Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-02-26, síða 90
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2013síða 90

‹ fyrra síða allar 92 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27. februar 2013 SOSIALURIN FÓTBÓLTUR 2013 50 FSF 1. deild ■■■ N iðurflytararnir FC Suðuroy og B68 hava saman við B71 og Skála síni fremstu lið í næstu­bestu deildini. Fyri øll feløgini er gald­ andi, at tey fyrst og fremst líta á heimligar spælarar, men dreymurin um bestu deildina hevur eisini við sær, at onkur av feløgunum hava verið hugað fyri at fáa styrk uttanífrá. Saman við teimum fýra eru eisini seks onnur lið, og har er talan um eykalið hjá feløgum, sum eru umboðað í Effo-deildini. Tey liðini eru HB, KÍ, Víkingur, B36, TB og EB/ Streymur. Seinnu árini hava feløgini lagt stóran dent á at brúka hesi lið til at menna sínar egnu spælarar, sum eru á veg úr ungdómsfótbólti og inn á besta liðið. Tey fyrstu fýra 4 FC Suðuroy hevði eitt vánaligt ár í bestu deildini í fjør. Tíðliga var greitt, at FC Suðuroy ikki megnaði at standa seg millum hini liðini, og hóast liðið gjørdi onkrar vørr, so var niðurflytingin veruleiki langt fyri kappingarenda. Men suðuroyingar hava ikki slept vónini um at hava eitt lið í bestu deildini, og nú stíla teir eftir uppflyting aftur. Jón Johannesen er venjari hjá FC Suðuroy, sum brúkar nógvar av sínum egnu spælarum, men sum eisini hevur fingið onkr­ar styrk uttanífrá. B68 var í harðari kapping um at sleppa undan niður­ flyting í fjør, men tað lukkaðist ikki Toftafelagnum, sum hevði lagt nógv fyri við hópinum í fjør. Nú hevur B68 skift kós, og teir ætla sær at brúka sínar egnu – fyri stóran part ungu – spælarar á liðnum í ár. Í venjingardystum ímóti lið­ um úr bestu deildini hava teir fingið onkran kjaftfisk, men tá ið liðið hevur allar sínar spælarar tøkar, eigur tað at kunna stíla eftir toppinum í 1. deild. Venjari er lands­liðs­ legendan Øssur Hansen. Skála bjóðaði í fjør av í toppinum í 1. deild, og líkt er til, at felagið fer at gera tað sama í ár. Undir leiðslu av unga venjaranum Eliesar Olsen hevur Skála fingið eitt lið, sum saktans kann vinna sær uppflyting. Liðið er framfýsið og byggir á lokalar spælarar. B71 megnaði ikki í fjør at bjóða av í toppinum í 1. deild, og ivasamt er, hvussu verður við hesum í ár. Allan Mørkøre held­ur fram sum venjari, og í Sandoynni vilja tey eisini royna at brúka sínar ungu spælarar og royna at menna teir. Tey seinnu seks Onkur av eykaliðunum hjá Effo-feløgunum eru sterk og kunnu saktans geva hinum liðunum ein skarpan gang. Í fjør var HB tað fremsta av eykaliðunum í 1. deild, og KÍ og Víkingur vóru ikki langt aftanfyri. Niður­- flytarar vilja upp aftur ■■■ Tveir niðurflytarar og tvey onnur feløg hava møguleika at flyta upp í bestu deildina. Fýra feløg hava sítt besta lið í 1. deild hjá monnum, og tað eru tey, sum í útgangasstøðuni hava møguleikan at flyta upp í Effo-deildina B68 mátti í fjør tungu leiðina niður í 1. deild ■■■ Fyri eykaliðini HB, KÍ, Víking, TB, EB/Streym og B36, sum er nýtt í deildini, er umstøðurnar soleiðis, at mann­ ingin kann skifta nógv frá dyst til dyst. Skaðar, leikbann og annað ávirkar í stóran mun, hvussu eykaliðini eru mannað, men tá ið hesi liðini eru væl mannað, kunnu tey saktans býta frá sær. Fyri B36 og TB, sum eru nýggj í deildini, snýr tað seg fyrst og fremst um at yvirliva fyrsta árið í deildini, men skulu tey megna tað, so mugu tey toga seg upp um okkurt av hinum liðunum.