Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27. februar 2013 SOSIALURIN FÓTBÓLTUR 2013 4 F elags fyri teir allar var, at teir vóru við til at manna verjuna og verjukendu miðvallar­pláss­ ini. Rúni Nolsøe er nýggjur venjari í EB/Streymi, og Meinhardt Dalbúð er royndur hjálparvenjari. Frammi á vøllinum verður neyvan nakar trupulleiki at fáa spælið at rigga, um tað longri afturi fæst at hanga saman. René Tórgarð er framvegis sera tryggur og sannførandi málverji, og Marni Djurhuus, sum ivaleyst telist millum bestu miðverjar í landinum, er álit frammanfyri málverjan. Rógvi E. Nielsen er fluttur úr Vágum og í Sundalagið, har hann tykist vera besta boðið upp á plássið undir liðini á Marna Djurhuus. Gert Hansen er sjálvskrivaður á høgra vong­verja. Í hinum verjuborðinum eru tað 17 ára gamli Jóhannes Hansen og 19 ára gamli Árni G. Olsen, sum kapp­ ast um plássið. Í fremstu røð eru Leif Niclasen, sum í vetur hevur verið eitt sindur skaðadarvaður, Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen sjálvskrivaðir. Samanspælið og innanhýsis fatanin teirra millum er framúr. Veikleikin kann verða, at bæði Hans Pauli og Arnbjørn í langa tíð hava verið so mikið skaðaplágaðir, at tað ikki hevur borið teimum til at venja við fullari ferð. Men higartil hevur tað ikki sæst aftur á dystar­avrikunum. Nýggjur millum álopsspælararnar og møguliga á fram­rættaðum miðvallarplássi er Gunnar Zachariassen, sum áður hevur spælt í Brøndby og sum seinnapartin av kappingini í fjør var í B36. Í fjør vann arbeiðssami og skila­ góði Niels Pauli Danielsen sær fast pláss á sentrala mið­ vøllinum. Levi Hanssen, sum verður burturstaddur inntil í mai, hevur seinnu árini verið drúgvur, og tað hevur Pætur Dam Jacobsen eisini. Brian Olsen, Poul G. Olsen, Arnar Dam, Gestur Dam og Ólavur Ejdesgaard venja allir hugagóðir og bíða eftir, at teir skulu fáa møguleikan. Hjá Rúna Nolsøe og øllum hansara monnum er nógv at liva upp til. Síðani 2006 hevur endastøðan ongantíð ver­ið verri enn næstfremsta plássið. Tvey FM heiti og fýra sigrar í finalum um løgmanssteypið er so framúr, at tað næst­an ikki ber til at ímynda sær, at tað skal bera til at halda fram við røðini. Men eydnast tað at fáa verjupartin at hanga saman og ikki minni í myndanini av álopum at tippa holini eftir Sorin Anghel og Paula G. Hansen, so er tað væl hugsandi, at EB/Streymur enn eina ferð verður við í kapp­ingini um heiðursmerkini. Trúgva fjøldin, sum sýnir felagsliðnum so stóran áhuga, hevur mest sum verið í barrónaseingini í fleiri ár. Tey vita, at tað er lítið sannlíkt, at teirra lið altíð fer at standa seg so væl, sum tað hevur gjørt seinnu árini, og harvið at tað er møguleiki fyri, at tað eftir hesi sjey feitu árini kunnu koma soltnari ár. Tey fegnast um, at frágongdin ikki varð so stór, sum tað eina ferð í vetur ljóðaði, at hon skuldi verða, og nýggju menninir á beinkinum og teirra lið hava sett sær fyri at arbeiða fyri at lyfta arvin eftir Heðin Askham og veteranarnar, sum nú hava takkað fyri seg! Verjan skal skipast av nýggjum ■■■ Tá ið FM heitið síðsta heyst fyri aðru ferð var komið til høldar við Margáir, vóru tað fleiri av lyklapersónunum, sum mynstraðu av. Heðin Askham takkaði fyri seg sum venjari, og Egil á Bø, Sorin Anghel, Jónhard Frederiksberg og Pauli G. Hansen bóðu eisini farvæl Marni Djurhuus verður allarhelst arvtakarin eftir veteranin Egil á Bø, ið langt um leingi leggur frá sær ■■■ Mál 1 René Torgarð 24 Jákup Andreas Hansen Verja 2 Rógvi E. Nielsen 3 Árni G. Olsen 4 Gert Hansen 12 Marni Djurhuus 21 Ólavur Ejdesgaard Miðja 6 Pætur Dam Jacobsen 7 Levi Hanssen 11 Hans Pauli Samuelsen 14 Jonstein Magnussen 15 Hanus Egil Olsen 17 Niels Pauli Danielsen 18 Brian Olsen 19 Gestur B. Dam 20 Jóhannes Hansen Álop 5 Poul G. Olsen 9 Arnar Dam 10 Gunnar Zachariassen 13 Jens Michael Jensen 22 Arnbjørn Hansen 23 Leif Niclasen Venjari: Rúni Nolsøe Tilgongd Rógvi E. Nielsen, Brian Olsen og Gunnar Zachariassen Frágongd Sorin Anghel, Egil á Bø, Jonhard Frederiksberg og Pauli G. Hansen EB/Streymur bakgrund ■■■ 3. PLÁSS vit tippa: