týsdagur 26. februar 2013síða 82
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27. februar 2013
SOSIALURIN
FÓTBÓLTUR 2013
42
07 vestur bakgrund ■■■
H
etta var ikki ætlanin, tá ið teir har vesturi
í 1994 tóku seg saman í felagslið. Tá varð
stigið við FS Vágar tikið í tí treysti, at tað
skuldi eydnast felagsliði, mannað við spæl
arum úr øllum bygdunum í oynni, at fáa fótin fyri seg í
fremstu røð. Setningurin var harvið rættuliga at seta dám
á kappingina heldur enn at stríðast í botninum. Hetta hevði
annars verið søgan hjá MB og SÍF, sum viðhvørt høvdu
verið í bestu deildini, meðan SÍ nógvu tey seinastu árini
bara onkuntíð var við í kappingini um at flyta upp, uttan
at tað eydnaðist.
Tølini siga, at tað ikki hevur gingið, sum tað varð vónað,
at tað skuldi gera. Dagsskráin hevur verið júst tann sama,
sum hon frammanundan hevði verið, og sum tað varð vón
að, at tað skuldi eydnast at sleppa undan.
Síðani 2008 hevur 07 Vestur verið annað hvørt ár í
bestu deildini og hini árini í næstbestu deildini. Í fjør eydn
aðist tað enn eina ferð at vinna uppflyting úr næstbestu
deildini, og tað er einki at ivast í, at aftur hesa ferð er
setningurin at skava so mikið av stigum saman, at plássið
millum tey bestu verður varðveitt.
Piotr Krakowski er framvegis venjari. Vágamenn stað
festu beinanvegin eftir, at uppflytingin var vunnin, at tað
var neyðugt at fáa styrk aðra staðni frá. Hóast tað eru
ungir og evnaríkir spælarar, so varð mett, at teir ikki enn
eru førir fyri einsamallir at halda tørn um plássið í fremstu
røð.
Téhé Aristide av Fílabeinsstrondini hevur tvey tey
seinastu árini verið álitið í miðverjuni, og tað verður hann
aftur í ár. Landsmaður hansara, Evrard Blé, er komin úr
Sarpugerði at styrkja um á verjukenda miðvøllinum, og
Andras Gango úr Ungarn er komin úr Klaksvík og vestur
í Vágar at verja málið.
Royndu menninir á miðvøllinum eru liðformaðurin
Tór-Ingar Akselsen og Jovan Radinovic-Panic úr Serbia,
sum hevur verið í Føroyum síðani 2006 og harvið í fót
bóltshøpi verður roknaður at vera føroyingur. Millum
ungu vágamenninar, sum síðani 3. janaur hava drivið á
niðri á Dungasandi í Sørvági, eru Ásmund Hansen, Emil
Mikkelsen, Hørður Johansen, Torstein Mýlingstind, Jákup
Olsen, Holgar Durhuus, Ragnar Nattestad, Sølvi Egilsson,
Andrias Eriksen og Brandur Heinason, sum allir í fjør áttu
stóran leiklut, tá ið liðið vann uppflytingina.
Hans Arni Ellefsen og Sjúrður Ellefsen, sum er komin
aftur í felagið, og Eli F. Nielsen, sum í fjør royndi seg í HB,
hava fleiri royndir. Petur G. Dalbø er komin úr Víkingi, og
Gunleif Olsen er komin vestur aftur, eftir at hann í fjør
royndi seg í TB.
Í venjingardystunum seinastu vikurnar hava úrslitini
verið á góðari leið, men tað verður hildið vera neyðugt at
styrkja um álopið við málsóknum og royndum spælara.
Fleiri hava verið vigaðir, og onkrir hava verið upp á tal,
men higartil hevur tað ikki eydnast at finna mannin við
máltevinum og royundunum, sum liðið hevur brúk fyri, um
vánirnar skulu vera betri fyri at standa seg. Nú fæst at
síggja, um tað hesa ferð fer at eydnast felagsliðnum at
fáa fótin fastan í fremstu deildini.
Nú fæst at síggja, um tað hesa ferð fer at eydnast
felagsliðnum at fáa fótin fastan í fremstu deildini.
stríðast
fyri at fáa
fótin fastan
■■■ Meiri enn nakað annað er felagsliðið í Vágum ímyndin
av stríðnum fyri at flyta upp í bestu deildina og stríðnum
at sleppa undan niðurflyting úr bestu deildini
Nú fæst at
síggja, um tað
hesa ferð fer
at eydnast
felagsliðnum
at fáa fótin
fastan í fremstu
deildini ■■■
Mál
1 Andras Gango
12 Petur Meinhard Magnussen
Verja
3 Hanus Nielsen
13 Emil Mikkelsen
15 Tehe Arestide
16 Gunleif Olsen
18 Tórstein Mýlingstind
19 Gutti Guttisen
23 Petur Dalbø
21 Ásmund Hansen
Miðja
2 Eli Falkvard Nielsen
4 Evrard Blé
5 Heini F. Nielsen
7 Jovan Panic
9 Andrias Eriksen
10 Tór-Ingar Akselsen
14 Sjúrður Ellefsen
Álop
6 Holgar Durhuus
8 Hørður Johansen
11 Jákup S. Olsen
20 Johan Selfoss
Venjari: Piotr Krakowski
Tilgongd
Evrard Blé, Petur Dalbø, Andras Gango, Brian Jacobsen,
Eli F. Nielsen og Gunleif Olsen
Frágongd
Hørður Askham, Petur Meinhard Magnussen og Brian Olsen
10.
PLÁSS
vit tippa: