Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. apríl 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 71 - 15. apríl 2004 Nr. 71 - 15. apríl 2004 3 Edvard Fuglø sýnir fram 10 málningar í Ribarhúsi í hesum døgum UMMÆLI Frits Johannesen Heitið á framsýningini er Kópakonan, sum er ogn alra føroyinga. Úr havinum kom kópagentan trettandu nátt og læt seg úr haminum, og stóð sum ein undirføgur havgenta á malargróti stutt frá bygdini Mikladali. Tann óspilti Mikladalsdrongurin av Sunnara garði í Mikla- dali sá hesa undirføgru kópagentu koma við inn- súðinum upp á land og lata seg úr. »Á, den sjón.« Havið kenna vit, og havið hevur sungið um grót, flúr- ar, boðar og sker, so leingi hetta land hevur staðið í vátum lendi. Tað váta er í eygunum á kópakonuni – havdis, pollamjørki, skædduvindur og run í sjónum. Ùt- og innsúður og vallingar um flúðrar og flesar renna um eygna- hvarmar hennara tíðliga og seint. Mong í Fuglafirði eru í ætt við kópakonuna – hava loyvd av fitjum millum lekifingur, longutong og millum tærnar. Hetta er ílegur, sum vit eru fongd við, ið er ein partur av okk- ara havsins arvi. Soleiðis verður tað, so leingi føroy- ingar búleika á hesum oyggjum. Tað er tignarligt at vera í ætt við kópa- konuna. Edvard hevur latið gent- una í listaligan ham, hóast henda undirfagra genta er húðaleys, er hetta so innarligt, samfingið, ekspressivt, at eygnabragd ið í málningunum, dregur teg at havinum. Undir eygnalokinum eru intonktir tankar um marmennlar, sum hava reikað á havsins botni í øldir, og roynt at tikið hana til sín. Hetta eydnaðist ikki, men so eydnast tað einum dreingi av Mikladali at taka hana til sín. Hann var bara ein drongur av eini útoyggj, sum trettandu nátt verður hugtikin av kópadansinum og tí eini kópagentuni, sum bleiv unnusta hansara. Eg skilji væl, at drongurin verður skotin í kópagent- uni, tá ið ein sær myndirnar hjá Edvardi. Tú verður bergtikin av henni og tú blotnar. Kærleikans trá til kvinnuna er í hesum máln- ingum, men so er hetta bara ein kópagenta, sum er í øll- um teimum føroysku kvinnunum. Sagt verður um drong, ið svevur við víðopnum eyg- um, at hann skal sjólátast ella enda sínar dagar á hav- inum. Kópagentan á Ribar- húsi hyggur at tær við ein- um sjóráma av havsalti, sum er í eygnasteinunum. Hon er havsins dreymur. Hon hevur sæð allar teir føroyingar, ið sjólatnir eru. Hava rópt um hjálp millum aldudrag og aldubrot í skúmhvítum hjóma á við- opnum havi. Havsins blá- dýpi, dimma, døkka, svarta víðopna havið er í hesum frægu málningum. Tey opnu eyguni á teimum, sum hava drigið sín síðsta anda- drátt á havinum, hava funn- ið frið í kópaeygunum, sum eru á Ribarhúsi. Her er mikil skaldskapur í hesum myndum av undur- føgrum hjálutum, sum hon fanglast við í sinum fangi - fiskur, skarvur, piðaður kópagrúkur, tarablað o.s.fr. Ein inn- og útsúður, sum hevur verið um hesa gentu víða um í øldir. Hon er ein havsins genta, sum rímdi av Mikladali ein dag og bleiv ogn alra føroyinga… og nú hevur Edvard Fuglø við síni list endurføtt hana og latið hana í miklan húðaleysan skaldskap. Kópakonan er komin at vitja skyldfólkið í Fugla- firði. Vit eru ikki 20. fólk úr ætt, nei, minni enn so. Vælsignað veri henda skyldkona á Ribarhúsi. Edvard Fuglø hevur gjørt hana ódeyðiliga og takk fái hann fyri tað. Ein framúr góð sýning. Kópakonan – framsýning í Ribarhúsi KYKSILVUR- KANNINGAR Eydna Skaale Kyksilvurkanningin, sum Pál Weihe og Phillippe Grandjean løgdu fram í 1997, og sum hevur ávirkað altjóða umhvørvispolitikk í stóran mun, verður nú nýtt – ella kanska misnýtt, í amerikanska val-stríðnum. Í 2000 góðkendi amerikanska stjórnin kann- ing-ina, og lovaði tá at seta stór tiltøk í verk, til frama fyri umhvørvið. Serliga vóru tað nógvu koldrivnu verksmiðjur, ið dálka sera illa, sum okkurt skuldi ger- ast við. Men tað vóru lyft- ini hjá undanfarnu stjórn. Nú eru útsagnirnar vorðnar eitt sindur øðrvísi. Leiðslan í hvíta húsinum verður nevniliga løgd undir at hava »redigerað« úrslitið av føroysku kyksilvurkann- ingini hjá Pál Weihe og Phillippe Grandjean. Har høvundarnir hava skrivað, at kyksilvur er skaðiligt, stendur nú við munandi veikari orðing, at kyksilvur kann kanska undir ávísum umstøðum vera skaðiligt. Stríð hevur nevniliga tik- ið seg upp um 1500 kol- drivin kraftverk í USA. Summi vilja, at tær skulu umbyggjast, so tær lúka markini í kyksilvurkann- ingini. Onnur leggja hin- vegin ikki so nógv í um- hvørvið, men hugsa hin- vegin um milliardaupp- hæddirnar, sum hetta fer at kosta. At stjórnin umskrivar eitt greitt orðað úrslit av eini kanning, man vera tí tey hugsa um pengapungin – ikki um umhvørvið. Hetta hevur fingið eitt kjak í lag, og bæði The New York Times og The Wallstreet Journal hava tikið evnið upp. KYKSILVUR- KANNINGAR Eydna Skaale – Eg haldi ikki, at vit skulu taka hatta so álvarsamt. Soleiðis broytist alt, tá politikkur kemur uppí leik- in. Eg kenni hetta hvørki sum eitt álop á meg ella kanningina. Har eru nakrir politikarar, sum toga hvør sín veg, og tað haldi eg vera í lagið, sigur Pál Weihe. Hann heldur, at politikar- rnir eru í eini ógvuliga truplari støðu, tá tað kemur til umhvørvispolitikk. – Okkara kanning vísir á nøkur tøl, sum IPA (amer- ikanska umhvørvisstýrið) hevur tikið til sín, og givið politikarunum boð um. So kunnu teir gera nakað við tað ella lata vera. Tað er sera kostnaðarmikið at skula umbyggja so nógvar verksmiðjur, so teir niður- tóna vandan við útlátinum eitt sindur. Tað haldi eg vera í lagið, tí hatta er part- ur av politiska spælinum, sigur hann. Pál Weihe heldur als ikki, at hatta er nakað sum gong- ur ímóti teirra kanning. – Eingin hevur sagt nak- að um, at okkara kanning er vísindaliga skeiv. Og eingin er gingin ímóti tølunum. Men tað eru politikararnir, sum standa við avgerðini um hvat skal gerast. Og tað er slett ikki so lætt. Skulu tølini koma niður um mark- ið, má amerikanska fólkið gevast at eta vandamiklar vørur, sum t.d. tunfisk ella eisini mugu verksmiðjurnar umbyggjast, so útlátið minkar, sigur Pál Weihe. Hann heldur ikki at hetta er eitt negativt kjak, tvørt- urímóti heldur hann, at hetta er eitt dømi um hvussu sunt og frítt amerik- anska samfelagið er. – At fólk hava loyvi til at hava sína meining og skapa eina fría samfelagsdebatt er eftir mínum tykki gott, sigur hann. – Og tað góða við vísind- ini er, at um tú hevur rætt, so prógvar tað seg sjálvt um nøkur ár. Sannleikin um dálking broytist ikki, óansæð um amerikanskir politikarar royna at bleyt- gera boðskapin eitt sindur, sigur Pál Weihe at enda. Føroysk kanning misnýtt í valstríðnum í USA Pál Weihe kennir seg ikki stoyttan av, at tey í Hvítu Húsunum nýta tøl í kanning hansara til egnan fyrimun Pál Weihe: Soleiðis er politiski heimurin Fyrsta skotið fyri Norðoyatunlinum borðoyarmegin verður latið av týsdagin í komandi viku. Móttøka verður í Klaksvík, og í aðru viku væntar stjórin í pf Norðoyatunlinum, at full kraft er komin á arbeiðið NORÐOYATUNNILIN Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Týsdagin verður móttøka í Klaksvík. Ein stórur dagur, tá fyrsta skotið fyri pf Norðoyatunlinum borðoy- armegin verður latið av. Móttøkan verður skipað eftir nøkulunda sama leisti sum í Leirvík, og verður tað eitt umboð fyri norð- oyggjar, sum fer at trýsta á spreingiknøttin seinnapart- in týsdagin. Dávur Reinert Hansen, stjóri í Norðoyatunlinum væntar, at full kraft verður á tunnilsarbeiðinum í aðru viku, og teir sikta eftir, at komið verður ígjøgnum í juni mánaði komandi ár. Samstundis sum hetta hendir, er nú greitt, at ogn- artøkan á Gerðabø er av- greidd, og sostatt kann ar- beiðið upp á arbeiðsvegin tvørtur um Gerðabø byrja. Eisini skal verandi vegur út til tunnilsmunnan broytast nakað, tí hann er ikki nóg breiður til ta ferðslu, sum nú fer at koyra eftir vegn- um. Leirvíkarmegin gongur arbeiðið heilt væl. Dávur sigur, at teir eru umleið 30 metrar framman fyri upp- runa tíðarætlanina. Ar- beiðsgongdin har er á tann hátt, at so hvørt sum teir eru komnir einar 500 met- rar fram, so reinsa teir veg- banan og leggja eitt asfalt- undirlag á. – Hetta er ein stórur fyri- munur fyri arbeiðgongdina, sigur Dávur Reinert Han- sen, stjóri í pf Norðoya- tunnilin. Týsdagin skjóta vit Týsdagin hendir tað endiliga, sum allir norðoyingar hava bíðað í spenningi eftir. Tá verður fyrsta skotið fyri Norðoyatunlinum borðoyarmegin latið av Savnsmynd C M Y K 3 2