týsdagur 26. februar 2013síða 78
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27. februar 2013
SOSIALURIN
FÓTBÓLTUR 2013
38
TB profilur ■■■
E
in kaldan leygarmorgun er TB í gongd við fyri
reikingarnar til enn eitt kappingarár í bestu
deildini í føroyskum fótbólti. Nýggi vøllurin
við Stórá er karmur um morgunvenjing og
nógvir spælarar eru møttir upp. TB hevur ríka søgu í før
oysku fótbólti, men seinnu árini hevur einki staðið til. Tað
er eftirhondini bara minnir, tá tvíburðarnir, Tróndur og
Ásmund Nolsøe saman við Henriki Thomsen runnu hini
liðini um koll í 70 unum og fyrst í 80 unum, og vunnu
fleiri heimstaraheiti.
Tróndur Nolsøe er komin at hyggja og er prátingarsamur.
Hann er spentur sum teir flestu og hann er skjótur at hjálpa
til, tá onkur bóltur fer upp um griðingina. Tað vóru dagar,
tá hann skjeyt hattrick móti HB í oddadysti frammanfyri
einum fullsettum Gundadali.
Í dag hevur aldursforsetin í føroyskum fótbolti ein øðr
vísi leiklut, eftir tvey ára tíggju sum elevatorlið, og seinnu
árini sum 1. deildarlið, er TB nú í holt við at bróta upp úr
nýggjum. Glæsiliga tíðin á Sevmýri er nú farin tíð. Vøllurin
kundi ikki longur nýtast, men felagið var ikki ráðaleyst, tá
tað púra óvæntað vann sær sætið í bestu deildini í 2011.
Í Trongisvági vóru lunnar lagdir undir nýggjan leikvøll og
á seinasta spælidegi í fjør tryggjaðu teir sær sætið í Effo-
deildini í ár.
Køld móttøka
Hóast tað er kalt hendan leygarmorgunin í Trongisvági,
so tykist Ndende hava vant seg so mikið við kuldan, at
hann nú veit hvat møtir honum tá hann fer á vøllin. Hann
er innpakkaður í vøttum, longum buskum og eini brølapu.
Hann er íðin at tuska aftur og fram saman við hinum. Eisini
Babacar Ndiour er væl ílætin, men tykist heldur ikki verða
ávirkaður kuldanum hendan morgunin.
Báðir eru teir smílandi og blíðir, tá teir seta seg niður í
sofurnar í forhøllini í høllini í Trongisvági. TB húsið stendur
undir bygging, so spælararnir skifta í skiftirúmunum í
høllini.
Ndende kom til Føroyar at spæla í 2008. Hann kendi
einki til Føroyar, men visti bara, at hann skuldi umvegis
Danmark fyri at koma vegin fram. Eina løtu óttasti hann,
at flúgvarin var vilstur, tí her var onki land. Brádliga koma
fjallatindarnir undan og flúgvarin setur seg í Vágum.
Ndende hugar sítt.
– Tað var kalt, sigur Ndende, sum hevði bestan hugin
at venda inn í flúgvarin aftur.
Tað ger góðan mun, at hann er saman við trimum
av sínum landsmonnum. Tað ger tað lættari at fella til í
nýggja umhvørvinum í B68.
Ndende tosar somikið enskt, at hann megnar væl at
greiða frá, hvat hann hugsar og hvat hann vil siga. Hann
leggur stóran dent á blíðskapin, sum føroyska fólkið hevur
víst honum.
– Tað er lætt at fella til í Føroyum. Fólk taka væl móti
útlendingum í mun til onnur støð. Eg havi ikki upplivað
nakra keðiliga støðu og her er heldur ongin rasisma, greið
ur Ndende frá við einum stórum smíli.
Hann er við at fáa hitan í kroppin aftur. Brølapauna
hevur hann tikið í hondina og handskarnir eru eisini komnir
av.
Nú vil eg vinna okkurt
30 ára gamli miðvallarin, sum eisini hevur spælt í verjuni
er ikki komin til Tvøroyrar at fyri at yvirliva í bestu deildini.
Málini eru hægri enn so. Hóast tey flestu munnu meta TB
sum eitt lið, ið skal stríðast fyri at yvirliva, so eru fleiri í
felagnum, sum vilja meiri enn tað. Upplopið seinastu tvey
árini hevur givið vón um nýggjar tíðir.
– Eg vil vinna okkurt í ár. Um ikki landskappingina, so
steypakappinga, sigur Ndende, sum saman við Babacar
Senegalesisk
innrás
á Tvøroyri
■■■ Komandi kappingingarár verða tveir senegalesar at síggja í hvíta
og svarta búnanum hjá TB. Fleiri ættarlið eru vekk og Ndende og
Babacar skulu nú fylla tómrúmið, men teir eru ikki komnir suður
fyri at bjarga felagnum frá niðurflyting – teir vilja meir
royna at halda siðvenju frá Senegal við at eta tjóðarrættin,
sum er rís og sós, tá teir kunnu.
Ndende er eisini blivin pápi, meðan hann hevur verið í
Føroyum til eina gentu.
Í sofuni yvirav situr Babacar. Hann er ikki eins stinnur
í enskum, men skilur hvat prátað verður um. 23 ára
Babacar er komin til Føroyar umvegis eitt fótbóltslív í
Rumenia, Fraklandi og Ukraina, men skaðar hava gjørt
sítt til, at Babacar ikki hevur klárað seg. Babacar hevur
spælt á senegalska landsliðnum móti spælarum sum Javier
Hernandez.
– Tað var deiligt at sleppa at royna seg móti góðari
mótstøðu, sigur Babacar, sum í fjør vandi við B68, men
pappír arbeiði kom ikki upp á pláss áðrenn flytingarvind
eygað lat aftur.
Báðir vísa teir á, at góðu avrikini hjá senegalska lands
liðnum í 2002 hava sett ferð á fótbóltin í Senegal.
Nú skulu teir báðir verða við til at fylla eitt tómrúm á
TB liðnum, sum í ár tykist ætla at prógva, at talan ikki er
um eitt upplop, men at TB er komið fyri at verða millum
tey bestu.
Tvøroyrar
Bóltfelag
Stovnað 13. mai 1892
Formaður André Dalfoss
Meistari (7) 1943, 1949, 1951, 1976, 1977, 1980,
1987
Steypavinnari (5) 1956, 1958, 1960, 1961, 1977
Greipuvinnari (1) 1977
Í bestu deildini (57 ár) 1942-1943, 1945-1988,
1990-1996, 1998, 2005, 2012-
Í Europa Ongantíð
Senegalesarnir
hjá TB, Babacar
(vinstru og
Ndende. Fyrr
nevndi hevur
landsliðsroyndir
■■■
9.
PLÁSS
vit tippa: