týsdagur 26. februar 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27. februar 2013
SOSIALURIN
FÓTBÓLTUR 2013
6
EB/Streymur profilur ■■■
H
ann hevur í mong ár verið mettur millum
landsins bestu leikarar, bóltsnillingurin úr
Vík. Fáur í Føroyum kann handfara leður
kúluna so hegnisligt og elegant sum hann.
Hann hevði sín avgjørda lut í gullkrónunum, sum hann
vann saman við liðfeløgunum í fjør. Og aftur í ár varð hann
settur í samband við bæði Víking og AB, men enn einaferð
fall valið á barndómsfelagið og nýggjur tveyárasáttmáli
varð undirskrivaður.
Hans Pauli Samuelsen er í dag 28 ára gamal, og um
boðar enn sum áður EB/Streym. Tað hevur hann altíð gjørt.
Øll barnaárini, áðrenn EB og Streymur gjørdust eitt og sama
felag, spældi hann í grønu streymablusunum. Karmurin var
tann sami sum í dag, um ikki heilt so tiltalandi. Vøllurin í
Streymnesi, sum einki navn hevði, var tað bera grús og
umklæðingarrúmið var ein slitin og kaldur skúrur. Men
her tuskaði hann runt, driblaði og vísti síni kynstur. Fyri
20 árum síðani. Fleiri av liðfeløgunum tá hevur hann enn.
Marni Djurhuus, Gert Hansen, Arnbjørn Hansen og Brian
Olsen. Bárður Olsen var eisini fastur fúsur millum hesar,
men hann spælir nú í HB, og seinni legðist Leif Niclasen
aftrat hesum liðnum.
Tosaði við onnur
2013 var ógvuliga nær við at vera árið, tá Hans Pauli leit
aði burtur frá EB/Streymi fyri fyrstu ferð. Ólíkt so mongum
øðrum viðgongur hann púra blankt, at hann var í samráð
ingar við onnur feløg enn EB/Streym.
– Eg veit ikki heilt. Vit tosaðu aftur og fram, men í
síðsta enda bleiv tað til EB/Streym. Tað er eisini tað besta
fyri meg. Tað passar mær best í allar mátar. Eg kundi
sjálvandi valt at roynt okkurt nýtt, men eg valdi hetta.
Her eru nógvar spennandi avbjóðingar. Millum annað eru
fleiri ungir menn á veg inn á liði. Og hjá teimum er tað í
øllum førum gott at hava onkrar royndar leikarar at stuðla
sær, heldur Hans Pauli Samuelsen.
Gott við ungum fólki
Hetta kennir hann alt til sjálvur. Tá hann sum 17 ára gamal
gjørdist partur av besta liðnum hjá EB/Streymi í 2002 vóru
tað menn sum Jákup Martin Joensen, Ronnie Samuelsen,
Jón Sigurð Gleðisheygg, Andrzej Pacek og Gunnar á Steig,
sum bóru liði. Eitt lið, sum stríddist fyri sessinum í bestu
deildini. Hesir eru allir givnir, og nú er tað Hans Pauli og
hansara javnaldrar, sum skulu fylla teirra skógvar – og tað
gera teir. Nú er EB/Streymur við í dystinum um heiðurs
merki hvørt einasta ár, men tað hevur sín prís.
– Tað er eingin ivi um, at tað var lættari hjá okkum at
koma á liði tá. EB/Streymur var eitt botnlið og hevði brúk
fyri øllum góðum fólki. Vit komu meiri ella minni beint inn
á liðið og fingu ábyrgd. Nú vit stríðast í toppinum síggja
vit, at tað ikki eru nógvir ungir komnir inn. EB/Streymur
hevur í stóran mun keypt teir leikarar, ið mangla. Men nú
er tó øðrvísi. Vit hava fleiri ungar menn, sum hava fingið
eitt sindur av spælitíð og skulu hava uppaftur meiri. Tað
EB/Streymur
er tað besta
fyri meg
■■■ Har vóru fleiri feløg framvið. Faktiskt var tað rættiliga
nær við, at hann skifti felag fyri fyrstu ferð. Men Hans Pauli
Samuelsen valdi enn einaferð barndómsfelagið fram um aðrar
avbjóðingar. Og avbjóðingar fær hann nokk av í 2013
er bara gott við ungum fólki. Teir blíva ikki góðir fyri EB/
Streym, um teir ikki fáa spælitíð her, sigur Hans Pauli av
gjørdur.
Tekur allar avbjóðingar
Hóast stóra útskifting í hópinum, har menn sum Egil á Bø,
Pauli G. Hansen, Jonhard Frederiksberg og Sorin Anghel
hava takkað fyri seg, meðan yngri og ikki eins royndar
kreftir skulu taka við, so er Hans Pauli bjartskygdur.
– Vit fara sjálvandi eftir øllum, sum er at vinna. Men tað
er ongantíð lætt at endurvinna eitt føroyameistaraheiti. Vit
mist fýra sera royndar leikarar, og skulu skipa eina nýggja
verju. Frameftir vøllinum hevur útskiftingin tó ikki verið so
stór. Fáa vit alt at rigga, so hava vit eitt sera gott lið, men
slíkt tekur tíð, sigur Hans Pauli Samuelsen.
Hans Pauli
Samuelsen var
nær við at skifta
felag, men valdi
barndóms
felagið ■■■
EB/Streymur
Stovnað 13. februar 2011
Formaður Heðin Mortensen
Meistari (2) 2008, 2012
Steypavinnari (4) 2007, 2008, 2010, 2011
Greipuvinnari (1) 2008
Í bestu deildini (14 ár) 1994, 2001-
Í Europa (6) 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2012
3.
PLÁSS
vit tippa: