Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2013 · Nr. 24 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jólini eru bæði komin og farin, og kanska situr tú við eini nýggjari fartelefon í hondini. Tillukku til tín, um so er! Tíverri er tað soleiðis, at oyratelefonirnar, sum fylgja við, ikki eru av bestu góðsku, og kanska hevur tú tørv á at brúka nøkur oyru upp á einar nýggjar, betri og snøggari oyratelefonir. Í dag er úrvalið seta stórt, og litirnir eru somikið nógvir, at tú fært sett tín dám á keypið. Og hartil er prísurin heldur ikki so øgiligur. Kriterium Hesa ferð hava vit fokus á on-ear og over- ear útgávum. Altso oyratelefonir við boyla, sum annaðhvørt er á ella omaná oyrunum, og kostnaðurin liggur um tær 500 krónurnar. Hartil hava vit sum krav, at tær skulu kunna nýtast til fartelafon ella aðra berbara eind, og tí skulu tær kenna meira enn 100 dB, so ljóðið verður nóg hart. Tá talan er um oyratelefonir, sum tú helst skalt hava við tær, hyggja vit eisini at, hvussu haldgóðskan og brúkaravinarligheitin er. Tær skulu tola eitt sindur meira enn tær, sum bara liggja við síðuna stólinum heima í stovuni. Og tá sannlíkindini eisini eru fyri, at fartelefonin verður nýtt sum tónleikadepil, krevja vit eisini, at oyratelefonirnar hava handsfree og mikrofon. Ymsar útgávur Oyratelefonir kunnu vera afturlætnar, hálvgum opnar ella opnar. Afturlætna útgávan hevur tann fyrimun, at ljóðdoyvingin úteftir er sera góð. Við øðrum oyrum forðar hon ljóði at fara út og at koma inn. Ein annar fyrimunur við afturlætnu konstruktiónini er, at bassurin sum heild er betri. Vansin er hinvegin, at ljóðið kann tykjast heldur innistongt. Opna útgávan er opin bæði móti oyrunum og úteftir. Opnar oyratelefonir kunnu geva eitt rúmligari og meira náttúrligt ljóð, men bassurin kann hinvegin tykjast heldur tamur. Vansin er hinvegin, at ljóðið lekur nógv út­ eftir, og tí kann hetta verað eitt órógvandi element hjá øðrum, um tú brúkar tær í eitt nú buss­inum ella á arbeiðsplássinum. Hálvgum opna slagið er ein útgáva, ið liggur millum omanfyrinevndu. Men tað er sjálvandi upp til einstaka brúkaran, hvør útgáva hóskar best. Testurin Eg testi oyratelefonirnar við míni iPhone og/ ella míni Sony Ericzzon Xperia. Eg nýti tær til og frá arbeiði, í venjingarmiðstøðini og annars í gerandisdegnum. Og tá eg ikki brúki tær, eru tær í taskuni. Nýtslan er til gerandisbrúk, og tað sama er slitið. Tónleikurin er sera fjølbroyttur, og fevnir um bæði vanligan, modernaðan og heilt klassiskan tónleik. Sum tilvísing havi eg valt at nýta tær opnu Sennheiser HD 598, har serliga E.A.R. tøknin (Ergonomic Acoustic Refinement) verður nýtt. Her er sniðgevingin so, at ljóðið verður vinklað sera javnt til sjálvt oyra. Slíkar snildir eru ikki á teimum, sum vit testa her. Vit finna heldur ikki bleytar velourpútur ella sniðgivnar trækomponentir í testinum, men við prísinum er huga er hetta heldur ikki ætlanin. Element-støddin er úr 30 mm hjá Sony til 42 mm hjá Denon, og fyri tað nógva eru oyra­tele­ fonirnar framleiddar úr plasti og aluminium. Tað merkir sjálvandi bæði ljóð og komfort, men hinvegin er prísurin á test-lutunum bara ein brotpartur av tí, sum HD 598 kostar. Lagt til rættis: Åsa Warme Gott fyri eyguni og mappuna Prísur: 450 krónur www.urbanears.com Prísur: 349 krónur www.skullcandy.com Prísur: 450 krónur www.cdon.com Fyri Ímóti Fyri Ímóti Fyri Ímóti Plattan eru lekrar, og við stóra litúrvalinum fært tú okkurt til bæði mammuna og lítla­ beiggjan. Boylin er klæddir við toyi, og tað er kanska eitt gott hugskot, men hinvegin verður hann lættari skitin. Heildarmetingin er ljóðmyndini er heldur dempað. Bassurin er keðiligur og lítið fjøl­broyttur, og millum- registarið kennist heldur trongt. Sum elegant tilhoyr riggar Plattan framúr, men tú kundi ynskt tær meira, tá talan er um ljóð. Hetta er millum bíligastu lutirnar í testini, og heildarfatanin er ymisk, alt eftir, hvønn lit tú velur. Hóast bleytt tilfar á boylanum og lættar oyrapútur er komforturin tíverri ikki tann allarbesti. Serliga tí oyratelefonirnar hava hug at glíða eitt sindur. Hinvegin fáa tær pluss, tí tær kunnu leggjast saman. Hóast talan er um lítlar og frekar oyratelefonir, so dámar teimum best klassiskan tónleik og vísur, har dempaða ljóðmyndin ikki merkist eins væl, sum hon ger við rocktónleiki. Leitar tú eftir einum heldur stuttligari oyratelefonum, har tú veruliga kanst undirstrika tína persónligheit, so skalt tú kanska hyggja aðrastaðni. Men er endamálið at finna einar lítlar oyratelefonir, sum eru lættar at hava við sær, og sum hartil geva eitt ok ljóð, er Cresyn eitt fínt val. Klassiskur tónleikur og vísur ljóða væl, men dámar tær rock-tónleik við góðum bassi, so er hetta kanska ikki besta valið. Úrvalið hjá Urbaears minnir um ein bomm-handili – litir av alskyns lag. Her fæst alt úr kolasvørtum til kanariugult Í vár testaði eg Uprock, ið ikki var serliga imponerandi, um sæð verður burtur frá litmøguleikunum. Nú havi eg Lowrider í hondunum Oyratelefonirnr frá Cresyn vinna kanska ikki virðisløn fyri sniðgeving. Men vilt tú hava lítlar og smidligar oyratelefonir, sum kunnu búgva í innaralummanum, so er ein møguleiki her Urbanears Plattan Elegant tilhoyr Skullcandy Lowrider Klædnadýr við stíli Cresyn C555S Til diskreta brúkaran Oyrabúffar: Tað er eingin loyna, at oyratelefonirnar, sum fylgja við eini vanligari fartelefon, ikki eru so góðar, sum tú kundi hugsað tær. Her hyggja vit nærri at nøkrum, sum betra ljóðið munandi, uttan at hetta skal tøma mappuna Ljóðgóðska ★★★★★★ Nýtsluvirði ★★★★★★ Brúkaravinarligt ★★★★★★ Góðskumeting ★★★★★★ Heildarmeting ★★★★★★ Ljóðgóðska ★★★★★★ Nýtsluvirði ★★★★★★ Brúkaravinarligt ★★★★★★ Góðskumeting ★★★★★★ Heildarmeting ★★★★★★ Ljóðgóðska ★★★★★★ Nýtsluvirði ★★★★★★ Brúkaravinarligt ★★★★★★ Góðskumeting ★★★★★★ Heildarmeting ★★★★★★ Stórt litúrval Leidningurin Prísurin Kunnu leggjast saman Kunnu leggjast saman Ljóðið Passformur Passformur Snið Slag: Afturlætnar Frekvensur: 20-20.000 Hz Impedans: 32 ohm Tónakensla: 112 dB Slag: Hálvopnar Frekvensur: 10-18.000 Hz Impedans: 32 ohm Tónakensla: Ikki upplýst Slag: Opnar Frekvensur: 10-21.000 Hz Impedans: 40 ohm Tónakensla: 110 dB tøkni Vit testa: Urbanears Plattan . . . . . . . . . . . . . . . . 450 kr. Cresyn C555S . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 450 kr. Sony DR-ZX302VP . . . . . . . . . . . . . . . . 439 kr. Skullcandy Lowrider . . . . . . . . . . . . . 349 kr. Coloud The Boom . . . . . . . . . . . . . . . . 300 kr. Philips SHL5205WT/10 . . . . . . . . . . . 499 kr. Urbanears Tanto . . . . . . . . . . . . . . . . . 299 kr. Denon AH-D510R . . . . . . . . . . . . . . . . . 699 kr.