Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-14, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. apríl 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 50 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 70 - 14. apríl 2004 Nr. 70 - 14. apríl 2004 31 veitst tú ikki tað? Maskinmeistari søkist til Elfelagið SEV Eitt starv sum maskinmeistari á Sundsverkinum við skyldu at avloysa ein part av árinum á Fossáverkinum í Vestmanna, um tað verður álagt seinni, er leyst at søkja til setan frá umleið mai/juni 2004. Starvið: Sundsverkið hevur 5 dieselmotorar upp á tilsamans 46,7 MW. Brennievnið er tungolja. Maskinmeistaraarbeiðið umfatar rakstur og hald av Sundsverkinum, bæði sum dagarbeiði og sum vaktarbeiði uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Uttanfyri vanliga arbeiðstíð eru altíð tveir maskinmeistarar á vakt á Sundsverk- inum. Tann, sum settur verður í starvið, skal, við at taka við starvinum, góðtaka seinni møguliga at fáa álagt at arbeiða á Fossáverkinum í Vestmanna ein part av árinum sum vaktgangandi avloysari, serstakliga í summarhálvárinum. Undir Fossáverkinum hoyra eisini Mýru-, Heyga- og Eiðisverkið, sum eins og vatnturbinan á Strond verða stýrd frá Fossáverkinum. Talan er um tilsamans 7 vatnturbinuaggregat við einum samlaðum mátti upp á 28,4 MW. Harafturat stýrir vakthavandi á Fossáverkinum býtið av framleiðsluni millum elverkini í meginøkinum, herundir eisini Sundsverkið og Strond (lastfordeiling). Eisini er vakthavandi á Fossáverkinum koblingsleiðari fyri háspenningsanleggini í meginøkinum. Førleikakrøv: Kravt verður, at umsøkjararnir hava fulla maskinmeistaraútbúgving, t.v.s. víðkað maskinmeistaraprógv ella 3 ára maskinmeistaraskúlaprógv. Lønin: Starvið er lønt sambært 4. lønarflokk eftir sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið. Lønin verður ásett eftir starvsaldri frammanundan. Byrjunar- og endalønin í 4. lønarflokki verður frá 1. mars 2004 netto ávikavist kr. 22.106,48 og kr. 23.798,31 um mánaðin. Harafturat verður goldið í eftirlønar- gjaldi tilsamans ávikavist kr. 2.763,31 og kr. 2.974,79 um mánaðin. Umframt nevndu løn kann roknast við vaktargjøldum og møguliga av og á eisini úrtíðarløn. Fær viðkomandi seinni álagt omanfyri nevnda arbeiði á Fossáverkinum fyri styttri ella longri tíðarskeið, verður viðkomandi fluttur upp í 5. lønarflokk sam- bært lønarsáttmálanum millum SEV og Maskinmeistarafelagið fyri ta tíðina. Umsóknir: Umsóknir skulu saman við prógvum og møguligum ummælum verða send Elfelagnum SEV, Postrúm 319, FO-110 Tórshavn og skulu vera SEV í hendi í seinasta lagi tann 3. mai 2004. Nærri upplýsingar: Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til Osvald Hansen, verksmeistara á Sundsverkinum ella til Bjarka Hermansen, deildarleiðara á Maskindeildini, báðir á telefon nr. 346800. Tórshavn, tann 7. apríl 2004. Elfelagið Postboks 319, 110 Tórshavn Telefon (+298) 346800 Telefax (+298) 346801, E-mail sev@sev.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo C M Y K 31 30