týsdagur 26. februar 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. februar 2013 · Nr. 24
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Gunnar Skúvadal
– Vit kunnu ikki seta okkum
hendur í favn, vit noyðast
at arbeiða. Tað sigur Hjalti
Josephsen, stjóri og annar
eigarin av smápartafelag
num Norðhús í Konkurs.
Í bløðunum um viku
skiftið standa ognirnar hjá
Norðhús til sølu, millum
annað ein stórur virkisbygn
ingur í Klaksvík, jørð á Norð
oyri, bilar og ymisk amboð.
Norðhús
var
ein
av
stóru byggifyritøkunum í
Norðoyggjum. Teir hava eitt
nú bygt fleiri av bygningun
um í Klingrugarði, gjørt stór
umvælingararbeiði og bygdu
eisini fleiri íbúðir á Norðoyri
at selja. 38 ársverk vóru í fyri
tøkuni.
- Men kreppan fekk okk
um aftur, og nú stóð á at
svara hvørjum sítt, sigur
Hjalti Josephsen, sum átti
Norðhús saman við bróðri
num Rógva Josephsen.
- Vit gjørdu ov stórar íløg
ur í teimum góðu tíðunum,
tá bankarnir vóru sera fegnir
um at lána út. Vit keyptu
nógvar maskinur og jørð at
byggja á, men nú bleiv ov lít
ið at gera, sigur hann.
Sambært seinasta innlæt
na roknskapinum var hallið í
2011 góðar 600 túsund krón
ur. Seinastu fimm árini er
samlaða hallið tó umleið 4,5
milliónir. Eginpeningurin var
góðar tvær milliónir krónur
við árslok 2011.
Í seinasta roknskapinum
síggjast eisini ískoytisupplýs
ingar frá grannskoðaranum,
sum millum annað sigur,
at framtíðar raksturin hjá
felagnum er treytaður av,
at fíggjarstovnur felagsins
framhaldandi er sinnaður at
fíggja virksemið.
Samlaða
skuldin
við
árslok í 2011 var góðar 16
milliónir, harav umleið 9
milliónir
langfreistað,
og
fyri
tað
rindaði
felagið
góðar 1,2 milliónir í rentu.
Jørð,
virkisbygningur
og
rakstrargøgn standa bókað
til góðar 10 milliónir krónur
í seinasta innlætna rokn
skapinum.
Ongin mvg skuld
Norðhús er kortini, sambært
stjóranum, ikki millum tær
fyritøkurnar, sum hava gjørt
sær dælt av at lata standa til
við mvg skuld til landskass
an. Hjalti Josephsen sigur,
at alt mvg hjá Norðhús varð
avroknað fram til teir sleptu
endanum.
- Vit góvu tilboð inn uppá
almenn arbeiði í fjør summ
ar. Og tá er neyðugt við vátt
an um, at øll skuld til tað
almenna er goldin, so har
er onki at koma eftir, sigur
Hjalti Josephsen.
Halda kortini fram
Í fjør fingu menninir aftan
fyri smápartafelagið Norð
hús arbeiðið at grava út í
samband við skúlaútbygging
á Viðareiði. Tað gjørdu teir
ígjøgnum felagið NH grevst
ur. Sambært heimasíðuni hjá
Viðareiðis Kommunu skuldi
tað arbeiðið vera liðugt í
mars, og í apríl skuldi av
gerð takast um, hvør skuldi
standa fyri sjálvari útbygg
ingini. Onki meir stendur á
heimasíðuni hjá Viðareiðis
kommunu um, hvør fekk ar
beiðið at byggja, men Hjalti
Josephsen váttar, at tað eru
eisini teir sum gera arbeiðið
at byggja út skúlan á Viðar
eiði.
Tað arbeiðið verður liðugt
í summar, áðrenn skúlabyrj
an.
Fleiri feløg
Sambært
seinasta
rokn
skapinum hjá Norðhús, so er
smápartafelagið NH Grevst
ur 100 prosent ogn hjá smá
partafelagnum Norðhús, nú
Norðhús í Konkurs. Hetta
sæst tó ikki aftur í rokn
skapinum
hjá
smáparta
felagnum NH Grevstur sama
ár.
Hjalti Josephsen sigur, at
teir nú hava keypt ognirnar
hjá NH Grevstur frá Norð
hús.
Eginognin
hjá
NH
Grevstur var við árslok 2011
góðar 700 túsund krónur.
Men felagið sum byggir
skúlan á Viðareiði er eitt
triðja felag, sum eitur NH
Betong.
- Men er tað ikki óheppið,
at tit halda fram at arbeiða
sum um onki var hent?
- Tað veit eg ikki, vit noyð
ast at sleppa at arbeiða. Hvat
er alternativið? At vit seta
okkum hendur í favn?
- Er ikki vandi fyri, at onk
ur fær ilt í afturpartin og
kallar tykkum konkursrytt
arar?
- Um onkur fær ilt í aftur
partin veit eg ikki. Her er so
alt farið fram eftir bókini,
sigur Hjalti Josephsen at
enda.
gunnar@sosialurin.fo
Vit eru ikki
konkursryttarar
VINNA Meðan ognirnar hjá smápartafelagnum Norðhús standa til sølu, tí felagið er
farið á húsagang, byggja eigararnir skúlan á Viðareiði út í øðrum felag
Rakstur
2010
2009
2008
Bruttovinningur................................10.231..........................11.002..................................8.224
Starvsfólkakostnaður........................9.356............................8.564..................................7.499
Annar rakstrarkostnaður.......................... 0.................................... 0..........................................0
Avskrivingar............................................843............................1.052..................................1.138
Úrslit áðrenn rentur.................................32............................1.386................................... -413
Fíggjarligar inntøkur................................14..................................35....................................... 74
Fíggjarligar útreiðslur........................1.623............................1.090..................................1.788
Úrslit áðrenn óvanligir postar.........-1.577................................331................................-2.127
Óvanligir postar.......................................... 0................................174..........................................6
Úrslit áðrenn skatt............................-1.577................................505................................-2.121
Skattur......................................................... 0.................................... 0..........................................0
Ársúrslit..............................................-1.577................................505................................-2.121
Ogn
Immateriell støðisogn............................... 0.................................... 0..........................................0
Materiell støðisogn..........................10.793..........................11.067...............................12.219
Fíggjarlig støðisogn...........................2.371............................3.046..................................3.287
Støðisogn..........................................13.164..........................14.114...............................15.506
Vørugoymsla.......................................1.391................................346..................................1.086
Áogn.....................................................6.848............................7.681..................................6.046
Tøkur peningur...................................4.528................................350..................................1.453
Ogn í umferð.....................................12.767............................8.376..................................8.585
Ogn tilsamans...................................25.931..........................22.490...............................24.091
Eginpeningur, avseting og skuld
Partapeningur.........................................200................................200.....................................200
Grunnar................................................3.877............................3.823..................................3.707
Fluttur vinningur...............................-1.528..................................49................................... -456
Eginpeningur.......................................2.549............................4.072..................................3.451
Avsetingar...............................................183................................237.....................................353
Langfreistað skuld.............................8.964............................9.431...............................10.035
Stuttfreistað skuld...........................14.235............................8.749...............................10.252
Skuld tilsamans................................23.199..........................18.180...............................20.287
Eginpeningur, avs. og skuld............25.931..........................22.489...............................24.091
kelda:vinnuvitan.biz
Somu menn , sum áttu
Sp/f Norðhús, byggja
skúlan á Viðareiði
Mynd: Daniel Viðoy
Roknskapartøl hjá Sp/f Norðhús