Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 42

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27. februar 2013 SOSIALURIN FÓTBÓLTUR 2013 2 Sunnudagin verður kappingarárið 2013 í fótbólti skotið í gongd við stórsteypadystinum millum meistararnar úr EB/Streymi og steypavinnararnar úr Víkingi, sum er fyrsti almenni fótbóltsdysturin hjá monnunum hetta kappingarárið. Nú stór­ steypa­dysturin verður fyri sjeyndu ferð á rað í hesum umfari, tykist hesin dystur eisini vinna sær alsamt størri tign sum veruliga ársbyrjanin í fótbólti, og tað er bara stak hugaligt. Í bestu mansdeildini í fótbólti eru eisini átta onnur lið, ið bíða spent eftir at sleppa í gongd, men tey mugu so bíða eina viku longur enn hesi bæði, sum í einum dysti fara at kappast um ársins fyrsta steyp. Hinvegin hava øll liðini verið í gongd í rúma tíð, og tíbetur hevur veðrið skikkað sær so væl, at tað hevur borið til at spælt eina rúgvu av venjingardystum. Fótbóltsvenjararnir hava havt sína kapping og eisini er Klaksvíkskappingin avgreidd, umframt allar aðrar venjingardystir, sum hava verið. Sostatt hevur borið til hjá flestu liðum í Effodeildini at fyrireikað seg eftir løgdu ætlanini. Hóast slakir fimm mánaðir eru farnir, síðani síðsta kappingarár endaði, hevur kók alla tíðina verið í fótbóltspottinum, tí vetrarmánaðirnar valdar spenningurin um, hvussu liðini fara at verða mannað í komandi kappingini, tí hóast pengarnir ikki tykjast vera teir somu í føroyskum fótbólti, eru enn nógv skifti millum feløgini, tá tað ber til at flyta. Av tí sama hevur eisini verið ein ávísur aktivitetur á tí økinum, uttan at talan tó hevur verið um nakrar beinleiðis skelkandi flytingar, tí tað nógva hevur háttað seg, sum tey flestu helst høvdu væntað. Liðini, sum kappaðust um oddasessin í fjør, royna at halda tørn, men í øllum førum hava trý tey fremstu skift venjara og eisini einstakar spælarar, so har er ikki alt akkurát líka sum í fjør. So er spurningurin, um feløgini aftan fyri tey hava megnað at dubbað seg, so tey betur skulu vera før fyri at bjóða av í ár. Sum tað so ofta vísir seg, er kanska okkurt av teimum fremstu viknað eitt sindur, meðan onkur av teimum aftaru tykjast betur fyri við manning, nú hetta kappingarárið stundar til. Og so eru tað sjálvandi tey bæði liðini, sum eru flutt upp og gjarna vilja hava sum minsta mál, at plássið í Effodeildini verður varðveitt. Teirra virði ber sjáldan til at siga stórvegis um, fyrrenn fyrstu dystirnir eru spældir. Vanliga er torført hjá liðum at fóta sær í bestu deildini, men undantøk eru eisini, so tí er altíð spennandi at vita, hvat uppflytararnir hava at bjóða. Nú fótbólturin aftur fer á rull, eru vit í Miðla­ húsinum til reiðar at taka dystin upp, og sum vanligt, fara vit at gera tað møguligt hjá lesarum og lurtarum okkara at fylgja so væl við, sum tað ber til. Við okkara trimum miðlum, sum eru Sosialurin, Portalurin og Rás, kunnu vit upp á ymsar mátar greiða frá tí, sum fer fram, so vit eru altíð eitt gott mið, um fótbóltsáhugaði føroy­ ingurin vil vita meira. Aftur í ár fara vit at spíla okkum út, og er hetta fótbóltsblaðið, sum nú kemur í hvørt hús í landinum okkara startskot til enn eitt spennandi kappingarár í fótbólti, sum vit øll gleða okkum til. Fótbólturin aftur á rull Blaðstjórn Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Blaðfólk Jóannes Hansen Tróndur Arge Uni Holm Johannesen Eyðun Klakstein Heri Simonsen Pætur Albinus Hilmar Jan Hansen Rólant Waag Dam Myndafólk Álvur Haraldsen Umbróting/snið Pætur Eyðunsson Jensen Lýsingar Eyðun Samuelsen Birgir Waag Høgnesen Útgevari Sp/f Sosialurin Prent Prentmiðstøðin Postsmoga 76, 110 Tórshavn Tel 341800, post@sosialurin.fo www.sosialurin.fo Gott kappingarár! Tilfar úr hesum blaði kann bert verða endurgivið, um loyvi er fingið til tað frammanundan frá viðkomandi blað- ella myndafólki.