týsdagur 26. februar 2013síða 72
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27. februar 2013
SOSIALURIN
FÓTBÓLTUR 2013
32
U
ndanfarnu árini hevði úrtøkan verið góð. Í
2007 vann NSÍ fyrsta og higartil einasta
FM heitið. Næstu árini var NSÍ støðugt við í
kappingini millum tey fremstu, og úrslitini
vóru góð. FM varð vunnið við 61 stigum, og næstu árini
var úrtøkan hvørja ferð millum 40 og 50 stig. Tað bar
bronsukrónurnar við sær í 2010, og hini árini endaði NSÍ
á 4. plássi.
Í fjør endaði NSÍ á sjeynda plássi. Harvið varð málið
rokkið. Úrtøkan var 31 stig, og tað skuldi leitast aftur
til 2004 fyri at finna umleið somu úrtøku. Tað árið var
kappingin 18 umfør, og NSÍ vann 24 stig og endaði á 6.
plássi.
Síðani kappingarenda í fjør hevur gongdin orduliga
verið rætta vegin í Runavík. Tað kveikir vón um, at tað
nú skal eydnast at bjóða av í kapping um plássini ovari á
støðutalvuni.
Ábraham Løkin, sum býr í Runavík og longu miðskeiðis
í áttati árunum var venjari í NSÍ, hevur aftur ábyrgdina, og
nú eru fleiri av spælarunum, sum eru uppvaksnir við Løkin,
og sum hava roynt seg í øðrum feløgum, aftur í barndóms
felagnum.
20 ára gamli Kristian Joensen vísti síðsta kappingarár,
at hann er ein av evnaríkastu málverjunum í landinum.
Einar Hansen og Monrad Holm Jacobsen eru uppløgd boð
upp á vongverjarnar, og í miðverjuni hevur skjóti og skila
góði Jónhard Frederiksberg verið royndur í nýggjum leikluti
undir liðini á Jens Joensen.
Á verjukenda miðvallarplássinum er Karl Løkin sjálv
skrivaður, og Pól Jóhannus Justinussen er við styrki í
høvuðspælinum og góðu evnunum at leggja langar og
neyvar sendingar góður møguleiki á verjukenda miðvøll
inum. Í borðunum eru Árni Frederiksberg, Debes Danielsen
og Andy Olsen uppløgd evni. Toppskjúttin seinastu árini,
Klæmint A. Olsen, verður fremsti maður, og at stuðla
honum eru Jann Martin Mortensen, Magnus Olsen, Andras
Frederiksberg og Andrias á Líknagøtu.
Gongdin í NSÍ og so nógva aðra staðni seinastu árini
hevur víst, at tað er neyðugt at arbeiða tilvitað við at seta
við. Millum teir, sum longu hava sneytað til besta liðið, eru
Bjarki Danielsen, Rógvi Højgaard og Per Langgaard. Millum
blaðungu spælararnar, sum venja við besta liðnum, og sum
tað er møguleiki fyri í løtum at síggja á vøllinum, eru Leivur
Højgaard, Meinhard Olsen og Betuel Hansen.
Tíðarskeiðið er farið, tá ið tað millum teir fyrstu ellivu á
heimaliðnum við Løkin vóru fleiri útlendingar og spælarar,
sum eru uppvaksnir í øðrum feløgum. Sonni L. Petersen er
hjálparvenjari hjá Ábraham Løkin, og harvið er talan bara
um lokal og kend andlit.
Í veningardystunum hevur tað gingið eitt sindur upp og
niður. Tá ið tað verður álvari og orduliga fer at ráða um, fer
tað ivaleyst at vísa seg, at úrtøkan fer at verða væl størri,
enn hon var tað í fjør, tá ið tað leingi ikki sá so gott út. NSÍ
hevur fótað sær, og liðið verður neyvan millum teirra, sum
fara at stríðast fyri at sleppa undan aftastu plássunum.
NSÍ
í kendari
útgávu
■■■ Tað er gott fótbóltslag við Løkin. Undan síðsta kappingarári sá tað ikki so væl út.
Fíggjarligar avmarkingar vóru orsøk til, at seglini vórðu repað, og tað varð ikki roknað
við meiri av kappingárinum, enn at tað skuldi eydnast at sleppa undan niðurflyting
NSÍ bakgrund ■■■
Mál
1 Kristian Joensen
20 Pætur Høj
Verja
2 Per Langgaard
3 Monrad Holm Jacobsen
4 Jens Joensen
5 Jákup Andrias Gaardbo
12 Einar Tróndargjógv
13 Pól Jóhannus Justinussen
17 Jónhard Frederiksberg
19 Rógvi Højgaard
Miðja
6 Betuel Hansen
7 Jann Martin Mortensen
8 Karl Løkin
9 Debes Danielsen
18 Magnus H. Olsen
21 Sjúrður Jacobsen
22 Leivur Højgaard
23 Andras Frederiksberg
27 Andy Olsen
Álop
10 Klæmint A. Olsen
11 Árni Frederiksberg
14 Meinhard Olsen
15 Arni Gregersen
16 Andrias á Líknargøtu
Venjari: Abraham Løkin
Tilgongd
Jonhard Frederiksberg, Einar Tróndargjógv, Karl Løkin
og Andy Olsen
Frágongd
Óli Arge, Pál M. Joensen og Helgi L. Petersen
Toppskjúttin,
Klæmint A.
Olsen, verður
aftur fremsti
maður í
Runavík ■■■
5.
PLÁSS
vit tippa: