týsdagur 26. februar 2013síða 88
‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27. februar 2013
SOSIALURIN
FÓTBÓLTUR 2013
48
AB profilur ■■■
Í
1999 vunnu smápiltarnir hjá AB gull. Tað var eitt
sermerkt gull, tí ongantíð áður hevði AB vunnið
eitt gull heiðursmerki í ungdómsfótbólti hjá
dreingjum. Tá var AB ikki eitt felag, sum varð tikið
í álvara í føroyskum fótbólti.
Í dag, góð 14 ár seinni, er støðan ein onnur. At kalla allir
á liðnum frá 1999 eru at finna í hópinum hjá AB, og skulu
saman við øðrum spælarum, ið eru uppaldir í felagnum,
verða bulurin í felagnum.
Ein av teimum er 23 ára gamli Dion Splidt. Hann er ein
av spælarunum, sum var á liðnum, ið vann gull í smápiltum
í 1999. Tá stóð Dion í mál, men í dag er hann framrættaður
miðvallari við góðum bóltførleika og tekur sær eisini av
deyðbóltsstøðunum.
Umframt Dion, so eru Rógvi Poulsen, Teitur Jóannesar
son, Martin Midjord, Jobin Drangastein og Rói Danielsen
allir í felagnum í dag, meðan eitt nú Rógvi Holm er at finna
í HB. Eftir tvey ár í 1. deild er tíðin nú komin at royna seg
í Effo-deildini.
– Fyrr hevur felagið roynt seg við nógvum spælarum
aðrastaðni frá. Møguliga tað er ein orsøk til svingandi úrs
litini. Nú er tíðin komin til at brúka okkara egnu, sigur Dion
Splidt.
AB spældi á fyrsta sinni í bestu deildini í 2007. Nógv
órógv var rundan um felagið, og nógvir spælarar komu og
fóru. Nú tykist meiri skil verða komið á og felagið hevur
eitt grundarlag av egnum tilfari, sum eftir tvey ár í 1.deild
skulu til at vísa hvør dugur er í teimum.
– Vit eru eldri nú og hava fleiri royndir. Eisini fólkini
rundan um felagið hava nú royndir við at reka eitt felag í
besti deildini, greiður Dion Splidt frá.
Bagge skal leggja
teimum ungu lag á
Sámal Erik Hentze, eisini kendur sum Bagge, er venjari á
Argjum aftur í ár. Sámal Erik tók við á Argjum um miðjan
august í 2010. Tá var felagið á veg niður í 1.deild. Upp
flytingin glapp í evstu løtu í 2011, men í 2012 var ongin
slingur í valsinum.
– Sámal Erik dugur væl at greiða teimum ungu frá hvat
hann vil hava. Teir koma ikki á vøllin og vita ikki hvat teir
skulu gera. Tað hevur stóran týdning fyri teir yngru, sigur
Dion Splidt, sum fyri uttan eitt ár á Toftum bara hevur
spælt við AB.
Nú skulu
argjamenn
traðka til
– Vit spæla eisini við sama konseptinum, sum vit hava
gjørt tvey tey seinastu árini. Útgangsstøðið kemur sjálvandi
at verða nakað meiri verjukent, men ætlanin er at vit skulu
spæla fótbólt og tora at hava bóltin, sigur Dion Splidt.
Ein av nýggju spælarunum í felagnum er Sorin Anghel,
sum eftir 12 ár í EB/Streymi valt at skifta út á Argir.
– Hann kemur helst at hava stóran týdning fyri liðið. Vit
hava brúk fyri nøkrum royndum spælarunum, sum kunnu
leggja hinum lag á, sigur Dion víðari.
Sjálvur hevur Dion eisini royndir frá bestu deildini bæði
í AB og tá hann í 2011 spældi við B68.
– Eg havi vant nógv í vetur og nú gleði eg meg bara at
koma í gongd. Málið hjá okkum er at yvirliva og tað vóni
eg at vit klára, sigur Dion.
Eisini Rógvi Poulsen er komin aftur til felagið har alt
byrjaði, eftir at hava spælt í HB og roynt seg í enska Crew
Alexandra. Bólttryggi vongurin er avgjørt ein av spælar
unum, sum kann gera mun á Argjum um teir skulu yvirliva
í deildini.
■■■ Dion Splidt er ein av fleiri spælarum í AB, sum er uppaldur í
felagnum. Eftir nøkur ár við ójøvnum úrslitum er tíðin komin til at
argjamenn seta sín dám bestu deildina í føroyskum fótbólti.
– Málið er fyrst og fremt at yvirliva í deildini, sigur Dion Splidt
Argja
Bóltfelag
Stovnað 15. august 1973
Formaður Jens Michal Tróndheim
Meistari (0) Ongantíð
Steypavinnari (0) Ongantíð
Greipuvinnari (0) Ongantíð
Í bestu deildini (4 ár) 2007, 2009-10, 2013-
Í Europa (0) Ongantíð
– Málið er fyrst og fremst
at yvirliva í bestu deildini ■■■
8.
PLÁSS
vit tippa: