Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 74
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 74

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27. februar 2013 SOSIALURIN FÓTBÓLTUR 2013 34 T ann 24. juli í 1986 møttust NSÍ og LÍF á spildur­ nýggja graslíkisvøllinum í Gundadali, har hesi bæði eysturoyarliðini spældu finaluna um Ísa­ fjarðar­súluna. Søguliga høvdu liðini ongan­tíð verið við til at mynda føroyska fótbóltstindin. Men henda dagin eydnaðist NSÍ at vinna sína fyrstu stóru kapping við 2-1 sigri í steypafinaluni. Og tað var spælandi venjarin, ið avgjørdi dystin við máli til 2-1. Einsamallur við mál­verj­ anum var hann ísakaldur og lyfti bóltin hegnisliga upp um mannin í handskunum. Vakra málið varð sigursmálið og NSÍ hevði vunnið sítt fyrsta gullmerki nakrantíð. 27 ár seinni er hann aftur, har venjaraleiðin byrjaði. Í februar skrivaðu nevndin í NSÍ og Abraham Løkin undir avtalu, sum ger, at hann er høvuðsvenjari í Runavík í 2013. – Tá var eg ein ungur maður, sum hevði nøkur klantraslig venjaraskeið at vísa á. Nú eri eg 27 ár eldri við drúgvari royndum sum spælari og venjari, og eisini er føroyskur fótbóltur hesi árini, sigur Abraham Løkin. Tann besti Fyri sløkum 10 árum síðani fagnaði evropeiska fótbólts­ samgongan UEFA sín 50 ára føðingardag við at kjósa bestu spælararnar frá einstøku fótbóltstjóðunum seinastu fimm áratíggjuni. Í Føroyum fekk Abraham Løkin tann ikki so lítla heiðurin sum besti føroyski fótbóltsspælarin nakrantíð. Tað er heldur ikki hissini, hann hevur avrikað. 53 ára gamli Abraham Løkin hevur seinastu 40 árini verið við til at mynda føroyskan fótbólt. Í 1976 spældi hann á fyrsta sinni í bestu deildini, tá hann kom á vøllin fyri barndómsfelagið ÍF. Trý ár seinni, í 1979, var hann á meistaraliðnum, tá fuglfirðingar heldur óvæntað skúgvaðu alla mótstøðu til viks og vunnu lands­ kapp­ingina. Í 1990 var hann somuleiðis dukandi hjart­að á miðvøllinum, tá føroysku amatørarnir bastu stór­snútaðu yrkisspælarunum úr Eysturríki. Seinasta fót­bólts­dystin á hægsta stigi spældi hann sum 43 ára gamal í Klaksvík, tá NSÍ vann 3-2 á KÍ tann 5. oktober 2002 og fekk silvurmerki um hálsin. Enn telist hann millum teir fremstu, nú sum venjari. Fótbóltsspælið hevur altíð verið ein óloysiligur partur av honum. Ella sum hann segði í viðtalu við Sosialin í 2000, so er tað ein gift, sum hann hevur fingið í kroppin, og sum ikki vil fara út. – Nú sigi eg við meg sjálvan undan hvørjum dysti, at hetta skal verða tann seinasti, men tá mánadagurin kemur, so kann eg ikki lata vera við at fara oman á vøllin, segði hann tá. Eindarkenslan er sterk Abraham Løkin er ein fuglfirðingur í Runavík. Hann hev­ur búð meginpartin av lívinum á eystara arminum av Skála­ fjørðinum, har børnini eisini eru uppvaksin. Kenslurnar hjá fyrr­verandi stórspælaranum fyri barndómsfelagnum ÍF eru kortini ongantíð fánaðar burtur. Tað var honum ein heiður at standa á odda fyri liðnum har árini 2009, 2010 og 2011. Úrtøkan var góð. Í 2010 vunnu fuglfirðingar sær á