Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 48

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27. februar 2013 SOSIALURIN FÓTBÓLTUR 2013 8 F ram ímóti kappingarenda í fjør var møguleikin at vinna FM dygst undir borðinum, men tað kiksaði. Í triði síðsta umfari megnaði illa kroysta B68 málleysan javnleik á heimavølli ímóti ÍF, og harvið var tað mest sum greitt, at úrtøkan hjá ÍF fór at verða silvurkrónurnar. Spælarayvirlitið sigur, at útskiftingarnar hava verið nógvar síðani í fjør. Níggju av teimum sekstan, sum spældu mest á besta liðnum, eru ikki longur í Fuglafirði, og venjarin er eisini skiftur út. Kortini halda teir í ÍF seg vera hampuliga væl fyri. Liðið er mannað við eldri og sera roynd­um spælarum og so ungum og evnaríkum monn­- um. Setningurin er nú hjá Alberti Ellefsen at fáa heildina at rygga. Í fjør átti ÍF stinnastu verjuna av øllum í bestu deildini. Bara 23 ferðir – ella minni enn eina ferð í miðal í hvørjum umfari - noyddist ÍF málverjin í meskarnar eftir bóltinum. Einasta liðið, sum var í nánd av fuglfirðingum í verjuspælinum, var meistaraliðið í EB/Streymi. Hjá teimum í Sundalagnum fóru 27 mál ígjøgnum. Bara KÍ og HB skoraðu fleiri mál enn ÍF í fjør. Manningar­ listin kundi bent á, at tað er møguleiki fyri somu styrki bæði í álopi og verju, sum tað var í fjør. Meiri óvist kann tað tykjast, hvussu tað verður á miðvøllinum, sum er so týdningar­mikil bæði, tá ið tað ræður um at verja og at leypa á. Í sentrala verjupartinum er møguleiki fyri somu ÍF manning sum i fjør: Jákup Mikkelsen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen og verjukendi miðvallarin Høgni Madsen dríva framvegis á. Sonur Jákup Mikkelsen, Poul Nolsøe Mikkelsen, er annar møguleiki í miðverjuni. Um tað fer at rigga eins væl í verjuborðunum, sum tað gjørdi í fjør, fæst at síggja. Jan Ó. Ellingsgaard, Uni R. Petersen og Áki Petersen eru burtur. Henrik Rubeksen er nýggjur vinstri vongverji, og Rudolf Eliasen og 18 ára gamli Leivur Joensen eru møguleikar á høgra vongverja. Á verjukenda miðvøllinum er ikki upplagt, hvør skal manna plássið undir liðini á Høgna Madsen. Veteranurin Aleksandar Jovevic er framvegis í Fuglafirði. Meiri upplagt tykist tað, at Bogi Reinert Petersen og Nenad Saric fara at spæla sentralt og framrættað. Ari Ó. Ellingsgaard, Hanus Thorleifsson og Jákup Johansen eru góð boð upp á ódnirnar í borðunum. Í fremstu røð er Clayton Soares, sum í fjør var annar av toppskjúttunum, framvegis, og aftrat honum er komin Øssur Dalbúð. Hann er gamal kenningur í Fuglafirði, og tað kann væl fara at vísa seg, at teir báðir – Clayton og Øssur – fara at rigga heilt væl saman. Millum blaðungu menninar, sum venja við teimum bestu, eru Poul Magnus Petersen, Margeir Toftegaard, Arnhold Kristiansen og Jákup Oluf á Lakjuni. Í venjingardystunum hevur tað verið á góðari leið. So fæst at síggja, um tað fer at roynast eins væl í fyrstu um­ før­unum, sum tað gjørdi í fjør. Tá tapti ÍF ikki fyrrenn í 5. um­fari. Úrtøkan úr fýra teimum fyrstu uppgerðunum var tríggir sigrar og ein javnleikur. Nógvar royndir í Fuglafirði ■■■ Hóast talan hevur verið um nógvar skiftingar síðani í fjør, so hava teir gott mót í Fuglafirði. Síðsta kappingarár var tað besta, síðani tað í 1979 eydnaðist ÍF at vinna fyrsta og einasta FM heitið higartil Fuglfirðingar høvdu eitt gott kappingarár í fjør ■■■ Mál 1 Jákup Mikkelsen 16 Hallgrím G. Hansen Verja 2 Áki Petersen 3 Poul N. Mikkelsen 13 Rudolf Eliasen 17 Høgni Zachariassen 19 Hendrik L. Rubeksen 20 Leivur Joensen 76 Bartal Eliasen Miðja 4 Nenad Saric 5 Høgni Madsen 6 Hanus Thorleifsson 7 Alexandar Jovevic 8 Bogi R. Petersen 9 Ari Ó. Ellingsgaard 14 Poul Magnus Petersen 22 Jákup O. á Lakjuni 28 Arnold Kristiansen Álop 10 Øssur M. Dalbúð 11 Frank H. Poulsen 12 Margeir Toftegaard 15 Jákup Johansen 18 Clayton Soares Venjari: Albert Ellefsen Tilgongd Øssur M. Dalbúð, Rudolf Eliasen, Poul N. Mikkelsen, Bogi R. Petersen, Hendrik L. Rubeksen og Hanus Thorleifsson Frágongd Thomas Asmussen, Jan Ellingsgaard, Dánjal á Lakjuni, Bogi Løkin, Karl Løkin og Uni R. Petersen ÍF bakgrund ■■■ 7. PLÁSS vit tippa: