týsdagur 26. februar 2013síða 2
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. februar 2013 · Nr. 24
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Annika Olsen
Tíðargrein síða 28-29
Norður
lendsk inn
rás í Was
hington
Helgi abrahamsen
Kjak síða 29
Stjórn
arskipan
víst burtur
Seinasta veljarakanningin hjá Gallup
Føroyum, sum varð kunngjørd í
Dimmalætting mánadagin, bendir á,
at veljarin ikki er nøgdur við politikk
in hjá samgonguni.
Men hóast andstøðan hevur eina
pena framgongd upp á 7,2 prosent,
so varðveitir samgongan kortini
meirilutan av veljarunum, tí sam
gongan fær 50,5 prosent av atkvøð
unum.
Tað er kortini ikki nóg mikið, tí
vána útlitini hjá Sjálvstýrisflokki
num seta fyri triðju ferð á rað sam
bært kanningum – og fyri fjórðu ferð
síðani valið – Sjálvstýrisflokkin uttan
fyri politiska ávirkan, tí hann fær
einki umboð valt á ting.
Skulu vit taka tølini akkurát sum
tey eru, so kann Javnaðarflokkurin
skipa samgongu við Akseli V. Johann
esen sum løgmanni, saman við Tjóð
veldi og Framsókn. Hesir flokkar hava
drigið somu línu í fleiri málum – og so
seint sum fyri 10 døgum síðani vísti
Poul Michelsen á, at hann saman við
Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum
er samdur í fleiri málum, sum áttu at
verið nátúrlig hjá borgarligum liberal
um flokkum sum Fólkaflokkinum og
Sambandsflokkinum.
Men so einfaldur er politikkur
kortini ikki. Aksel Johannesen hev
ur fleiri ferðir víst á og lagt dent á, at
hann ikki hevur avskrivað Sambands
flokkin. Hann sigur seg vóna, at »Sam
bandsflokkurin kemur aftur á beint«,
og sipar hann tá til, at flokkurin – um
hann kvettir við Fólkaflokkin, aftur
verður at kenna sum tann tradition
elli sosial-liberali flokkurin, so sum
Edmund Joensen og onnur sambands
fólk eisini fleiri ferðir hava víst á.
Javnaðarflokkurin og Sambands
flokkurin fáa tilsamans 15 tingsessir,
so teimum tørvar tveir afturat. Tað
kundi so verið annaðhvørt Framsókn
ella Miðflokkurin – ella kanska báðir.
Ein triðji møguleiki er so, at sit
andi samgonga heldur fram. Men
tað krevur, at Framsókn kemur upp í
samgonguna – og tað tykist í verandi
løtu treyðugt hugsandi.
Trupulleikin hjá Aksel Johanne
sen er tó tann, at Kaj Leo Johannesen
eisini situr sum løgmaður aftan á val
ið. Tað styrkir um útgangsstøðið hjá
Sambandsflokkinum at skipa nýggja
samgongu. Tað sást eisini í 2008, tá
Jóannes Eidesgaard bleiv løgmaður
í CHE samgonguni, hóast Tjóðveldi
hevði tveir tingsessir fleiri enn Javn
aðarflokkurin. Hann hevði tá fyri
munin av at sita sum løgmaður.
Fullveldissamgongan tykist ikki
sum ein møguleiki. Tjóðveldi kann
ikki velja Jørgen Niclasen til løgmann.
Og Fólkaflokkurin velur ikki Høgna
Hoydal til løgmann.
Løgmanskandidatarnir eru tí sam
bært hesi kanningini taparin Kaj Leo
Johannesen ella vinnarin Aksel V.
Johannesen.
Johannesen ella johannesen
– Kom upp úr sofuni!
– Kom og set tína nál í Før
oyar!
Við hesum lýsingasetn
ingum hevur Smyril Line
marknaðarført seg á evrop
iska meginlandinum síðan í
fjør. Og nógv bendir á, at slíkt
fær fólk at kvaklast við og fáa
eyguni upp fyri Føroyum.
– Serliga í Danmark er
áhugin stórur í ár. Tað sóu vit
seinasta vikuskiftið á størstu
frítíðarmessuni í Danmark,
»Ferie for alle«, har áhugin
fyri Føroyum var størri enn
nakrantíð. Smyril Line hevði
egnan bás, og bæði faldarar
og ferðatilboð vórðu skrødd
burtur.
Tað sigur Henny á Líknar
gøtu, sølu- og marknaðarleið
ari hjá Smyril Line.
Men einki kemur av ong
um. Smyril Line hevur sein
astu fimm vikurnar verið
óvanliga sjónligt á danska
marknaðinum.
– Vit halda fram. Saman
við Visit Faroe Islands hava
vit júst nú eitt sjónvarpsátak
í danska TV2. Sjónvarpsher
ferðin varir í fýra vikur.
Henny á Líknargøtu sig
ur, at í lýsingunum royna
tey mest eftir donskum ferð
afólkum, ið eru eldri enn 50
ár. Tey eru áhugað í náttúru,
og tey eru komin eftir, at tey
vilja royna okkurt annað.
– Okkara boðskapur í
Danmark og Evropa annars
er einfaldur: Tað er lætt at
ferðast. Ferðin við Norrønu
er ein uppliving. Í Føroyum
eru øðrvísi upplivingar at fáa.
Náttúran er í nánd. Mentan
in er serstøk. Og so er Smyril
Line einasta chruise-reiðarí
ið í Norðuratlantshavi, sum
siglir bæði til Føroya og Ís
lands, sigur hon.
Vænta fleiri danir á vitjan í ár
Nú eru fólk farin
at siga »svimja í
havinum«, tosað
verður um »hav
svimjing«, og vit
hava enntá fingið
eitt
»Havsvimji
felag«. Tað verður
spurt á eini heim
asíðu, ið vendir
sær til børn:
»Hví eru tit farnar at
svimja í havinum?« Og
genturnar svara sjálvandi,
hví tær eru farnar at svimja
í »havinum«. Hetta er ein
rættiliga nýkomin ávirkan
úr donskum, ið ger um
seg. Tí vit svimja í sjónum,
vit detta ella leypa á sjógv,
fiskur svimur í sjónum, og
tað er kyrt í sjónum. Og ein,
ið hevur sítt yrki á sjónum,
er sjómaður.
»Sjógvur« er tilfarið, t.
e. samfeld heild av søltum
vatni, ið fevnir um jarð
arknøttin, og tað stendur
eisini sum mótsetningur
til land, t.d. bæði á sjógv og
landi.
»Hav« er tað víða, ið
fevnir landa millum og er
uttansyndis. Ert tú úti á
havinum, ert tú uttan fyri
landoddarnar,
t.d.
kann
ein grind fara til havs, ein
bátur kann verða tikin til
havs av vindi og eitt skip
kann stevna til havs. Og teir
gomlu vistu, hvat tað var at
rógva havróður.
So tað ræður um at orða
seg við skili og hava í huga,
at fiskur svimur í sjónum,
og tað gera vit eisini, um vit
leypa á bláman.
Løgmaður verður taparin
ella vinnarin Johannesen
Málráð
frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum
Sjógvur – hav
Áhugin hjá dønum at ferðast til Føroya er størri enn nakrantíð, sigur
Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarleiðari hjá Smyril Line