Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 54

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27. februar 2013 SOSIALURIN FÓTBÓLTUR 2013 14 M ánadagurin 2. august í 2004 er ein av mest minniríku døgunum í føroyskari lands­ liðs­søgu. Tann seinnapartin framdi U17- landsliðið eitt av sínum størstu brøgdum, tá Føroyar púra óvæntaðu bastu donsku javn­aldr­unum í undankappingardysti í finska býnum Vaasa. Úrslitið var 1-0. Einsamallur málskjútti var stóra stjørnu­skotið úr HB, Christian Restorff Mouritsen. Skakandi sigurin var umráðandi. Við eitt kveikist áhugin fyri gramligu føroysku spælarunum. Tveir av teimum sluppu skjótt gjøgnum nálareygað. Gitingar vóru beinanvegin um, at unglingarnir Jóhan Troest Davidsen og Christian Restorff Mouritsen fóru at taka við aðrari avbjóðing. Tíðindini vóru skjótt váttað. Everton streyk avstað við verjuspælaranum úr Runavík, meðan 16 ára gamli Mouritsen skrivaði undir lærlingasáttmála við City. Tað eru nú átta ár síðani. Nú eru báðir í HB, har farið er undir fyrireikingarnar at vinna sigursvanda felagið upp aftur á føroyska fótbóltstindin. – Dreymurin at vera yrkisspælari er ikki kámaður, men eg veit fullvæl, at sannlíkindi minka við tíðini. Eg sigi ikki, at Føroyar verða endastøðin. Eg geri mítt besta hvønn dag, og stendur eitt útlendsk felag við rætta tilboðnum, so pakki eg viðføri. Men eg standi ikki og bíði. Mær dámar væl í Føroyum og noyðist eisini at brynja meg til lívið eftir fót­bóltin. Nú er avbjóðingin at vinna føroyameistaraheitið við barn­dóms­felagnum, sigur 24 ára gamli Christian Mouritsen, sum við sínum 12 málum var toppskjútti hjá HB í fjør. HB skal vinna Í Havnar Bóltfelag er tað fremst av øllum úrslitini sum telja. Trýstið á bæði venjaran og spælarar er náðileyst, tá úr­tøkan er soltin. Tað vísti Oddbjørn Joensen, sum hevur tikið um stýrisvølin, á í viðtalu við Sosalin í januar. – Eg havi verið í felagnum nóg leingi til at skilja, at tað skulu úrslit til, segði hann tá. Prátið í vetur hevur einamest snúð seg um, at HB er stór­favorittur at vinna føroyameistaraheitið í ár. Ein leik­ lut­ur, sum teir reyðu og svørtu ikki eru órógvaðir av. Einki skal blásast upp, men Christian Restorff Mouritsen og hinir vita væl, at hetta liðið skal takast í størstum álvara. Uppgávan hjá nýggja ábyrgdarmanninum verður at finna javnvágina at vera millum fremstu liðini, samstundis sum nýggir og ungir spælarar verða spældir inn á liðið. Mouritsen ásannar eisini, at hópurin er góður. – Spælaratilfeingið er ikki nógv broytt. Stuðuls­spæl­ ararnir eru teir somu, og nú eru vit enn meira saman­ spældir, umframt at teir ungu eru meira búnir. Oddbjørn hevur ikki framt nakrar kollveltandi broytingar, og tað er væl ein staðfesting av, at hetta er ikki ein nýggj byrjan hjá lið­num. Vit arbeiða víðari við tí, vit avrikaðu í fjør. Kósin er eisini røtt, sigur Christian Restorff Mouritsen, sum kann siga, uttan at avdúka ov nógv, at spæliskipanin verð­ur fram­rættað í hesum kappingarárinum. HB vil altíð undir­ halda, minnir hann á. Persónliga framgongdin er umráðandi ■■■ Tað er týdningarmikið fyri sjálvsálitið hjá fótbóltsspælararum, at teir merkja eina persónliga framgongd. Eg havi sett mær fyri at skjóta fleiri mál og hava enn fleiri upplegg hetta kappingarárið, sigur Christian Restorff Mouritsen, sum ikki beinleiðis strembar eftir einum sáttmála uttanlands í bræði Fleiri mál og upplegg Christian kom heim aftur til barndómsfelagið fyri kapp­ ingar­byrjan í fjør, tá hann hevði fingið seg royndan í ís­ lendska Vali. Avrikini vóru góð. Heilhugaði framherjin var ein av stinnastu spælarunum hjá HB, sum í evstu løtu rakk bronsumerkinum og vann sær atgongd at spæla í Evropa. Næstu mánaðirnar vil hann somuleiðis vera millum undan­ gongu­menninir hjá teimum reyðu og svørtu. – Persónlig framgongd er sjálvandi umráðandi fyri fót­ bóltsspælarar. Eg skal ikki dylgja fyri, at eg havi sett mær fyri at skjóta fleiri mál og hava enn fleiri upplegg hetta kapp­ingarárið. Vónandi verður krúnan sett á verkið við ein­ um føroyameistaraheiti, sigur hann. Havnar Bóltfelag hevur einki gullmerki vunnið seinastu tvey árini. Tað sigur ikki lítið um støðuna hjá felagnum, at tað er ein óvand støða. Nú leingjast teir eftir einum sigurs­ rúsi. Christian Restorff Mouritsen og liðfelagarnir eru, um teir vilja tað ella ikki, eisini fremstu favorittarnir til at vinna á øllum hinum. – Dreymurin at vera yrkis­ spælari er ikki kámaður, sigur Christian R. Mouritsen ■■■ HB profilur ■■■ Havnar Bóltfelag Stovnað 4. oktober 1904 Formaður Finnbogi Arge Meistari (21) 1955, 1960, 1963, 1964, 1965, 1971, 1973, 1974, 1975, 1978, 1981, 1982, 1988, 1990, 1998, 2002, 2003, 2004, 2006, 2009, 2010 Steypavinnari (26) 1955, 1957, 1959, 1962, 1963, 1964, 1968, 1969, 1971, 1972, 1973, 1975, 1976, 1978, 1979, 1980, 1981, 1982, 1984, 1987, 1988, 1989, 1992, 1995, 1998, 2004 Greipuvinnari (12) 1955, 1963, 1964, 1971, 1973, 1975, 1978, 1981, 1982, 1988, 1998, 2004 Í bestu deildini (71 ár) 1942-1943, 1945- Í Europa (18) 1993, 1994, 1995, 1996, 1997, 1998, 1999, 2000, 2001, 2003, 2004, 2005, 2006, 2007, 2008, 2009, 2010, 2011 1. PLÁSS vit tippa: