Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 34

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2013 · Nr. 24 34 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 lýsingartorg Klaksvíkar Býráð hevur 11 býráðslimir og hevur m.a. hesar høvuðsuppgávur: virka sambært galdandi lóggávu – gerast betur før fyri at veita borgarunum, stovnum, vinnulívi, mentanarlívi, myndugleikum og øðrum áhugabólkum eina góða tænastu – samskipa umsitingina og raksturin hjá kommununi – verða betur før fyri at taka við nýggjum avbjóðingum í framtíðini – samskipa íløgurnar – skapa betri karmar fyri øktum virksemi í økinum – og kommunan skal eisini menna samstarvið við allar áhugabólkar. Í Klaksvíkar Kommunu eru 4.870 borgarar, íroknað Klaksvík og bygdirnar Svínoy, Árnafjørð, Ánirnar, Norðoyri, Mikladal og Trøllanes. Starvsfólkatalið í kommunini er 200. Harumframt eru hesir stovnar o.o. knýtt at kommununi: skúlar, tónlistaskúli, kvøld- og ung- dómsskúli, ungdómshús, bókasavn, svimjihøll, dagrøkt, barnagarðar, frítíðaransingar, læknamiðstøð, heilsusjúkrasystur, tannlæknar, kunningarstova, ruskpláss, sløkkilið, eldrasambýlir, dagtilhald, eldraíbúðir, virkishús fyri eldri og serflutningsbussur. Kommunan hevur eisini kommunalt samstarv við aðrar kommunur og myndugleikar. TEKNISKUR STJÓRI OG VINNU- OG MENTANARSTJÓRI Størvini Sum kunnugt hevur Klaksvíkar Kommuna sett kommunu- stjóra, og sum ein framhaldandi liður í nútímansgerðini av umsitingini eru nú tvey áhugaverd, spennandi og fjølbroytt størv sum tekniskur stjóri og vinnu- og mentanarstjóri leys at søkja. Stjórarnir verða partur av leiðslutoyminum og koma at vísa beinleiðis til kommunustjóran. Stjórarnir hava ábyrgdina av dagligu leiðsluni og menningini á hvør sínum øki og verða í stóran mun við til at skapa starvið umframt at menna umsitingina saman við leiðslu- toyminum og starvsfólkunum. Høvuðsuppgávurnar hjá stjórunum verða m.a. at: • menna og betra tænastustøðið til avvarðandi áhuga- bólkar • ráðgeva og vegleiða í spurningum innan avvarðandi øki • byggja upp eitt vælvirkandi og samskipandi leiðslutoymi saman við kommunustjóranum • byggja upp eina vælvirkandi umsiting innan avvarðandi øki, sum bygnaðarliga verður skipað í samskipandi toymir við tvørfakligum samstarvi • fremja skilagott samstarv og samskifti við avvarðandi áhugabólkar • ganga á odda, soleiðis at umsitingin frameftir verður í fremstu røð á avvarðandi ábyrgdarøkjum Førleikakrøv til stjórarnar Ynskt verður, at umsøkjarar hava: • viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra viðkomandi útbúgving saman við royndum • leiðsluroyndir frá tí almenna og/ella privata arbeiðs- marknaðinum - er tó ikki ein treyt, men kann vera ein fyrimunur Umráðandi er, at teir umsøkjarar, ið verða settir, hava: • leiðsluevni, sum skapa trivnað og menna starvsfólkini • førleikar og royndir innan toymisleiðslu og toymis- stamstarv • royndir og tev innan fíggjarstýring • góðar fyrisitingarligar- og málsligar førleikar • gott strategiskt skil og eru slóðbrótarar í verkseting av strategiskum arbeiði • nýhugsandi tankagongd, eru virkisfúsir og duga at seta greið mál og skapa úrslit • góð evni at raðfesta, samskipa og avhanda uppgávur • evni og vilja at taka avgerðir og standa við tiknar avgerðir • góð evni at lýsa sjónarmið fyri øðrum • góð evni og vilja at menna samstarvið og samskiftið við avvarðandi áhugabólkar • eru tænastusinnaðir, diplomatiskir, sterkir og álítandi Teir umsøkjarar, ið verða settir, skulu hava gott innlit í og vitan um tær treytir, sum eru galdandi í einari kommunalari umsiting. Tað er sera týdningarmikið, at umsøkjarar hava vilja og hegni at ganga nýggjar leiðir. Setanar- og lønartreytir Størvini verða lønt í 36. lønarflokki hjá Tænastumannafelag Landsins tó uttan at vera tænastumannastørv. Lønin er í løtuni 40.796,19 kr um mánaðin, og harumframt verða 15% goldin í eftirlønargjaldi. Talan er um áramálssett starv - 5 ár. Umsókn Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum við- komandi skjølum skal sendast til: Klaksvíkar Kommunu Nólsoyar Pálsgøta 32 Postsmoga 2 710 Klaksvík ella til t-post: klaksvik@klaksvik.fo Umsóknirnar verða viðgjørdar í trúnaði, og umsóknin skal verða Klaksvíkar Kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 11. mars 2013 kl. 12.00. Størvini verða sett frá 1. apríl 2013 ella eftir nærri avtalu. Ynskja tygum fleiri upplýsingar, kunnu tygum ringja til Tummas Eliasen, kommunustjóra, á tlf.: 410000. Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Klaksvíkar Kommunu: www.klaksvik.fo. Klaksvíkar Kommuna sóknast eftir tveimum dugnaligum, ágrýtnum og framskygdum stjórum at standa á odda fyri tekniska økinum og vinnu- og mentanarøkinum www.klaksvik.fo Akfør OPEL ASTRA SPORT TIL SØLU OPEL ASTRA SPORT 2.0 VIÐ SPORTSETRUM TIL SØLU 25000KR, BAGAGUBERARI Á KRÓK,BILBAR NASTÓLUR,KATALISATOR,4VØR UVOGNSDEKK 14TUM,ANNLEG, MÁLA,PUSSA,FLIGÓÐS 224910 Til Sølu !! Suzuki Wagon R 1,3, benzin frá ár 2000, til sølu fyri 6500 kr. Áhugaði ringið á tlf, 508210.. Arbeiði SETHÚSATEKNINGAR NÝTAST IKKI AT VERA DÝRAR TEKNINGAR TIL SETHÚS,BILHÚS,UMBYGGING OG TEKNINGAR TIL BYGGILOYVI ELISABETH MORTENSEN TLF,517244 Timburmenn sóknast til DK Nakrir tinmburmenn sóknast til typehús(rókfrít) virksemið tætt vi Àrhus. Búgvast kann á staðnum.Fyrimunur at hava adressu i Dk, men ongin treyt. 004522961852 Býli í Føroyum Ljós og góð íbúð í vesturbýnum í Havn til leigu. Atgongd til vaskikjallara og hjall. Við blindveg, góðum útsýni og góðum parkeringsmøguleikum, 5-10 min frá miðbýnum. Tlf. 21 79 42 Kjallarahøli í Miðbýnum til leigu Vælegna til skrivstovu,list, haldil og annað. Goðir parkeringsmøguleikar 282621 Íbúð til leigu Góð íbúð í Eysturbýnum til leigu, 1 kamar, gongd, bað og køkur/stova í einum, við atgongd til vaskirúm, møguligt er at flyta inn 1/3. 5.500 við øllum. 220672 Kamar við egið bað + tekøk Kamar við egið bað+tekøk til leigu mitt í Havn tætt við Sjómannsskúla til handaligan persón:3000kr/m 2m depositum. 585616 Íbúð Góð íbúð uml 85m2 við øllum hentleikum. Centralt, friðaligt nær Eysturskúlanum. kr. 5.800 + orkugjald. Einans til friðalig fólk. 510022 Hús í Miðvági Tormansgøta 1, klár at flyta inn í 1. mars. Leiga tey fyri 4.000 kr/mð ella keyp tey fyri uml. 5.000 kr/mð (+ ljós og hita). Tosa við bankan. Tlf 533100 Dansur Røst rivjaveitlsan Frá Cafe 22. Rivjaveitslan verður leygarkvøldið 23. mars kl. 19.30. Eisini fyri limir í fyrrverandi Tórshøll. Til borðhaldið verður m.a. røst riv, vælkomst, øl, snapsur og annað gott eisini. Sangur og undirhald. Aftaná borðhaldið verður góður dansur við Julianne Boys. Seinasta freist at tekna seg er mikukvøldið 20. mars. Vælkomin til eitt gott kvøld. Cafe 22 311565 Dýr Hundahvølpar Hundahvølpar kunnu fáast, bert til djóravinir,føddir jólanátt. Mamman er border collie. Pápin ókendur. 280460 Kaninungar til sølu 4 fittir kaninungar til sølu fyri 50 kr. stk. Tveir brúnir og tveir svartir. Eru klárir at heinta. 233474 Fundir Aðalfundur Eldrafelagið Vesturskin hevur aðalfund mikudagin 13 mars kl. 14.30 í sýslumanshúsinum í Vestmanna. nevndin Heygshagi á Strondum Hagafundur verður í Bygdarhúsinum 05.03.2013 kl 1900. Skrá: Ársroknskapur 2012, røktingarskipan, nevndarskipan og ymiskt. Út- & Sjónvarp LEIGA FLATSKERM SO HEVUR TÚ ALTÍÐ EITT TÓL SUM VIRKAR.ÓKEYPIS TÆNASTA OG ÚTKOYRING.EINKI DEPOSITUM. RADIOVERKSTAÐIÐ TLF 251160 Ymiskt flagtak ella græsplena Skullu tit leggja flagtak ella græsplenu í vár , so hava vit nakað av flag. ring skjótast. tlf 220203 220203 Páskareggjatombola PÁSKAREGGJA TOMBOLA við uml 500 eggum verður í Glæmuni í Kvívík sunnudagin 3 mars kl 16, kaffi og køkur til sølu.Vælkomin øll. KFUM skótarnir Kvívík. 721171 Fazer klaver Lítið brúkt FAZER klaver við bonki til sølu. Gevið eitt boð :) Mynd kann sendast 316687 ella 216686 AFTURKVARV Føroyingar ið vóru í Frederikshåb/ Holsteinsborg í Grønlandi 1969 - 1974. Stuttligt at møtst aftur til hugnakvøld í summar. Um áhugi boði frá sum skjótast á e-mail:dania-ludvig@hotmail. com ella á tlf 373626/259076 Maskinbindi treff Um áhugi er, verður maskinbindi treff í Kvívík vikuskifti 8. og 9. mars. Byrja verður kl 19 fríggjakvøldi og kl 10 leygamorguni. Kostnaður 100 kr. At hava við lampu, okkurt pálegg ella kaku og tað góða lagi. Tekning við at ringja og skriva hvat tit hava við. Tlf 227701