Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 60

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27. februar 2013 SOSIALURIN FÓTBÓLTUR 2013 20 KÍ profilur ■■■ Á lvur F. Christiansen heldur, at tað er spenn­ andi avbjóðing, sum bíðar honum og lið­feløg­ unum. – Vit endaðu á 4. plássi í fjør, og vit vóna og halda tað vera grundarlag fyri, at tað í ár skal eydnast at røkka hægri enn so. Í fjør skoraðu vit nógv mál, men tað fóru ov nógv mál ígjøgnum. Vit eru tilvitaðir um, at tað er neyðugt at styrkja um verjupartin, men tað skal gerast, uttan at vit skulu skapa færri málmøguleikar, sigur Álvur F. Christiansen. Tá ið KÍ fyri trimum árum síðani var í næstbestu deild­ini, var Álvur ein av ungu monnunum, sum fekk størri leik­lut. Í 2011 var hann við í flestu umførunum, men tá varð hann ofta skiftur út. Í fjør var hann fastur maður sum fram­rætt­ aður høgri vongverji, og venjingardystirnir í ár hava bent á, at Páll Guðlaugsson nú ætlar, at Álvur skal spæla longri frammi í høgru síðu. – Tað er kapping um øll plássini, so eingin kennir seg tryggan. Men dámar mær tað væl, um venjarin nú heldur, at eg skal vera uppaftur meiri við í álopsspælinum. Tað vil ikki siga, at eg ikki eisini skal taka lut í verjupartinum, tí tað skulu vit allir. Álvur F. Christiansen er skjótur og góður við bóltinum, hann er stríðsmaður, og hann hevur máltev. Hann er á rætta staðnum í røttu løtuni, og hóast hann ikki er høgur á vøkstri, so er hann ikki sørur í høvuðspælinum. – Avsettið er hampuligt, og tað ræður um at leypa upp í røttu løtuni. Hjá síðuspælarunum er uppgávan bæði at bróta ígjøgnum og leggja bóltin innfyri og eisini at søkja inn undir málið. Tað hevur týdnng at vera á rætta staðnum og stýra tað, sum ofta verður nevnt løttu bóltunum móti mál­inum. Tá hugsi eg eisini um at vera fyrstur á, tá ið mál­ verjin hevur hálvbjargað. Hvussu ætla tit at styrkja um verjupartin? – Vit hava fingið Meinhard Jonesen í málið og Atla Danielsen á miðvøllin. Teir hava nógvar royndir. Hóast miðal­ald­urin framvegis er lágur, so vóna vit, at tað nú fer at vísa seg, at vit ikki eru unglingar, men vaksnir menn. Í fjør spældu vit ofta væl, men botnstøðið var ov lágt. Vit vóna, at tað verður hægri í ár. – Tað ræður um at vera fjøltáttaðir. Vit mugu ikki missa bóltin so ofta í uppspælinum sum í fjør, og vit mugu bæði megna at varðveita bóltin afturi á vøllinum og at vera til­ vitaðir um møguleikan í skjótum umstillingum. Tað gongur ætla at røkka hægri í ár ■■■ Ein úr nýggja ættarliðnum í KÍ er 23 ára gamli Álvur F. Christiansen úr Hvannasundi. Hann man vera fyrsti hvannasundsdrongurin á besta KÍ liðnum. At KÍ er liðið hjá øll­ um norðoyingum sæst aftur í, at tríggir í besta hópinum búgva eystan Múlan – Helgi Samson á Viðareiði, og Álvur Fuglø Christiansen og Jóhan Jacobsen í Hvannasundi rætta vegin í venjingunum og í venjingardystunum. Sein­ astu vikurnar hava vit spælt nógvar venjingardystir og ikki vant so hart likamliga, sum vit gjørdu fyrstu vikurnar. Nú ræður tað um fótbóltsspælið og liðavrikið, og vit eru ógvu­ liga spentir og svangir, nú kappingin nærkast, sigur Álvur F. Christiansen. – Mær dámar tað væl, um venjarin heldur, at eg skal vera uppaftur meiri við í álopsspælinum ■■■ Klaksvíkar Ítróttarfelag Stovnað 24. august 1904 Formaður Tummas Lervig Meistari (17) 1942, 1945, 1952, 1953, 1954, 1956, 1957, 1958, 1961, 1966, 1967, 1968, 1969, 1970, 1972, 1991, 1999 Steypavinnari (5) 1966, 1967, 1990, 1994, 1999 Greipuvinnari (3) 1966, 1967, 1999 Í bestu deildini (70 ár) 1942-1943, 1945-2009, 2011- Í Europa (8) 1992, 1995, 1997, 1999, 2000, 2002, 2003, 2007 4. PLÁSS vit tippa: