Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2013 · Nr. 24 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Útboðið veksur – ikki eftirspurningur Bæði í avreiðingarliðnum og søluliðnum eru menn samdir um, at eingin samanhangur er í løtuni millum útboð og eftirspurning av eitt nú toski á bretska marknaðinum Vilmund Jacobsen Gjøgnumskygni í fiska­prís­ um, bæði her heima í Før- oyum og uttanlands, er rætti­ liga stórt, og nakni veruleikin er, at feskur fiskur í løtuni hevur sera vánaligan prís. Mánadagurin var helst størsti dagur í nøgd á Fiska­ marknaði Føroya í ár. Tá seldi marknaðurin sløk 280 tons av fiski fyri stívliga 3 miljónir krónur. Fleiri línuskip land­ aðu, og fiskasløgini vóru mest toskur, hýsa, longa og brosma. Hendan dagin vóru fiska­ prísirnir so lágir, at sjálvt størsti toskurin fór ikki upp um 13,59 í miðal - og besta hýsan fór fyri 10,68 krónur í miðal fyri kilo. Dýrasta longan og dýrasta brosman fóru fyri miðalprísin 10,96 og 6,14 krónur fyri kilo. Samanlagt var miðal- prís­urin fyri sløk 280 tons á søluni mánadagin 11,09 krón­ ur fyri kilo. Lækkaði meiri Aftur í gjár var fiskaprísurin á Fiskamarknaði Føroya lág­ ur - og enn lægri enn mána­ dag­in. Í gjár seldi marknaðurin góð 24 tons fyri slakar 230.000 krónur. Tað gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á einans 9,47 krónur fyri kilo. Í gjár lá miðalprísurin á toski millum 9 og 13,10 fyri kilo, og prísurin á hýsu lá úr 6,60 upp í 10,19 krónur fyri kilo. Prísirnir á longu lógu úr 9 upp í 11 - og prísirnir á brosmu úr 4 uppí 6 krónur í miðal fyri kilo. Trupult at spáa Tað er altíð trupult at spáa um fiskaprísir, og hvussu gongdin verður frameftir. Men, tann fiskur, sum er seldur, selist ikki umaftur og teir túrar, sum ikki eydnaðust í prísi, tó at nøgdin var á ein­ ari leið, gerast heldur ikki umaftur. Bæði skip og manningar bløða, tá fiskaprísirnir eru so lágir, sum teir hava verið í Føroyum seinastu tíðina. Í stuttum kann sigast um gongdina í ísfiskavinnuni beint í løtuni, at Føroyar eru ein fiskivinnutjóð - við ong­um fiskaprísum, og tað merk­ist bæði hjá skipum og manningum. Vilmund Jacobsen Meðan tilmælta toskaveiðan í ES-sjógvi, norskum-og ís­ lendskum sjógvi í ár er á eina miljón tons, liggur árliga føroyska toskaveiðan undir Føroyum um eini 8.000 tons árliga í løtuni. Jens Christian Olsen, stjóri á Fiskamarknaði Før­ oya, sigur, at hann í sínum starvi hevur ikki fingurin so neyvt á pulsinum, tá ræður um útlendska marknaðin. – Men, vit vita, at nógvur norskur og íslendskur toskur er á bretska marknaðinum í løtuni. Londini hava góða toskaveiði, og ikki minst úr Noregi hoyrist um rokveiði eftir toski. Stjórin ivast onga løtu í, at floymurin av norskum og íslendskum toski á bretska marknaðinum trýstir bæði føroyska toska-og hýsuprísin í løtuni. – Hyggja vit at prísunum fyri longu og brosmu, hava hesir heldur ikki verið nakað serligir í seinastuni. Hesi fiska­sløg fara í størstan mun til saltfisk, sum verður virk­ aður í Føroyum og útfluttur. Jens Christian Olsen held­ur, at ein onnur orsøk til vánaligu prísirnar á markn­ að­inum í Føroyum í løtuni, er búskaparkreppan, sum fram­vegis setir síni spor í Bretlandi og Suðurevropa. – Kreppan, sum tók seg upp á heysti í 2008, er ikki avhasað enn og eisini bretar, sum keypa stóran part av okkara feskfiski, dragast við kreppuna. Stjórin á Fiskamarknaði Føroya slær fast, at eftir­ spurningurin eftir fiski og fiskavørum als ikki er øktur í sama mun sum útboðið. -– Tá útboðið av fiski gerst so stórt, sum tað hevur verið í seinastuni, samstundis sum eftirspurningurin ikki økist - men kanska heldur er mink­aður - er tað náttúrligt, at fiska­prísurin fellur, sigur hann. Miðalprísir Jens Christian Olsen veit at siga, hvørjir miðalprísirnir á toski og hýsu hava verið á Fiskamarknaði Føroya sein­ asta mánaðin. – Hyggja vit at tíðini frá 28. januar til 26. februar, síggja vit, at miðalprísurin á toski 1, 2, 3 og 4 hevur ligið millum 12 og 14,50 krónur fyri kilo - alt eftir fiskastøddini. Um somu tíð hevur miðalprísurin á hýsu hendan mánaðin verið 9,50 krónur fyri kilo. Stjórin sigur, at tað serliga er hýsan, sum lutfalsliga hevur merkt størstu lækking­ ina í seinastuni, men bæði toskur, longa og brosma hava verið fyri prísfalli. Ein fiskivinnutjóð við ongum fiskaprísi Seinastu tíðina hava prísirnir á ísfiski í Føroyum verið sera lágir - fyri ikki at siga søguliga lágir. Stórur toskur fer fyri góðar 13 krónur fyri kilo, og stór hýsa fer fyri góðar 7 krónur fyri kilo. Prísirnir á brosmu og longu eru eisini lágir Tað merkist hjá skipum og manningum, at fiskaprísurin er so - søguliga - lágur í løtuni Mynd: FMF