Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 58

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27. februar 2013 SOSIALURIN FÓTBÓLTUR 2013 18 KÍ bakgrund ■■■ T vær tær seinastu ferðirnar, tá ið FM er vunnið til Klaksvíkar, hevur verið roknað við, at nú varð sjøtil settur á nýtt glæsiligt tíðarskeið, men í FM heitum hevur tað á ongan hátt gingið, sum tað var roknað við. Síðani KÍ fyri trimum árum síðani fyri fyrstu og einastu ferð var í næstbestu deildini og vendi, hevur felagið fyrst og fremst dúvað upp á spælarar, ið eru uppaldir í Klaksvík. Í fyrraárið eydnaðist tað at vinna 34 stig og fimta plássið, og í fjør var úrtøkan 45 stig og fjórða plássið. Nú er takið at lyfta seg upp millum tey, sum vinna heiðursmerkir og harvið at syrgja fyri, at KÍ aftur verður partur av europeisku kapp­ingini. Merkisvert er tað, at tað nú bara eru spælarar, ið eru uppaldir í felagnum, sum skulu lyfta liðið longri fram. Hetta er undirstriking av, at tað seinasta tíggju ára skeiðið ella so er komið nógv burturúr í ungdómsdeildunum. Dreymurin er sjálv­andi, at FM heitið aftur skal koma til Klaksvíkar, men soleiðis orða teir seg ikki í ár. Páll Guðlaugsson hevur síðani stutt eftir nýggjár koyrt á spælarnar. Undan jólum vóru ungu menninir at síggja bæði á vøllinum og í venjingarhølum, og tað eru nógvir, sum bjóða seg fram. Veteranarnir eru málverjin Meinhardt Joensen og miðvallarin Atli Danielsen, sum eru komnir aftur úr útlegd, Heðin á Lakjuni, sum í fjør rættuliga blomstraði uppaftur á vinstra vongverja og so liðformaðurin Hjalgrím Elttør, sum tykist fáa meiri framrættaðan leiklut, enn hann hevði í fjør. Miðverjin Jógvan Isaksen og mið­vall­ararnir Henry Heinesen og Kristoffur Jakobsen eru við at koma í besta fót­bólts­aldur, og so eru tað ungu menninir sum eitt nú Sørmundur Kalsø, Oddmar Marsten, Ísak Simonsen, Ivan Joensen, Heðin Klakstein, Johan Jacobsen, Gunnar Christiansen, Petur Andreasen, Tórur Justesen og ikki minst Helgi Samson, sum ikki var við í fjør, men sum undanfarin ár hevur víst sera gott mál­tev í yngru deildunum, og sum higartil í ár hevur verið óførur. Avbjóðingin er at fáa betri javnvág millum verju og álop, enn tað var í fjør. Tá skoraði KÍ flest mál í EFFO­ deildini, men tað fóru eisini nógv fleiri mál ígjøgnum, enn tað fóru ígjøgnum hjá kappingarneytunum. Tað vóru bara hjá TB og FC Suðuroy, at málverjarnir oftari noyddust í mál­ið eftir bóltinum. Páll Guðlaugsson venur einar tjúgu ungar spælarar. Í fjør sást, at eitt nú Álvur F. Christiansen og Páll A. Klettskarð eru fullbúnir í fremstu røð. Um tað í ár fer at vísa seg, at fleiri av teimum omanfyri nevndu lyfta seg – ikki minst í verjupartinum – so er møguleikin ikki langt burtur, at nýtt gullskeið bíðar, og at tað harvið ikki verður so langt millum FM heitini, sum tað hevur verið seinastu fjøruti árini. Klaksvíkskappingin vísti, at tað framvegis er langt á mál. teir ungu skulu vísa seg sum menn ■■■ Undan vikuskiftinum varð 2. partur av KÍ søguni lagdur fram. Tíðarskeiðið er frá 1955 og fram til 1974. Hetta er gylta skeiðið hjá klaksvíkingum. Hesi tjúgu árini vunnu teir FM í miðal annað hvørt ár. Síðani tá hevur verið ógvuliga soltið. KÍ hevur bara vunnið tvey FM heiti – í 1991 og í 1999 Mál 1 Gunnar á Steig 16 Meinhardt Joensen 30 Fríði Sigurðsson Verja 2 Gunnar Christiansen 3 Ísak Simonsen 4 Sørmund Kalsø 5 Jógvan Isaksen 14 Oddmar Marsten 18 Heðin á Lakjun Miðja 6 Álvur Christiansen 7 Ivan Joensen 11 Atli Danielsen 12 Henry Heinesen 17 Tórur Justesen 20 Jóhan Jacobsen 21 Heðin Klakstein Álop 8 Helgi Samson 9 Páll A. Klettskarð 10 Hjalgrím Elltør 13 Kristoffur Jakobsen 15 Petur Andreasen Venjari: Páll H. Guðlaugsson Tilgongd Atli Danielsen og Meinhardt Joensen Frágongd Andras Gango, Bárður J. Heinesen og Andy Olsen Nýtt gullskeið bíðar møguliga í Klaksvík ■■■ 4. PLÁSS vit tippa: