Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 76
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 76

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27. februar 2013 SOSIALURIN FÓTBÓLTUR 2013 36 T B er aldursforsetið í føroyskum fótbólti, og í elsta ítróttarfelagnum yvirhøvur í landinum siga tey seg droyma um, at tað aftur skal eydnast at vinna støðuna aftur, sum felagið átti fyri 30-40 árum síðani, og tey halda seg hava grundar­ lag fyri at rokna við, at dreymurin skal verða veruleiki. Tað gera tey, hóast setningurin seinastu lítlu fjórðingsøldina hevur verið at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting, og eftir niðurflytingar at vinna plássið aftur í fremstu røð. Í fjør var um reppið, at TB enn eina ferð misti sætið í EFFOdeildini. Toftamenn vunnu stórsigur á nýggja vøllinum í Trongisvági, og høvdu teir vunnið 5-1 og ikki 4-1, so hevði TB aftur í ár verið í næstbestu deildini. Kortini halda tey í TB seg hava møguleika at vinna seg fram í miðjuna í ár. Hans Fróði Hansen hevur loyst Milan Kuljic av í venjarasessinum, og hóast talan er um stórar broytingar á liðnum, og lyklaspælarar eru burtur, so eru vónirnar bjart­ ar. Verjuskansin og samstundis málsókni Dmitrije Jankovic, miðvallarin Nenad Stankovic og mest eyðsýndi fram­rættaði spælarin í fjør, Gilli Sørensen, venja ikki í Trongis­vági. Millum nýggju andlitini eru miðvallarin Ndende Adama Guéye, sum seinastu árini hevur verið lyklaspælari á Toft­ um, og miðverjin Babacar Ndiour. Felags fyri teir báðar er, at teir eru ættaðir úr Senegal. At tey í TB hava gott mót kemst ikki minst av, at ungu spælararnir mennast nógv. Tað verður roknað við, at royndirnar frá í fjør og nógva venjingin í vetur orduliga fara at vísa seg í avrik­unum. Millum lyklaspælararnar eru mið­ vallararnir Rógvi Joensen og Martin Tausen og 17 ára gamli álops­spælarin Poul Ingason, sum er sterkur og bóltryggur. Í fjør vísti hann fleiri ferðir sínar dygdir, og at U21 lands­ liðs­venjararnir hava sent boð eftir honum undirstrikar, at tað verður roknað við honum. Millum ungu menninar, sum vóru við í fjør, og sum nú skulu taka størri ábyrgd, eru Eirikur Ellendersen, Hanus Mortensen, Ragnar Tausen, Teitur Justinussen, Patrik Johannesen, Jón Magnusarson og Aron Sørensen. Veteranurin Ivan Stojkovic úr Serbia, sum síðani 2007 hevur verið aftasti skansi í mest sum hvørjum dysti, verður tað aftur í ár, og tað letur til, at superveteranurin Óli Johannesen fer at taka eitt tørn aftrat í miðverjuni. Bárður Dimon er ein annar veteranur, og so eru tað brøðurnir Tórur Mortensen og Dan Mortensen, sum eigur dystarmetið á Tvøroyri. Kappingin um plássini á besta liðnum er kanska ikki so stór, sum hon er tað fleiri aðra staðnir, men um tað veit væl við, og liðið sleppur undan skaðum, og um leikbannini ikki vera so nógv, so tykjast møguleikar vera í liðnum. Men tað kennist framvegis vera langt aftur til gylta liðið og harvið slóðina frá FM heitinum, sum TB ikki hevur vunnið síðani 1987! Ætla at finna aftur á slóðina ■■■ Fyri fáum vikum síðani var dokumentarsending í sjónvarpinum um gylta ættarliðið, sum seinnapartin av sjeyti árunum og fyrrapartin av áttati árunum vann fleiri FM heiti og okkurt árið eisini sigur í steypakappingini til Tvøroyrar TB bakgrund ■■■ Mál 1 Ivan Stojkovic 16 Predrag Markovic Verja 2 Tórur Mortensen 3 Babacar Ndiour 12 Eirikur Magnusarson 13 Óli Johannesen 15 Teitur Olsen 21 Hanus Mortensen Miðja 6 Ndende Adama Guéye 7 Heini Mortensen 8 Martin Tausen 9 Ragnar Tausen 10 Rógvi Joensen 11 Teitur Justinussen 14 Hjalti Vestergaard 19 Jón Magnusarson 20 Dan Mortensen Álop 4 Aron Sørensen 17 Poul Ingason 18 Tóki Brattalíð Venjari: Hans Fróði Hansen Tilgongd Ndende Adama Guéye og Babacar Ndiour Frágongd Dmitrije Jankovic, Gunleif Olsen, Nenad Stankovic og Gilli Sørensen Super­ veteranurin, Óli Johannesen ■■■ 9. PLÁSS vit tippa: