týsdagur 26. februar 2013síða 68
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27. februar 2013
SOSIALURIN
FÓTBÓLTUR 2013
28
F
M árið skoraði B36 63 mál, meðan talið í fjør
var 42. Í verjuni var munurin ikki so stórur – í
fjør fóru 36 mál ígjøgnum, meðan málverjin í
fyrraárið bara noyddist 28 ferðir í meskarnar.
Munurin frá 2011 og til 2012 var fyrst og fremst,
at lyklaspælarar ikki megnaðu at halda støðið. Lukasz
Cieslewicz og Jákup á Borg vóru nógv skaðaplágaðir. Meðan
tað FM árið mest sum einki sást til skaðar og leikbann, so
var hetta gerandiskostur í fjør.
Nú leggja teir í B36 til brots av nýggjum, og tað er
framvegis Mikkjal Thomassen, sum hevur ábyrgdina, og
tað tykist snúgva seg um arbeiði bæði í álopi og verju.
Fleiri av verjukendu spælarunum frá undanfarnu árunum
eru burtur. Tórður Thomsen er nýggjur millum stólparnar,
har hann skal kappast við unga Jákup Højgaard, Martin M.
Pedersen sum í 2008 vann DM við AaB, er nýggjur miðverji,
og Niels Joensen er komin aftur á miðvøllin, eftir at hann
hevur verið á flatlondum í útbúgvingarørindum, og í frítíðini
hevur hevur hugnað sær við fótbólt í ÍF Føroyum.
At felagið hevur ásannað, at tað serliga var í álopspart
inum, at tað av álvara haltaði í fjør, sæst aftur í, at tveir
profilar eru keyptir, hóast Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
og ungi og evnaríki Rasmus Dan Sørensen framvegis eru
á liðnum.
Annar av nýggju framrættaðu monnunum er Adeshina
Abayoni, sum síðani 2004 hevur roynt seg í donskum og
svenskum fótbólti, og sum verður sagdur at vera rættuliga
skjótur og málsøkin. Sjálvan jólaaftan varð kunngjørt á
B36 heimasíðuni, at felagið hevði vunnið kapprenningina
við fleiri onnur feløg um Gilla Sørensen, sum er uppaldur í
TB, og sum bæði í TB og á U-21 landsliðnum aftur og aftur
hevur víst, hvussu skjótur og málsøkin hann er.
Róaldur Jacobsen og Súni Olsen eru stuðlarnir á mið
vøllinum, og Høgni Eysturoy og Símun Joensen eru fram
vegis bestu boðini at manna vongverjarnar.
Høgni Midjord er komin úr HB, og umframt Rasmus Dan
Sørensen eru fleiri aðrir ungir spælarar, sum tað verður
vónað skulu megna at vera við í kappingini. Robert Heðin
Brockie og Karl Martin Danielsen eru boð upp á plássið
í miðverjuni undir liðini á Martin M. Pedersen, og longri
frammi á vøllinum hava aðrir víst seg at hava góð evni, eitt
nú Ámund Nolsøe, Benjamin Heinesen, Patrick Larsen og
Hørður H. Askham, sum í fjør var útleigaður til 07Vestur.
Ungu menninir hava vant tvey kvøld um vikuna í vetur,
og tí eru teir betri fyri, enn teir vóru, tá ið teir í fjør vunnu
silvur í unglingadeildini. Men tað er fyrst og fremst treytað
av, um lyklaspælararnir verða tøkir og nóg svangir, um tað
skal eydnast B36, Mikkjali Thomassen og nýggi hjálpar
venjara hansara, Milan Kuljic, at fáa liðið upp í aftur kapp
ingina millum tey fremstu.
Undanfarnu árini hevur tað verið tætt í verjuni, men
spurningurin er, hvussu tað nú fer at roynast. Í venjingar
dystunum hava úrslitini ikki verið nakað at reypa av. Tað
vóru tey heldur ikki, tá ið B36 í 2011 vann FM. Tað plagar
at verða tikið til, at álop er besta verja, men í fótbólti er
hetta sjáldan allur sannleikin, og tað vita teir í B36, har
teir nú miðvíst arbeiða við at brynja seg av nýggjum.
B36
brynjar seg
av nýggjum
■■■ Fyri einum ári síðani var málið hjá yngra felagnum í Gundadali at endurvinna
FM heitið. Tað hevði ongantíð eydnast áður, og royndin í fjør miseydnaðist, so
tað stóð eftir í. FM varð í 2011 vunnið við 67 stigum, og í fjør var úrtøkan 6. plássið
og 38 stig. Serliga var tað í álopspartinum, at tað ikki gekk eftir vild
b36 bakgrund ■■■
Mál
1 Tórður Thomsen
16 Thomas Knudsen
24 Jákup Højgaard
Verja
2 Ámund Nolsøe
3 Símun Joensen
4 Robert Heðin Brockie
5 Martin Pedersen
12 Bogi Hermansen
20 Høgni Eysturoy
22 Karl Martin Eivindson Danielsen
Miðja
6 Niels Joensen
7 Súni Olsen
10 Róaldur Jacobsen
15 Patrick Larsen
17 Hørður Askham
18 Benjamin Heinesen
19 Sandri Færø
Álop
8 Gilli Sørensen
9 Jákup á Borg
11 Lukasz Cieslevicz
13 Adeshina Abayoni Lawal
14 Høgni Midjord
23 Rasmus Dan Sørensen
Venjari: Mikkjal Thomassen
Tilgongd
Hørður Askham, Niels Joensen, Adeshina Abayoni Lawal,
Høgni Midjord, Martin Pedersen, Gilli Sørensen
og Tórður Thomsen
Frágongd
Atli Danielsen, Símun Hansen, Meinhardt Joensen,
Bárður Olsen, Dánjal Rói Olsen, Jonas Flindt Rasmussen
og Gunnar Zachariassen
Súni Olsen
ein av stuðuls
leikarunum á
miðvøllinum
hjá B36 ■■■
6.
PLÁSS
vit tippa: