Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. mars 2013 · Nr. 25 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Hans Pauli STrøm Tíðargrein síða 17 Okkara kvinnur ev­rop­a­ meist­arar Tóra við keldu Eygamálið síða 16 Á ferð í litaða landinum Við 13 atkvøðum ímóti og sjey fyri feldi Løgtingið í gjár upp­skot­ið hjá Tjóð­veld­i­num og Javn­að­ar­flokk­i­ num um at krevja inn kring­varps­ gjald­ið um­veg­is skatt­in. Um­framt at stab­i­lis­era inn­tøk­u­ grund­ar­lag­ið hjá Kring­varpi Før­oya, so hevði upp­skot­ið eis­ini til end­a­ máls at taka burt­ur lýs­ing­ar­nar úr Kring­varp­i­num so­leið­is, at priv­atu miðl­ar­nir kundu hava hesa inn­tøk­ u­keldu í friði. Øll eru uttan iva samd um, at Kring­varp­ið eig­ur at hava eitt trygt inn­tøk­u­grund­ar­lag. Hvussu stór inn­tøk­an skal vera, eru vit ikki samd um. Og hvussu peng­ar­nir skulu krevj­ast inn, eru vit held­ur ikki samd um. Tað er tí ein pol­it­ isk­ur spurn­ing­ur­in at gera av, um kring­varps­gjald­ið skal krevj­ast inn so ella so, og tað er eis­ini ein pol­it­ isk­ur spurn­in­g­ur, hvussu nógvar peng­ar vit halda, at vit skulu brúka upp á eitt al­ment public service kring­varp. Men tað átti ikki at vera ein pol­it­isk­ur spurn­in­g­ur at gjørt av, at kapp­ingin mill­um pri­v­atu miðl­ ar­nar og eitt al­ment skatta­fíggj­ að pub­lic ser­vice kring­varp eig­ur at vera fair. Tað eig­ur at vera ein kapp­ing á jøvn­um føti. Men tað er tað ikki. Um­framt at krevja skatt frá fólki, so kapp­ast Kring­varp Før­ oya um somu lýs­ing­ar, sum priv­atu miðl­ar­nir liva av. Hetta er dundr­ andi ó­rætt­víst. Men tað er ikki Kring­varp­ið, sum hev­ur skuld­ina av hes­um. Tað er pol­it­iska at­gerð­ ar­loys­ið, sum er or­søk­in. Av tí at pol­it­ik­ar­ar­nir ikki hava havt rygg til at tryggjað Kring­varp­ið fíggj­ar­ liga, so hava teir lat­ið stað­ið til og lat­ið stovn­in fíggj­að ein part av sín­ um virk­semi við lýs­ing­a­inn­tøk­um. At hetta er ein skrúva utt­an enda sæst á send­i­flat­uni hjá Kring­varp­ inum, sum nú er gjøgn­um­seyr­að við komm­ers­i­ell­um á­huga­mál­um. Kring­varp­ið pro­sti­tu­er­ar seg fyri hand­ils­lívi­num – og tað tyk­ist sum um, at pol­i­tik­ar­ar­nir halda hetta vera í ord­an. Men tað er tað ikki. Eitt er, at Kringvarpið og pol­ it­iska skip­an­in á henda hátt und­ ir­grava trú­virð­ið hjá Kring­varpi Før­oya. Ann­að er, at tey som­u­leið­is taka inn­tøk­ur frá priv­atu miðl­u­ num. Vit biðja ikki um stuðul ella um al­manna­hjálp. Vit biðja bara um frið. Um frið at reka okk­ara vin­n­ u­liga virks­emi utt­an pol­it­iska upp­ í­bland­ing, Vit seta okk­ara vón til, at Bjørn­in í Menta­mál­a­ráð­num vaknar og fær skil á fígg­ing­ini av Kring­varp­i­num utt­an at oyð­i­leggja inn­tøku­grund­ ar­lag­ið hjá okkum. Gevið okkum fair kapping Á nýggjárinum gjørdi Port­al­ ur­in upp, hvussu stóð til við upp­møt­ing­ hjá tingfólki. Tað vísti seg, at Krist­ in Michelsen skulkaði mest. Hann var burtur frá 16 av 42 ting­fund­u­num hesa tingsetina fram til jóla. Men hann lovaði at taka ann­að skinn um bak. Og tað hevur hann gjørt. Hann hevur møtt á hvørj­um ting­fundi síðani – uttan í gjár. Men tá gjørdi hann, sum hann eig­ur: hann bað um farloyvi, so næsta fólk á listanum kundi møta. Men aðrir tingsessir hava stað­ið tómir – eitt nú hjá Fólka­flokk­inum. Og tá tingsessir standa tóm­ir – so kann man spyrja, hvar tingfólkini eru. Í so máta er Facebook nokso av­dúk­andi. Tí har sást herfyri, at Rodmundur Niel­sen, løg­tings­mað­ur, var á coun­t­ry-ferð í Nash­ville USA saman við country-fjepp­ar­um sum t. d. Jo­han Dahl, lands­stýr­ is­manni og onkrum týdn­ing­ar­ mikl­um ak­tøri í vinnu­lív­inum. Men hann helt tað ikki vera neyð­ugt at fáa vara­mann­in Boga Andr­e­a­sen á ting. Og nú tá ungi ting­mað­ur­in Han­us Samró – eis­ini sambært Face­book – hev­ur hugnað sær í Keyp­mann­a­havn og nú sólar sær í Du­bai, so hevur hann held­ur ikki viljað havt Boga Andr­e­asen á ting. Av teimum 11 ting­fund­u­num í ár hevur hann for­sømt fimm fundir higartil. Og hann fær fulla løn, tá hann ikki kall­ar varamannin inn. – Vit spyrja bara: Hvar er re­ spekt­in fyri tingarbeiðinum og fyri velj­ar­u­num? Ikki tíð til tingið Formaðurin í tingbólki Fólka­ floks­ins kann bæði vera ber­ søg­in, speiskur og bondskur. Og so tykist hann eisini hava hug at pella. Tað er bara tað, at tá ein leið­andi politikari førir seg so­ leið­is fram, so kann verða ringt at skilja ímillum, nær hann er hvat. Tí er hann trupul at taka fyri fult. Undir tingviðgerðini av mál­i­num hjá Javn­að­ar­flokk­ i­num og Tjóð­v­eld­i­num um kring­varps­gjaldið hós­dag­in førdi hann fram, at ein al­m­ enn­ur stovn­ur eig­ur í Sos­i­ali­ num, sum hann ikki heldur vera ein óheftan miðil. Vit undrast á, hví ein leið­ andi pol­i­ti­k­ari í Fólk­a­flokk­i­ num – ein sum eisini førir seg fram sum vinn­u­lívs­mann – er so illa kunnaður um før­oyskt vinn­ulív, at hann ikki veit bet­ ur. Men hetta var helst ætlað sum eitt skot – hetta var uttan iva ein tilvitað roynd at skala trú­virð­ið hjá Miðlahúsinum. Sum kunnugt átti Føroya Tele einaferð 34 prosent av part­a­pen­in­g­i­num­. Føroya Tele gjørd­ist eigari stutt eftir, at P/F Miðl­a­fel­ag­ið, sum starvsfólk á Sosi­al­i­num eiga, hevði keypt blað­ið frá Javn­að­ar­flokk­i­num. Hetta var 2006. Men longu árið eft­ir keypti P/F Miðlafelagið aft­ur part­a­pen­ing­in hjá Føroya Tele. Soleiðis eru eingi handilslig ella politiskt áhugamál aftan fyri P/F Miðlafelagið, sum eig­ ur Sos­ialin og Rás2. – Eitt feikt úttalisli, sum ikki sømir seg formanni Fólka­ floks­ins á tingi, halda vit! Pellar Biggi við vilja? Tá uppskotið hjá Javn­að­ arflokkinum og Tjóð­veld­ i­num varð felt við aðru við­gerð á tingfundinum hós­dag­in vóru bara 20 ting­ fólk í salinum. Tað merkir, at 13 ikki vóru har – í øllum før­um teknaðu tey seg ikki til at­kvøð­u­greiðslu. Tað er eitt frá­ver­u­pro­sent upp á 40. 13 av hesum tingfólkum at­kvøddu ímóti, meðan bara sjey atkvøddu fyri. Her er vert at merkja sær, at Jav­n­ að­ar­flokk­urin og Tjóðveldi hava 12 tingfólk tilsaman. Frá­veran hjá teimum var tí 42 pro­sent. Í skrivandi stund vita vit ikki, hvør atkvøddi hvat, tí tað tekur so langa tíð hjá løgtingsumsitingini at dag­ føra gerðabókina á heim­a­ síðuni. Men vit gita, at tey sjey, sum atkvøddu fyri, vóru úr Javn­að­ar­flokkinum og Tjóð­veldinum. Hó­ast løgtingið onga al­menna clearingskipan hevur – tað er, at um ein úr sam­gong­uni ikki møtir, so let­ur ein í andstøðuni vera við at atkvøða, so verða slík­ar avtalur gjørdar. Løg­ tings­for­mað­ur­in sigur seg einki kenna til tað. Men fyri okkum, sum leggja so stóran týdning í hetta málið – og tað hildu vit eis­ini at flokkarnir hjá upp­skots­still­ar­u­num gjørdu, so er tað skuffandi at síggja, at uppskotið fær so lítla virðing, tá til stykkis kem­ur, og avgerðin skal tak­ ast. – Hvat nú, um enn eitt fleiri úr samgonguni ikki møttu, meðan øll and­støð­ an møtti, so varð málið sam­tykt...? 13 tingfólk vantaðu í løgtingssalinum Útvarpið er nú gjøgn­um­ seyr­að við handilsáhugamálum