týsdagur 26. februar 2013síða 50
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27. februar 2013
SOSIALURIN
FÓTBÓLTUR 2013
10
ÍF profilur ■■■
7.
PLÁSS
vit tippa:
T
að er vorðið sum lop at fara úr borgarstjóra
sessinum og at verða venjari?
– Á summum økjum minnir hetta nógv um
hvørt annað. Avbjóðingin er at fáa liðið at
rigga. Ein av høvuðstreytunum fyri, at tað skal eydnast er,
at tann, sum hevur ábyrgdina, er tilvitaður um, hvussu tað
skal farast við fólkinum, bæði sum lið og sum einstaklingar,
svarar Albert Ellefsen.
Albert ætlar ikki at gera stórar broytingar á liðnum.
Tað er so stutt síðani, at hópurin er komin upp á pláss,
og tí heldur venjarin, at teir eru aftanfyri hinar. Um mars
verður góður, so roknar hann við, at teir verða á støði við
hini liðini.
– Tíðirnar broytast, fleiri skiftingar hava verið, og spæl
ararnir mennast. Tað er altíð neyðugt við tillagingum og
broytingum, og sjálvandi er tað eitt sindur ymiskt, hvussu
vit síggja dygdirnar hjá spælarunum. Tað sæst aftur í,
hvussu liðið verður samansett, og hvat dentur verður
lagdur á.
Kennir tú hetta tungt, eftir at tú hevur
verið burtur frá fótbóltinum í fýra ár?
– Fótbólturin og tað at venja er í blóðinum. Eg havi fylgt
við og sæð ÍF spæla einar 2-3 ferðir hvørt árið. Onkuntíð
havi eg hjálpt til á beinkinum hjá 07 Vestur, og eg havi
lisið um fótbólt og venjing, so fótbólturin hevur ikki verið
so langt burtur, sigur Albert Ellefsen, sum nú er farin undir
A venjaraútbúgvingina.
– Hetta krevur nakað av lesnaði og samskifti. Tað
dámar mær væl, og eg síggi hetta sum hentan íblástur í
venjarastarvinum.
Spennandi álopspar
Millum spælararnar er Clayton Soares. Hann er ikki ókend
ur fyri Alberti, tí nógvu av árunum í Føroyum hevur Clayton
spælt í Vágum.
– Eg havi altíð vitað, at Clayton er framúr spælari. Hann
eigur ikki part í at vera sjálvsøkin. Spælfatanin er framúr,
og at máltevinum framvegis einki bilar sást í fjør, tá ið
hann fyri fyrstu ferð fekk høvi at spæla á einum av bestu
liðunum.
Borgarstjórin
og venjarin
ikki ólíkir
■■■ Nýggjársaftan var síðsti arbeiðsdagur hjá Albert Ellefsen sum borgarstjóri
í Vága kommunu. Átta dagar seinni fór hann undir nýggja starvið sum
venjari hjá ÍF. Tað starvið er honum ikki ókent, tí síðsta venjaraavbjóðingin
í 2008 var at vera venjari í Fuglafirði. Tá loysti Albert David Jones av
Hann verður ein av lyklaspælarunum?
– Fótbóltur er liðavrik, og tað skal rigga frá málverja og
fram til fremsta mann. Jákup Mikkelsen er framvegis fínur
málverji, og í øllum ketunum hava vit eyðsýndar einstak
lingar, ið samstundis eru liðspælarar. Clayton Soares var
fyrstu ferð til venjing hóskvøldið 14. februar, og hann sá út
til at vera væl fyri. Hann hevur vant meiri heima í Brasilia
í vetur enn áður. Nú hevur hann fingið Øssur Dalbúð undir
liðina á sær. Øssur skal arbeiða nógv fyri at koma orduliga
fyri seg. Um tað eydnast, so verður samstarvið millum teir
báðar fremstu hjá okkum gott, og tað er ein partur av tí,
sum skal til, um vit skulu standa okkum væl í heimligu
kappingunum, og tá ið vit skulu luttaka í europeisku kapp
ingini.
Ítróttarfelag
Fuglafjarðar
Stovnað 25. mars 1946
Formaður Ólavur Larsen
Meistari (1) 1979
Steypavinnari (0) Ongantíð
Greipuvinnari (0) Ongantíð
Í bestu deildini (30 ár) 1971-82, 1985, 1988-89,
1993-94, 1996-99, 2004-06, 2008-
Í Europa (1) 2011
Albert Ellefsen er farin undir
A venjaraútbúgvingina ■■■