týsdagur 26. februar 2013síða 64
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27. februar 2013
SOSIALURIN
FÓTBÓLTUR 2013
24
Víkingur profilur ■■■
T
að var ein fegin Finnur Justinussen, sum tosaði
við føroyskar fjølmiðlar eftir kappingarlok
í 2011, tá tað gjørdist greitt, at hann fekk
sáttmála við svenska Jönköping. Ein trýára
sáttmála, sum kom í hús eftir, at Finnur millum annað
hevði skotið fýra mál í einum venjingardysti fyri felagið.
– Hetta var tað, sum eg hevði droymt um, og nú fái eg
møguleikan at royna meg og at menna meg, segði hann við
Dimmalætting tann 23. november 2011. Og um longdina
á sáttmálanum segði hann:
– Tað eri eg ógvuliga errin um, tí tað vísir, at teir hava
álit á mær. Samstundis merkir tað, at eg fái tíð at menna
meg, og eg skal bara hugsa um fótbólt.
Broyttist frá
degi til dags
Men fótbóltsverðin er eirindaleys. Frá degi til dags kann
alt broytast – og tað gjørdi tað hjá Finni í Svøríki. Ætlanin
var, at hann skuldi koma í gongd, venja seg við ferðina og
spakuliga snodda til besta liðið. Men ein skaði helt honum
úti í eitt hálvt ár. Síðani fór ítróttarstjórin úr felagnum,
maðurin sum upprunaliga hevði fingið Finn til felagið og
sum trúði upp á hann. Og so endaði tað við, at venjarin
ynskti at leiga føroyingin út til annað felag, fyri at fáa ein
annan áleypara í staðin. Alt, sum byrjaði so væl, so brád
liga rættiliga svart út.
– Eg sat á beinkinum í tíggju dystir og kom inn í trimum
av teimum. Eg spældi kanska ein hálvan tíma tilsamans.
Tað er trupult, tá tú ikki fært kjansin at prógva títt virði. Eg
var væl fyri og stóð meg væl til venjing, men venjarin valdi
altíð hin áleyparan fram um meg. Líka mikið hvussu hann
spældi. Tað kendist niðrandi, greiðir Finnur frá.
Lært nógv
Hóast tað ikki gekk sum ætlað í Svøríki, so heldur Finnur
seg vera mentan sum leikari, nú hann er aftur í Føroyum.
– Tað er ógvuliga deiligt at vera aftur. Eg haldi sjálvur,
at eg havi lært nógv hetta lítla árið – eisini hóast eg havi
verið skaddur. At taka ábyrgd er ein stórur partur av tí. Eg
spældi nógv við U21-liðnum hjá felagnum, sum hevði tað
besta kappingarárið nakrantíð, meðan eg var har, greiðir
Finnur frá.
Mótstøðuliðini vóru U21-lið hjá eitt nú fleiri liðum í
bestu svensku deildini. Har gjørdi hann níggju mál í 11
dystum.
Droymir enn um útlandið
Tá tað gjørdist greitt, at Finnur fór at koma heim aftur til
Føroya, segði hann við Sosialin 4. januar, at hetta kortini
ikki var endin á hansara fótbóltsdreymum uttanfyri Før
oyar. Tað heldur hann fast um.
– Eg ætli mær framvegis at spæla fótbólt uttanfyri
Føroyar aftur. Men eg føldi, at tað var best at koma
heim, at koma í somu venjing sum áðrenn eg fór avstað.
Heim
at finna
málið
■■■ Tølini tala fyri seg. 47 mál í 96 dystum í bestu deildini, har hann var
toppskjútti í 2009 og 2011. Finnur Justinussen er nakrar royndir ríkari,
nú hann er heima aftur. Og hann torir eisini at lova nøkur mál
Og har síggi eg Víking til besta liðið til tað, sigur Finnur
Justinussen, sum longu hevur funnið vegin til meskarnar í
venjingardystum, sum Víkingur hevur spælt.
– Eg veit, at eg dugi at skjóta mál. Eg skal tó líka
finna rútmuna aftur, tí tað er eitt ár síðani, at eg spældi
her seinast. Tað er altíð ringt at siga hvussu nógv mál,
tað verður til og eg tori heldur ikki at lova, at eg verið
toppskjútti. Men nøkur mál geri eg heilt víst, sigur Finnur
Justinussen avgjørdur.
Topp trý
Víkingur vann í fjør steypafinaluna, men gjørdist bara
nummar fimm í deildini. Steypafinalusigurin er at fegnast
um, men í ár skal vend koma í í landskappingini.
– Vit síggja ljóst upp á kappingarárið. Útskiftingin hevur
verið stór, men eg haldi ikki, at hópurin er viknaður. Topp
trý er okkara mál, men sjálvandi fara vit eftir øllum, um
tað er realistiskt, tá kappingin gongur móti endanum, sigur
Finnur Justinussen.
Víkingur
Stovnað 14. januar 2008
Formaður Brandur Jacobsen
Meistari (0) Ongantíð (GÍ 6 ferðir)
Steypavinnari (2) 2009, 2012 (GÍ 6 ferðir)
Greipuvinnari (0) Ongantíð (GÍ 2 ferðir)
Í bestu deildini (6 ár) 2008-
Í Europa (2) 2010, 2012 (GÍ 12 ferðir)
Málslúkurin
er aftur í
ljósabláum
■■■
2.
PLÁSS
vit tippa: