninir vóru eisini vandamiklir. Millum annað noyddust Mortan úr Hørg hjá VB tvær ferðir at bjarga royndum frá altíð vandamikla Sorin Anghel á sjálvari málstrikuni. VB kom á odda,tá ið eitt korter var leikt av dystinum. Dan Djurhuus fór til baklinjuna, og hann legði væl innfyri til Palla Augustinussen, sum setti bóltin í netið. Eitt lítið korter seinni økti VB til 2- 0, og hesaferð býttu teir báðir Dan og Palli um leik- lut, soleiðis at tað hesaferð var Palli sum legði innfyri til Dan, sum skoraði. Tað var nær við, at EB-Streym- ur minkaði um munin løtu seinni, men saksasparkið hjá Sorin Anghel brast í tvørstongina. Ístaðin vóru tað vágbingar, ið øktu um leiðsluna tíggju minuttir fyri hálvleik, tá ið litavin Mindaugas skoraði til hálv- leiksstøðuna 3-0. Eftir steðgin vóru tað sundalagsmenn, ið vóru omaná, men teir høvdu ilt við at spæla seg til teir heilt stóru málmøguleikarnar. Nærmast vóru teir, tá ið eitt langskot brast í tvørstong- ina. Vágbingar, ið als ikki fingu glið á spælið hjá sær eftir steðgin, fingu eitt mál afturat, og tað skeyt Mindaugas við beinleiðis frísparki miðskeiðis í seinna hálvleiki. Eitt sera gott mál frætta vit úr Vági. Skála fimm minuttir frá sensatión Í Gundadali hevði HB vitj- an av Skála 2. páskadag. Meistararnir høvdu greiða yvirvág fyri steðgin, og hóast møguleikarnir vóru nógvir, eydnaðist tað teim- um bert at fáa tað eina mál- ið í fyrra hálvleiki. Málið kom, tá ið okkurt um eitt korter var farið av dystin- um. Rúni Nolsøe legði innfyri úr høgru síðu, og Heðin á Lakjuni setti høvd- ið undir, og við sínum fyrsta málið fyri HB legði hann havnarliðið á odda 1- 0. Skálamenn komu meiri og meiri við í dystin, og tá ið Símun Eliasen hjá HB fekk sítt næsta gula kort stutt eftir steðgin, setti Skála seg av álvara á dystin. Knappir 20 minuttir vóru eftir at leika, tá ið Skála fult uppiborið fekk javnað við einum máli frá Ronni Hansen. Einar tíggju minuttir seinni eydnaðist tað so gestunum at leggja seg á odda 2-1. Verjan hjá HB skal sparka bóltin burtur, men rakar í dóm- aran, og bólturin støkkur til Alexandur Johansen hjá Skála, sum smekkar til. Bólturin tekur í eitt HB- bein og snýtir málverjan hjá heimaliðnum, og so var Skála á odda og einans tíggju minuttir eftir at leika. Leiðslumálið hjá skála- monnum fekk onkursvegna heimaliðið at vakna við, og teir settu nú ferð á. Einans fýra minuttir vóru eftir at leika, tá ið Heðin á Lakjuni, ið var klárt besti maður hjá HB, stríddi seg til eitt útjavnandi mál, og í yvir- tíðini fekk HB sigursmálið. Ungi Hendrik Rubeksen var komin á vøllin bert fáar minuttir fyri leiklok, og hann sendi liðskiparan Rúna Nolsøe avstað í høgru, tá ið farið var út um vanligu leiktíðina. Rúni sendi bóltin innfyri aftur, og við handaru stong var kom Hendrik tuskandi og setti fótin á, og so var HB á odda 3-2. Ótrúliga bitturt hjá skálamonnum, sum vóru bert fáar minuttir frá fyrstu sensatióini í hesum kappingarárinum. Við úrslitunum um pásk- irnar er tað greitt, at VB og HB eru komin víðari, með- an tað verður trupult hjá EB-Streymi at spæla seg víðari. Komandi vikuskifti hittast VB og HB í Havn, og vinnarin av tí dystinum vinnur bólkin og harvið eisini heimavøll í fjórð- ingsfinaluni. Skála-VB 3-6 (3-3) 1-0: Iulian Florescu 1-1: Ander Sørensen 1-2: Mindegaus 2-2: Jonhard Frederiksberg 2-3: Palli Augustinussen 3-3: Eugen Stanciu 4-3: Mindegaus 5-3: Palli Augustinussen 6-3: Mindegaus EB/S-HB 0-2 (0-1) 0-1: Heine Fernandez 0-2: Heine Fernandez VB-EB/S 4-0 (3-0) 1-0: Palli Augustinussen 2-0: Dan Djurhuus 3-0: Mindaugas 4-0: Mindaugas HB-Skála 3-2 (1-0) 1-0: Heðin á Lakjuni 1-1: Ronnie Hansen 1-2: Alexandur Johansen 2-2: Heðin á Lakjuni 3-2: Hendrik Rubeksen Bólkur 3: VB og HB komin í fjórðings- finaluna Við tveimum sigrum um páskirnar helt HB fast um javnstøðuna í oddinum, og so verður talan um toppdyst, tá VB vitjar í Havn seinasta umfarið Savnsmynd C M Y K 24