fyrsta sinni rættin at spæla í Evropa. Í mai 2011 segði hann venjarastarvið frá sær, tí hann fekk arbeiði í privata vinnu­lívinum sum sølumaður hjá Magn. – Tað sampakkaði ikki við at vera venjari í bestu deildini. Eitt nýtt starv krevur, at tú skal finna teg til rættis. Tað havi eg nú, sigur Abraham Løkin. Næstu mánaðirnar fer hann at arbeiða hálva tíð, tí uppgávan sum høvuðsvenjari hjá NSÍ er somuleiðis tíðarkrevjandi. Ofta er tikið til, at eindarkenslan hevur ilt við at festa røtur í Runavík, tí flestu fólkini eru tilflytarar og hava ikki stórvegis tokka til býin og felagið. At vinnarahugburðurin ikki hevur verið ein inngrógvin partur av fótbóltsuppalingini, eru fáu gullmerkini í fremstu røð kanska bestu prógvini um. Men tað er við at broytast, heldur Abraham Løkin. – Liðið er nú fyri tað mesta mannað við spælarum úr nærumhvørvinum, sum hava umboðað NSÍ øll barnaárini. Við einum lokalum hópi verður eindarkenslan sterkari, har fólkini kring felagið kenna seg aftur í spælarunum. Tað er ikki støðan, tá nógvir útlendskir spælarar eru í hóp­inum, sigur Abraham Løkin, sum sjálvur hevur verið ung­dóms­ venjari hjá flestu av núverandi spælarunum. Ógreiður málsetningur Kappingarárið í fjør var ein rembingartíð í Runavík. Fleiri av lyklaspælarunum, millum annað Christian Høgni Jacobsen, Abraham stýrir aftur í Runavík ■■■ Fyri 27 árum síðani tók hann føroyska fótbóltsheimin á bóli, tá hann sum 27 ára gamal var høvuðsmaðurin handan fyrsta gullmerkið hjá NSÍ sum spælandi venjari. Nú er fyrrverandi stórspælarin Abraham Løkin aftur ábyrgdarmaður í Runavík. Hópurin er lokalur, og tað styrkir eindarkensluna. – Tað er ikki støðan, tá nógvir útlendskir spælarar eru í hópinum, sigur hann Einar Tróndargjógv, Jústinus R. Hansen og Jonhard Frederiks­berg fóru í onnur feløg. Endamálið við Kára Reyn­ heim sum venjara var at varðveita sætið í Effodeildini og ann­ars byggja skrokkin til eitt komandi stórlið, mannað við lokalum spælarum. Hóast tilgongd hevur verið av spælarum í vetur, verð­ur leisturin tann sami, nú Abraham Løkin stendur á síðulinjuni. Spælararnir skulu fremst av øllum mennast, og liðið skal helst røkka einum betri úrsliti enn í fjør. Men tú fært ongan í Runavík at siga, hvar liðið skal verða í røðini, tá landskappingin er liðug. – Vit miða eftir at stabilisera liðið og samtundis spæla undirhaldandi fótbólt. Fleiri av spælarunum eru í rúkandi menning í løtuni, og uppgávan er at brynja teir til størri av­bjóð­ingar, sigur Abraham Løkin, sum áður hevur loypt hvøkk á sum ábyrgdarmaður í Runavík. Spurningurin er, um tað eydnast aftur hesaferð. NSÍ Profilur ■■■ Lands­krona kempan, Abraham Løkin, er aftur ábyrgdar­maður í Runavík ■■■ Nes Sóknar Ítróttarfelag Stovnað 24. mars 1957 Formaður Kinna Fritsdóttir Olsen Meistari (1) 2007 Steypavinnari (2) 1986, 2002 Greipuvinnari (0) Ongantíð Í bestu deildini (28 ár) 1976, 1979, 1984-1988, 1991-1992, 1994-1995, 1997- Í Europa (9) 2003, 2004, 2005, 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2012 5. PLÁSS vit tippa: