Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 84
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 84

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27. februar 2013 SOSIALURIN FÓTBÓLTUR 2013 44 07 vestur profilur ■■■ T að ræður at fáa fram skapandi fótbólts­gávur­ nar, sum eru í Vágum. Her er tilfeingi til eitt lið, sum av álvara kann standa seg í fremstu røð. 07 Vestur hevur enn fá ár á baki, og undir­ tøkan fyri felagnum er støðugt vaksandi. 31 ára gamli Tór-Ingar Akselsen, sum í fjør varð kosin árins spælari í felagnum, hevur í nógv ár verið millum stinn­astu spælararnar í Vágum. Fótbóltsevnini hava altíð verið sjónlig, og hóast áhuga frá øðrum feløgum, hevur stríðs­hugaði vágamaðurin nú sett sær fyri at kasta alla sína orku í at byggja upp lokala fótbóltsliðið í Vágum. Eitt lið, sum kann mynda oddan í føroyskum fótbólti. Á triðja sinni er 07 Vestur í fremstu røð. Fyrru ferðirnar, tað var í 2009 og 2011, hevur steðgurin verið stuttur, bara eitt ár. Fótbóltsmenninir í Vágum hava seinastu árini runnið millum bestu og næstubestu deildina. Nú brynja teir seg til enn eina roynd, og aftur hesa ferð ræður um at varð­veita sætið í bestu deildini. Ófriður og samstarvstrupulleikar hava valdað kring fótbóltin í Vágum seinastu 10 árini. FS Vágar fór í søguna, tá samstarvið millum MB og SÍF slitnaði. Eitt ár var navnið FSV04 brúkt, hóast tað formliga var SÍF, sum stóð fyri felagnum. Í 2008 kastaðu SÍF og SÍ saman í felagið 07 Vestur, sum nú roynir at finna fótafestið við nýggjum sam­ leika. Fótbólturin í Vágum hevur lagt træturnar aftur um seg og fingið neyuðuga skumpið, heldur liðformaðurin. – Týdningurin av at spæla í bestu deildini skal ikki undir­ metast. Vit vita, at fleiri áskoðarar verða til dystirnar nú. Tá fleiri fólk savnast um felagið verður samleikin sterkari. Vit eru á rættari kós, sigur Tór-Ingar Akselsen, sum væl dugir at ímynda sær ein leiklut sum venjari í felagnum, tá hann eina ferð setur fótbóltsgaggurnar á hilluna. Kendar útlendingar Luturin hjá vágamonnum hevur øll árini verið at stríðast fyri at sleppa upp í part í fremstu røð og at síðan royna at varðveita plássið í bestu deildini. Nú skal 07 Vestur vinna sær fastartøkur millum teir bestu. Útgangsstøðið er gott. Í 07 Vestur verður fyrst og fremst dúva upp á teir, sum eru uppvaksnir í felagnum. Men fyri at røkka málsetninginum er neyðugt við íkasti aðrastaðni frá. Álitismenninir verða eisini fyri tað mesta útlendingar, umframt Tór-Ingar Akselsen. Andras Gango er nýggjur millum stólparnar. Tehe Aristide er stýrismaðurin í miðverjuni, og á sentrala mið­vøll­inum verður Evrard Blé, sum er komin úr Víkingi. Afturat teimum er garvaði Jovan Radinovic-Panic. Útlendingarnir í hópinum er nú spælarar, sum hava drúgvar royndir í føroysku kappingini. Tað er eitt tilvitað val. Ov ofta hevur leiðslan gjørt avtalur við útlendskar spæl­arar, sum felagið ikki hevur havt stórvegis kunnleika til framman­undan. Men krøvini til útlendsku spælararnar í Vágum er sjálvandi, at teir eru millum teir bestu. – Javnvágin er góð, og tað er ikki vandi fyri, at føroyskur spælararnir detta burturímillum. Trupulleikin er kanska, at hópurin er ikki so breiður. Her eru nógvir ungir og evnaríkir menn, sum sleppa at royna seg. Áhugin millum teir ungu og viðhaldsfólkini verður somuleiðis størri, tá tað eru teir lokalu, sum manna liðið, sigur Tór-Ingar Akselsen. Hjartað liggur í Vágum – Okkara avbjóðing verður nú at prógva, bæði fyri okkum sjálvum og teimum, sum standa felagnum nær, at vit kunnu standa okkum í bestu deildini. Vilja undirhalda Piotr Krakowski hevur aftur um stýrisvølin í Vágum í ár. Hann borgar vanliga fyri álopskendum fótbóltsspæli. Tað heldur hann fast um, sjálvt um 07 Vestur er uppflytari, og allir dystirnir helst verða eitt stríð fyri at vinna seg burtur frá niðurflytingarstrikuni. Hann hevur ikki lagt leistin um undir venjingunum í vetur, og hóast mótstøðan verður heldur øðrvísi enn í fjør, so ræðast vágamenn ikki tað. – Ymsar tillagingar skulu sjálvandi gerast, tí lopið er stórt frá teimum næstbestu til teir bestu. Vit fara kortini ikki at sláa manngarð í egnum brotsteigi og dúva upp á skjót­álop. Vit vilja vera við til at mynda dystirnar, og tað stremba vit eftir, hóast vit eru uppflytarar, sigur Tór-Ingar Akselsen. Sum vágamaður er hann farin eldhugaður undir verk­ ætlan­ina, sum nú eitur 07 Vestur, har hann hevur spælt øll árini, síðan felagið varð stovnsett, sæð burtur frá fýra mánaðum í HB í 2010. Fótbóltsmenninir har vesturi hava ongantíð vunnið seg upp á fótbóltstindin, síðan SÍ vann føroya­meistaraheitið í 1947. Framgongdin á pappírinum hevur enn ikki verið tann stóra hjá 07 Vestur, men lokalu stríðs­menninir, sum kýta seg fyri at bjóða hinum av, tví­ halda um, at felagið hevur eina bjarta framtíð. 07 vestur Stovnað 6. november 2007 Formaður Heðin Jørgensen Meistari (0) Ongantíð Steypavinnari (0) Ongantíð Greipuvinnari (0) Ongantíð Í bestu deildini (3 ár) 2009, 2011, 2013- Í Europa (0) Ongantíð ■■■ Tór-Ingar Akselsen hevur í nógv ár verið ein av profilunum í Vágum. 31 ára gamli vágamaðurin vil gera sítt til, at lokala fótbóltsfelagið fer at standa seg millum teir bestu. Málið er fremst av øllum at fóta sær, so steðgurin í fremstu røð verður longri enn bara eitt ár 31 ára gamli, Tór-Ingar Akselsen, bleiv í fjør kosin ársins leikari hjá 07 Vestur ■■■ 10. PLÁSS vit tippa: