Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 80
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 80

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27. februar 2013 SOSIALURIN FÓTBÓLTUR 2013 40 FSF Dómarar ■■■ T að vísir seg at vera ein stórur trupulleiki at fáa konufólk at døma fótbólt í Føroyum. Í løtuni er tað bara ein virkin kvinnuligur dómari, og tað er ein trupulleiki, sum skaðar allan dómara­ hópin. – Vit mangla mannfólk at døma mannfólk, og um vit mugu hava mannfólk at døma kvinnur, so mangla vit enn meiri mannfólk at døma mannfólk, sigur Lassin Isaksen. – Støðan er tann, at vit í dag hava eina kvinnu, sum er virkin sum dómari. Hon klárar seg væl. Vit hava síðani tvær aðrar, sum eru virknar sum hjálpardómarar – enn. Vit hava eina, sum hevur verið á C-skeiði, og tvær, sum nýliga hava tikið prógv, men neyvan verða tær virknar í ár, sigur Lassin Isaksen, sum hevur eina giting um hví kvinnur ikki halda seg til. – Tað, at vera dómari, er at vera leiðari. Í tí dagliga halda kvinnur seg ikki so væl til at vera leiðarar, tí tað er eitt árent arbeiði. Tað er tað eisini sum dómari, men tað er ógvuliga spennandi. Tað, at tað er árent, kann vera við til, at kvinnur halda seg burtur, heldur Lassin. Honum hevði dámt best, um kvinnuligir dómarar vóru til kvinnufótbóltin og mannligir dómarar vóru til mans­ fót­bóltin. – Sjálvur haldi eg tað, at tað er størri avbjóðing og hóskar seg betur fyri eina kvinnu at døma kvinnufótbólt. Uppfatanin, sum kvinnur hava til fótbólt, hóskar betur til kvinnur. Fyri ein royndan mannfólkadómara er tað størri avbjóðing at døma ein oddadyst í Effodeildini heldur enn at døma kvinnur, tí tann kropsliga avbjóðingin er nógv størri, sigur Lassin og trívir í eitt lætt dømi: – Tá ið bæði kynini spæla fótbólt, so er ikki annað enn rímiligt, at bæði kynini eisini døma fótbólt. Vilja skapa umhvørvi Stóri trupulleikin er nakað, sum FSF ætlar sær at gera nakað við. 14. apríl verður skipað fyri einum dómaraskeiði, har einans kvinnuligir luttakarar verða. Skeiðið verður ein­ ans hildið, um nóg góð undirtøka er fyri tí. Sambært Lassin, so er eingin orsøk hjá kvinnum at halda seg aftur. – Royndirnar, sum eg havi við kvinnuligum dómarum, er, at tær eru sterkar í teoretiska partinum, sigur Lassin, sum bjóðar øllum kvinnum vælkomnum á skeiðið – eisini tær, sum ikki eru so stinnar í fótbólti, men bara hava áhuga í ítrótti. Trupulleikin við vantandi kvinnuligum dómarum er ikki ókendur í londunum kring heimin, men eitt nú Noregi er støðan ógvuliga góð. Har eru hópin av kvinnuligum dóm­ arum, og tað metir Lassin vera eitt úrslit av, at fótbólts­ sam­bandið har dugir væl at fylgja við teimum ungu kvinnu­ ligu dómarunum. Hetta metir hann tó ikki at FSF kann gera nakað við, tí teir hava ongantíð verið uppi til veruliga roynd í at fylgja ungum kvinnuligum dómarum – tilgongdin í Føroyum er nevniliga sera lítil í mun til eitt nú Noreg. Kvinnur, sum eru áhugaðar í skeiðnum, kunnu fáa meiri upplýsingar á fsf.fo ella við at venda sær til FSF. Feløgini mugu taka ábyrgd Grein 22 í kappingarreglum fyri fótbólt áleggur, at »Feløgini hava ábyrgd av tilgongd av dómarum og hjálpardómarum og at hesir taka neyðug prógv«, men tað er ymiskt hvussu nógv feløgini leggja í hetta. – Tað er bara so, at nøkur feløg gera nógv við tað og hava útreiðslur av tí, meðan nøkur feløg einki gera við tað. Als einki, sigur Lassin. – Vit hava sanniliga eisini tørv á mannfólki. Í miðal 15-20 leggjast afturat hvørt ár, men vit missa nakað tilsvarandi, so tað veksur spakuliga. Vit hugsa um at feløg skulu hava álagt eitt ávíst tal av dómarum til­svar­andi við hvussu nógv lið tey hava tilmeldað í vaksna­manna­ deildunum, sigur hann. – Men vit eru á rættari leið. Vit burdu havt nakrar afturat til Effodeildina og 1. deild. Orsøkin er tann, at tað eru so­mikið nógvir dystir. Um allir vóru tøkir allatíð, so var eing­in trupulleiki, men tá ið skaðar og feriur koma upp í, so vantar okkum dómarar summar tíðir á árinum, sigur hann. Vikuskiftisskeið undan kappingarársbyrjan Tað er fastur táttur hjá dómarunum, at teir eru á einum so­ kall­aðum úrmælingaskeiði á Hotel Føroyum undan hvørj­ um kappingarári. Í ár verður tað vikuskiftið 1. - 3. mars, har virdi svenski instruktørurin Christer Fälström, sum kemur at hava skeiðið saman við Lassanum Isaksen, Niklasi á Líðar­enda og Tummas Paula Olsen. 37 dómarar og hjálpardómarar eru tilmeldaðir hesaferð, og tað er tað hægsta luttakaratalið nakrantíð. Í ár vísir tað seg, at úrmælingarnir, altso teir, sum døma í bestu og næstbestu deildini, eru heldur fleiri enn seinastu árini. Tað er eitt úrslit av, at fleiri hava verið ígjøgnum út­ búgv­ingarskipanina og hava tikið impulsskeiðini frá C til A, sigur hann um orsøkina til góðu undirtøkuna. – Vit viðgera ymiskar støður, eisini frá í fjør í føroysku kapp­ingini, fyri at læra av teimum. Vit nýta nakað av undir­ vísingartilfari frá UEFA, rangstøða verður uppi at venda, tí møguliga kemur ein nýggj tulking av regluni. Tað er tó óvist, at hon kemur í gildi áðrenn kapping okkara fer í gongd. Verður viðgjørd hjá IFAB, har fótbóltslógin sum Mangla kvinnuligt dómara­umhvørvi ■■■ Tá ið bæði kynini spæla fótbólt, so er ikki annað enn rímiligt, at bæði kynini eisini døma fótbólt, heldur Lassin Isaksen, dómaraleiðari, sum í næstum fer undir átak saman við FSF um at fleiri kvinnur at døma fótbólt. Í løtuni er bara ein kvinna virkin dómari, og tað merkist á breiddini í allari dómarafamiljuni Tað er eitt árent arbeiði at vera dómari, og tað kann vera við til, at kvinnur halda seg burtur ■■■ heild og lógarbroytingar verða viðgjørdar hjá FIFA, og har verður tað altso viðgjørt 2. mars, sigur Lassin. Leggja áherðslu á serligar støður Úrmælingaskeiðið er sum eitt byrjunarskot til kappingarárið hjá dómarunum, og verður tað eisini á hesum skeiðnum, at dómararnir skulu renna sokallaðu bip-testina, sum er próvtøkan hjá dómarunum til tess at kanna um teir eru í nóg góðari kropsligari venjing. Harnæst verður stevnan gjøgnumgingin og serlig áherðsla løgd á ymiskar støður. – Stevnan, sum er tulkingin av fótbóltslógini og ein leiðregla hvussu vit fáa dystargongdina at glíða lættast, verður viðgjørd á hvørjum ári sum ein týðandi partur av skeiðnum, sigur Lassin, og greiðir síðani frá um støður, sum dómarar skulu hava serligt ansni við. – Vit koma at leggja áherðslu, at um leikari á øðrum liðnum annaðhvørt tekur bóltin ella sparkar bóltin burtur eftir at dómarin hevur dømt eitt nú fríspark ella mál tilætlað seinkar spælinum og kann íbirta eina klandurstøðu, verður hann sektaður fyri hetta, sigur Lassin, sum hevur góðar royndir við at leggja áherðslu á serligar støður fótbóltinum at frama. – Vit hava áður havt áherðslu á, at um ein leikari var komin framvið einum øðrum og síðani reiv í troyggjuna, varð hann sektaður, og í dag er tað minkað burtur í at tað mest er eitt refleks, um tað kemur fyri seg, sigur Lassin Isaksen. Hann vísir á, at dómararnir koma at vera virknir longri í ár, tí at kappingin er toygd longri út vegna nógvar lands­ dystir. Fyrsti dystur er 9. mars og seinasti dystur er 26. oktober. Effodeildin / 1. deild 2013: Dagfinn Forná, Dia Lamhauge, Edvard Højgaard, Dan Højgaard, Andreas Josephsen, Jan Gardar, Jan á Líðarenda, Petur Reinert, Rói Jacobsen, Thorvald Petersen, Bárður Mortensen, Kristian Sofus Petersen, Bent Tommy Linklett, Jóhan Petur Michelsen, Jóhann B.D. Olsen, Vinjard Dam, Johnnleif Gerðisá, Rúni Gaardbo, Alex Troleis, Jóannes Mikkelsen, Eiler Rasmusen, Andreas P. Hansen, Lars Muller, Jón K. í Brekkuni, Regin Egholm, Andrew Christiansen, Ransin N.Djurhuus, Jóhann í Króki, Laurits í Króki, Jónleif Fredriksen, Páll Augustinussen og Elsa Andreasen Dómarar og hjálpardómarar