Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 70

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27. februar 2013 SOSIALURIN FÓTBÓLTUR 2013 30 H ann stóð fyri eini av minniligastu løtuni í før­ oyskum fótbólti í fjør, tá róligi og bólttryggi miðvallarin við stórum neyvleika javnaði fyri føroyska U21 landsliðið móti Danmark í Gundadali. Hóast evnini eru góð og hann hevur spælt fast á U21 landsliðnum, so hevur Róaldur ikki nakað mál um at hertaka fótbóltsheimin ella koma á landsliðið. – Málið er at enda millum fýra tey fremstu og annars hava tað skeg og njóta at spæla fótbólt, sigur Róaldur Jakobsen. B36 vann FM í 2011 við met nógvum stigum. Í fjør var hópurin áleið tann sami, men gongdin var als ikki hin sama, og til í ár eru nógvar skiftingar farnar fram. – Tað er sum um vit skulu byrja av nýggjum. Vit hava mist fleiri spælarar og hava fingið nakrar, sigur Róaldur Jakobsen, sum er ein av teimum, ið hevur verið í felagnum í fleiri ár. Hópurin í ár er ikki eins breiður og hann hevur verið fyrr. Tað ásannar Róladur eisini og vónar, at skaðar ikki koma at gera seg eins galdandi og í fjør. – Hópurin hjá okkum er smalur í ár. Vónandi fáa vit ikki líka nógvar skaðar sum í fjør, so verður torført at gera seg galdandi, sigur Róaldur Jakobsen. Millum teir, ið eru farnir úr felagnum eru Meinhardt Joensen, Jonas Flindt Rasmussen, Gunnar Zachariasen, Dánjal Rói Olsen, Símun Hansen, Atli Danielsen og Klæmint Matras. Inn eru komnir men sum Tórður Thomsen, Martin Pedersen, Adeshina Abayomi Lawal, Høgni Midjord og Gilli Sørensen. – Tað kann henda so nógv upp á eitt ár í føroyskum fót­bólti. Í mun til eitt nú í Premier League har tú framman­ undan veist at tað bara eru trý lið, ið kunnu við meistara­ heitið, so kann føroyskur fótbóltur broytast nógv skjótari, sigur Róaldur. – Vit síggja ljóst upp á komandi ár og ætla okkum í Evropa, sigur Róladur víðari Týdningarmikið við royndum Hóast liðið hevur skift nógv út, so eru fleiri gamlir kenn­ ignar í bæði B36 og føroyskum fótbólti framvegis í felag­num. Menn sum Jákup á Borg, Súni Olsen, Lukasz Cieslewicz, og Símun Joensen. – Tað er týdningarmikið við royndum spælarum á lið­ num í ár. Tað hava vit sæð á venjingardystunum higartil, sigur Róaldur. Hann væntar eisini, at har verða spælarar, sum koma at gera góðan mun. – Lukasz verður týdningarmikil fyri liðið. Eg rokni við at Tórður Thomsen kemur at verða góður í málinum. Eisini Byrja av nýggjum Gilli Sørensen verður spennandi at fylgja, umframt at Súni Olsen framvegis hevur evnini, leggur miðvallarin afturat. Tað er tó ein spælari, ið Róaldur leggur stóran dent á. – Tað hevur stóran týdning, at Jákup á Borg verður skaða­fríur. Hann spælir altíð javnt gott, og tú veist altíð hvat tú fær frá honum, sigur Róaldur, sum eisini heldur nógv av venj­aranum, Mikkjal Thomassen. – Mikkjal er serliga væl fyri taktist og tað koma vit at hava brúk fyri í ár. Vit eru ikki so samanspældir og mugu tí laga okkum til hini liðini í nøkrum førum, greiður Róladur frá. Bólturin skal haldast á jørðini og mest møguligt er málið, at B36 skal spæla bólt. Verjan verður ikki eins likam­liga sterk í ár, og tað er eisini ein avbjóðing, ið Mikkjal skal finna eitt svar uppá. B36 skal byrja á nýggjum, men tað merkir ikki, at fel­ ag­ið ikki verður kappingarført í oddinum. ■■■ B36 hevði eitt met gott ár í 2011, men liðið var ikki at kenna aftur í fjør. Nú skal brótast upp av nýggjum og nógvir spælarar eru komnir og farnir. – Málið er at enda millum fýra tey ovastu, sigur Róaldur Jakobsen b36 profilur ■■■ Bóltfelagið B36 Stovnað 28. mars 1936 Formaður Sámal Ímundarsson Meistari (9) 1946, 1948, 1950, 1959, 1962, 1997, 2001, 2005, 2011 Steypavinnari (5) 1965, 1991, 2001, 2003, 2006 Greipuvinnari (1) 2001 Í bestu deildini (69 ár) 1942-1943, 1945-1984, 1986, 1988- Í Europa (12) 1992, 1997, 1998, 1999, 2000, 2002, 2004, 2005, 2006, 2008, 2009, 2012 6. PLÁSS vit tippa: – Málið er at enda millum fýra tey fremstu, sigur miðvallarin ■■■