Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 52

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27. februar 2013 SOSIALURIN FÓTBÓLTUR 2013 12 HB bakgrund ■■■ S øguligi veruleikin ber við sær, at teir svørtu og reyð stríputu munnu kenna størri trýst á sær, enn teir hava gjørt undanfarnu árini. Tvey tey sein­astu árini er FM heitið endað aðra staðni enn í HB, og bronsuplássið í fjør var vónbrot, hóast tað leingi sá út til, at úrtøkan skuldi verða uppaftur soltnari. Í steypa­kappingini hevur HB vunnið so ofta sum øll hini feløgini tilsaman. Tí svíður tað, at tað skal leitast aftur til 2004 fyri at finna síðsta steypasigurin. Einastu spælararnir, sum vóru við í 3-1 sigrinum á NSÍ fyri níggju árum síðani, og sum framvegis eru á liðnum, eru Kári Nielsen og Rókur Jespersen. Sum fleiri onnur feløg, so hevur HB verið í fíggjarliga tung­um sjógvi. Tí skal nú fyrst og fremst dúvast upp á teir, sum eru uppvaksnir í felagnum. Tað ræður um støðugt at hava tak á tí fíggjarliga. Oddbjørn Joensen er nýggjur venjari, og liðformaðurin seinnu árini, miðvallarin Fróði Benjaminsen, er spælandi hjálpar­venjari. HB hevur lagt nógv fyri í venjingunum í vetur, og í venj­ ingar­dystunum upp undir kappingarbyrjan – ikki minst í Klaks­víks­kappingini – hava avrikini verið so mikið sann­ før­andi, at favorittbyrðan er vorðin uppaftur størri. Seinstu árini hevur tað verið víst á, at eyðkendi HB stílurin ikki hevur verið seraliga sjónskur. Oddbjørn Joensen er fram um so mangar bóltspælari, og eru konturarnir aftur at hóma av hug­flogsríkum samanspæli. Oddbjørn hevur omanfyri 20 spælarar, sum høvdu átt pláss á flestu av hinum liðunum. Avbjóðingin hjá venj­ ar­anum er at binda besta kollektivið, har liðavrikið og dygdirnar hjá einstaklingunum ganga upp í hægri eind. Onkrir eru komnir aðra staðni frá. Heini Vatnsdal er stórur styrkur, um tað so er í miðverjuni ella á miðvøllinum, og Hans Jørgensen er orduligur avbjóðari hjá Teiti M. Gestson millum stólparnar. Jóhan Troest Davidsen og Rógvi Holm eru saman við Pál Mohr Joensen, Gunnar H. Haraldsen og Jákupi Slættalíð boð upp á miðverjupláss, Alex José dos Santos tykist tryggur á vinstra vongverja, meðan tað í hinum verjuborðinum hava verið nógvar skiftingar. Jógvan Rói Davidsen hevur røkt sessin, og aðrir møguleikar eru eitt nú Tróndur Jensen og Magnus Egilsson. Á miðvøllinum er Fróði Benjaminsen framvegis lykla­ spælarin, og spurningurin er, hvør fer at tetta holið eftir Hall Hansson, sum nú er í AaB. Kári Nielsen, sum var skaddur alt síðsta kappingarár, er boð upp á verjukent pláss, og so eru tað Rókur Jespersen, Bárður Olsen, Jógvan Andrias Nolsøe, Símun Samuelsen, Christian R. Mouritsen, Kristin R. Mouritsen og Andrew av Fløtum, sum eru gamlir kenn­ingar á framrættaðu plássunum. Nýggjur í álopspartinum er Bárður J. Heinesen. Hann kennist vera meiri ágangandi í sínum spæli enn omanfyri nevndu bóltsnillingarnir. Og so eru tað uppaftur fleiri blaðungir spælarar, sum bjóða seg fram og hava mót upp á at vinna seg ígjøgnum nálareygað og á besta liðið, ið so ofta hevur verið gullliðið, og sum aftur í ár verður roknað millum fremstu evnini at vinna FM – í gamla HB stílinum! Glansur skal vera yvir gullinum ■■■ Hagtølini siga, at tað er rár hending, at HB hvørki vinnur FM ella steypakappingina, og tað kemur uppaftur sjáldnari fyri, at tað ganga fleiri ár, uttan at liðið vinnur í hvussu so aðra kappingina Símun Samuelsen er ein av gomlu kenningunum á framrættaðu plássunum hjá HB ■■■ Mál 1 Teitur Gestsson 16 Hans Jørgensen 25 Eli Nolsøe Leifsson Verja 2 Alex José dos Santos 3 Rógvi S. Holm 4 Jákup Slættalíð 5 Johan Troest Davidsen 6 Heini Vatnsdal 18 Pál Mohr Joensen 19 Jógvan Rói Davidsen Miðja 7 Fróði Benjaminsen 8 Kári Nielsen 13 Gunnar Haraldsen 14 Magnus Egilsson 20 Bárður Olsen 21 Kristin R. Mouritsen 23 Sørin N. Samuelsen 24 Tróndur Jensen Álop 9 Símun Samuelsen 10 Andrew av Fløtum 11 Christian R. Mouritsen 15 Jógvan Skeel Nolsøe 22 Bárður J. Heinesen Venjari: Oddbjørn Joensen Tilgongd Bárður J. Heinesen, Hans Jørgensen, Bárður Olsen og Heini Vatnsdal Frágongd Símun Rógvi Hansen, Hallur Hansson, Vagnur Mohr Mortensen og Rógvi Poulsen 1. PLÁSS vit tippa: