týsdagur 26. februar 2013síða 62
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27. februar 2013
SOSIALURIN
FÓTBÓLTUR 2013
22
Víkingur bakgrund ■■■
Í
fjør eydnaðist tað at vinna atgongumerki til altjóða
fótbólt í summar við finalusigri í steypakappingini
á EB/Streymi. Talan var um dramatiska uppgerð,
sum endaði við brotssparkskapping. Í landskapp
ingini var úrslitið fimta plássið, men tað var bara málmun
urin, sum skilti liðið frá bronsukrónunum.
Í fjør løgdu teir í Eysturkommunu ógvuliga sannførandi
fyri. Eftir sjey umfør var Víkingur ósigrað oddalið, men so
var tað meiri striltið, og tað var eyðsýnt, hvør trupulleikin
var. Tølini siga, at Víkingur skoraði færri mál enn hini lið
ini, sum kappaðust um FM og heiðurskrónurnar. Finnur
Justinussen royndi seg í Svøríki, og hóast felagið bæði
heima á landi og uttanlands royndi at finna avloysaran, so
eydnaðist tað ikki. Miðvallarin Kaj Leo í Bartalsstovu var
toppskjútti. Síðani kappingarlok hevur hann royndarvant
uttanlands, men nú er tað greitt, at bóltsnillingurin eisini í
ár verður á Víkinga liðnum, sum sær spennandi út.
Álopsvápnið er hvest, tí Finnur Justinussen er aftur í
barndómsfelagnum. Saknur er í Sølva Vatnhamar, sum er
uttanlands í útbúgvingarørindum, men nýggju Jann Ingi
Petersen og André Olsen styrkja um miðvøllin, har gomlu
kenningarnir umframt Kaj Leo í Bartalsstovu eru Niclas
Niclasen, Hans Jørgen Djurhuus, Hjartvard Hansen, sum
í fjør spældi seg orduliga inn millum teir fyrstu ellivu, og
Philip Djordjevic, sum vísti seg at passa væl inn, tá ið hann
síðsta summar flutti úr KÍ og í Sarpugerði.
Í verjuni eru royndirnar nógvar hjá Geza Turi, sum síðani
2006 hevur vart málið í Sarpugerði, og hjá verjuketuni:
Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen og Hanus
Jacobsen.
Jógvan Martin Olsen er farin undir fimta árið við
stýrisvølin á víkingaskútuni. Hann er ógvuliga tilvitaður
um at skúla ungar spælarar til skipanina, og millum
teirra, sum meiri og minni hava snoddað til besta liðið, eru
Dánjal Pauli Lervig, Heðin Hansen, Ingi Sørensen, Magnus
Jarnskor, Martin Olsen og Per Gregersen.
Í Leirvík og Gøtu er áhugin fyri fótbólti og Víkingi
rættuliga stórur. Við spenningi verður sæð fram ímóti
altjóða avbjóðingini í summar, og um tað skal eydnast at
endurvinna steypakappingina. Fyrst og fremst snýr tað seg
tó um at røkka upp í toppin í landskappingini.
Í fjør sást tað aftur og aftur, at síðsti brikkurin í
putlispælinum restaði. Hann er aftur í Sarpugerði, nú
Finnur Justinussen – fyribils í hvussu so er – hevur slept
uttanlands dreyminum. Harvið tykjast vánirnar vera betri.
Finnur skal vísa, um hann framvegis hevur máltev, og
harvið um hann megnar at umseta innleggini frá Kaj Leo í
Bartalsstovu, Bárði Hansen og øllum hinum til mál og stig
og endastøðu, sum er nærri toppinum enn í fjør.
Víkingur
hevur hvest
svørðið
■■■ Síðani leirvíkingar og gøtumenn gingu saman í Víking, hava teir verið við í
kappingini í bestu deildini í fimm ár. Ikki ber til at siga annað, enn at tað hevur
hilnast væl. Liðið hevur vunnið steypakappingina tvær ferðir, og í landskappingini
er úrtøkan tvær bronsukrónur, og tríggjar ferðir er liðið endað á fimta plássi
Mál
1 Geza Turi
30 Elias Rasmussen
Verja
2 Bergur Gregersen
3 Hanus Jacobsen
4 Atli Gregersen
5 Dánjal Pauli Lervig
12 Bárður Hansen
13 Erling Jacobsen
23 Niclas Niclasen
25 Hjartvard Hansen
Miðja
7 Jann Ingi Petersen
10 Kaj Leo í Bartalsstovu
11 André Olsen
16 Hans Jørgen Djurhuus
19 Magnus Jarnskor
20 Jákup Olsen
22 Ingi Sørensen
27 Martin Olsen
Álop
8 Heðin Hansen
9 Philip Djordjevic
17 Finnur Justinussen
18 Per Gregersen
Venjari: Jógvan Martin Olsen
Tilgongd
Finnur Justinussen, André Olsen og Jann Ingi Petersen
Frágongd
Joseph Bassene, Evrard Blé, Fritleif í Lambanum
og Sølvi Vatnhamar
Bóltsnillingurin
og toppskjúttin
í fjør, Kaj Leo
í Bartalsstovu
■■■
2.
PLÁSS
vit tippa: