týsdagur 26. februar 2013síða 86
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27. februar 2013
SOSIALURIN
FÓTBÓLTUR 2013
46
AB bakgrund ■■■
Í
2007 eydnaðist tað at skava 17 stig saman, men
tað rakk ikki meiri enn til 9. plássið, og sum tað
oftast gongur hjá uppflytarunum, so noyddist AB
niður aftur í næstbestu deildina.
Í 2009 var AB aftur í bestu deildina, og hetta árið rakk
liðið fram á 6. plássið. Úrtøkan var 34 stig, og tað kundi
bent á, at nú var tyngsta takið tikið, og AB hevði fótað sær.
Soleiðis vísti tað seg ikki at vera, tí árið eftir var úrtøkan
14 stig, og AB endaði aftast. Síðani hevur AB arbeitt
miðvíst fyri at røkka uppflytingini. Í 2011 miseydnaðist
tað í síðstu sekundunum í 27. umfari, men í fjør var eingin
ivi.
15. august verður AB 40 ár. Sámal Erik Hentze, sum
áður hevur vunnið FM við HB, er venjari triðja árið á rað,
og setningurin er, at tað hesa ferð skal eydnast at sleppa
undan niðurflyting og at spælararnir fáa royndirnar, sum
eru neyðugar, um liðið skal standa seg betri í bestu deildini.
Í yngru deildunum sær tað gott út, og argjafólk taka væl
undir við sínum felagi. Tí ræður tað um nú at fáa tað at
koppa rætta vegin.
Undanfarnu ferðirnar, tá ið AB hevur bjóðað seg fram í
bestu deildini, var liðið í stóran mun mannað við spælarum,
sum vóru mentir aðra staðni enn á Argjum. Hetta varð ikki
mett at vera optimalt, men tað varð hildið at vera neyðugt,
um vánir skuldu vera at varðveita plássið.
Síðani uppflytingin í heyst var veruleiki, eru fýra spæl
arar komnir aftrat. Símun Rógvi Hansen skal kappast um
málverjuplássið við Heðin Stenberg, Áka Dahl og Thomas
Juul Thomsen, Rói Danielsen skal vera við til at styrkja um
verjuna, Rógvi Poulsen skal syrgja fyri royndum á miðvøll
inum, Ahmed Keita er málsøkin, og Sorin Anghel verður
stórur styrkur, uttan mun til í hvørjari av ketunum Sámal
Erik Hentze heldur, at hann fer at gera mest nyttu.
Hesa ferð verður roknað við, at innføddu AB spælararnir
verða førir fyri at taka størri ábyrgd, enn teir áður hava
gjørt. Fleiri teirra eru í besta fótbóltsaldri. Eitt nú mið
vallararnir Jobin Drangastein, Jónas Stenberg, Mikkjal T.
Hentze og Dion B. Splidt, verjuspælararnir Martin Midjord,
Leivur Holm Joensen, Tummas Justinussen og Poul Thomas
Dam og álopsspælarnir Nicolaj Eriksen og Bjartur Kjærbo,
sum í fjør var toppskjútti í AB, og sum nú fyri fyrstu ferð
skal royna seg í bestu deildini.
Millum ungu menninar, sum eisini áttu lut í uppflytingini,
eru verjuspælarin Teitur Olsen miðvallararnir Beinir Ellefsen,
Hørður M. Mohr og Gert Drangastein, álopsspælararnir Dan
Petersen og Karstin Højgaard, og millum hinar er eitt nú
verjuspælarin Teitur Jóannesarson.
Sámal Erik Hentze hevur omanfyri 20 spælarar, sum
fyrireika seg til setningin, ið er talan skal verða um fagn
aðarár, tá ið AB heldur 40 ár føðingardag og væl og virðiliga
prógvar, at liðið hoyrir heima millum tey fremstu. Venjarin
veit, hvat tað snýr seg um, nýggju veteranirnir hava roynd
irnar. Spurningurin er, um ungu menninir megna at lyfta
seg og felagið. Um tað eydnast, so er góður møguleiki fyri,
at gávan runda føðingardagsárið verður tann, sum teir á
Argjum fyrst og fremst ynskja sær.
40 ár og
stríðist
fyri lívinum
■■■ Tað var í 2000, at Argja Bólfelag setti kós ímóti fremstu
fótbóltsdeildini. Tá var besta liðið hjá felagnum í 3. deild. Sjey
ár seinni vóru argjamenn fyrstu ferð í fremstu røð
AB vil á 40
ára fagnaðar
árinum, prógvað
at liðið hoyrir
heima millum
tey fremstu
■■■
Mál
1 Símun Rógvi Hansen
16 Heðin Stenberg
23 Thomas Juul Thomsen
24 Áki Dahl
Verja
3 Rói Danielsen
5 Teitur Jóannesarson
6 Morten B. Overgaard
8 Martin Midjord
12 Teitur Olsen
13 Jónas Stenberg
19 Leivur Holm
46 Poul Thomas Dam
Miðja
4 Dion Splidt
7 Jobin Drangastein
14 Mikkjal T. Hentze
15 Hørður M. Mohr
18 Rógvi Poulsen
21 Gert Drangastein
22 Beinir Ellefsen
Álop
9 Bjartur Kjærbo
10 Sorin Anghel
11 Nikolaj Eriksen
17 Dan Petersen
20 Karstin Højgaard
99 Ahmed Keita
Venjari: Sámal Erik Hentze
Tilgongd
Sorin Anghel, Rói Danielsen, Símun Rógvi Hansen
og Rógvi Poulsen
Frágongd
Tummas Justinussen, Alex Mellemgaard, Ebbe Kristin Thomsen,
Yohan A. Borðoy og Tróndur Sigurðsson
8.
PLÁSS
vit tippa: