hósdagur 15. apríl 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 71 - 15. apríl 2004
Nr. 71 - 15. apríl 2004
11
Týsdagin hevið løgtingið aðalorðaskifti um 0-hugsjón-
ina, ella álitið hjá Ferðslutrygd, »Ávegis móti null-hug-
sjónini«, ið byggir á null-hugsjónarhugtakið, ið spratt úr
Svøríki í 1997.
Tað er eitt bæriligt mál at seta sær, at eingin skal doyggja
ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni. Men hetta er
aðaltátturin í null-hugsjónini, ið leggur upp til, at vit laga
umstøðurnar soleiðis, at endmálið við hugsjónini kann
røkkast.
Vit kunnu her á staðnum – eins og okkara kosnu menn
og kvinnur gjørdu týsdagin – bara taka fult og heilt undir
við hesum tanka. Tað er ótrúligt, at vit hava latið um
okkum farið, at fleiri enn 250 medborgarar okkara eru
farnir undir grønutørvu í ferðsluni – sum oftast í mein-
ingsleysum vanlukkum, ið lættliga kundu verið fyri-
byrgdar.
Fyrsta ferðsluvanlukkan í heiminum, sum kravdi manna-
lív, hendi í London í 1896. Í Føroyum doyði fyrsta fólkið
í ferðsluni í eini ferðsluvanlukku á Varmakeldueiði í
1928, seks ár eftir, at fyrsti bilur kom til Føroya. Seinni
árini er tað sum um at vit hava góðtikið, at eini eini 5-6
fólk skulu doyggja í ferðsluni á hvørjum ári.
Men her siga vit nei! Hetta góðtaka vit ikki – ikki undir
nøkrum umstøðum. Tí eigur tað at verða eitt samfelags-
krav – ein sjálvfylgja, at løgtingið samtykkir at nýta null-
hugsjónina sum grundarlag fyri øllum ferðslupolitikki í
Føroyum. Ferðslutrygd eigur stórt heraklapp fyri hetta
álit.
Tað ljóðar kanska naivt at halda, at eingin skal doyggja í
Ferðsluni. Men hví ikki seta okkum hetta mál? Fyri nøk-
rum síðani doyðu upp til 15 fólk í ferðsluni. Nú liggur
talið nógv lægri, tað hevur verið tætt við 0 – hví ikki
halda á, til talið er 0?
Nógv verður tosað um, at tað eru tey ungu, ið eru størstu
syndararnir í ferðsluni. Tað er einki so vist sum tað. Tí er
tað ein sjálvfylgja, at serligt fyrilit skal takast fyri hesum
veruleika. Tey ungu eiga ikki at fáa somu rættindi í
ferðslu, sum øll hini. So kann man siga, at tað eru bara
nøkur, sum eru serliga vandamikil í ferðsluni. Hertil er at
siga, at betur er at binda um heilan fingur. Settar eiga tí
at verða serligar treytir – strangar treytir, til tey ungu,
fyrstu árini tey koyra bil.
Fysiskar umstøður, trygdarútgerð o. a. hevur sjálvandi
stóran týdning. Men tað skerst ikki burt, at tann, ið koyrir
bilin, hevur størstu ávirkanina. Vilja bilførarar ikki
uppføra seg siðiliga og skilagott í ferðsluni, so eigur tað
at fáa álvarsamar avleiðingar.
Um vit ikki vilja taka undir við null-hugsjónini, so eiga
vit at seta spurningin: Hvør skal doyggja, tú, ella hvør???
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eingin skal doyggja
í ferðsluni
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Oyvindur Brimnes,
stjóri,
Landsverkførðingurin
Í sambandi við viðgerð av
fíggjarlógini fyri 2004 í
Løgtinginum
tann
31.
mars, leggur løgtingsmaður
Landsverkfrøðingsstovnin
undir at arbeiða ímóti ein-
ari møguligari tunnilsverk-
ætlan
millum
Suður-
eysturoy og Suðurstreymoy.
Undir
viðgerðini
av
fíggjarlógini verður nevnt,
at LV hevur gjørt eina vega-
og
tunnilsverkætlan
í
Eysturoynni, sum arbeiðir
ímóti einari møguligari
tunnilsverkætlan millum
Suðureysturoy og Suður-
streymoy, og sum harafturat
hevur nógvar keðiligar
avleiðingar.
Fyri at hesar framseting-
ar ikki skulu standa eftir
sum sannleikin, er neyðugt
við hesi viðmerking.
LV hevur hvørki arbeitt
ímóti einari møguligari
tunnilsverkætlan millum
Suðureysturoy og Suður-
streymoy ella gjørt eina
vega- og tunnilsætlan í
Suðureysturoynni.
Tað sum er hent í málin-
um er útgreinað í grein í
Dimmalætting
tann
27.11.03, og skal heilt stutt
verða endurgivið her.
LV hevur gjøgnum tíð-
irnar gjørt ætlanir fyri
vegakervið í Føroyum, har
fleiri hugsandi møguleikar
eru tiknir við. Hesir ymisku
møguleikar hava so verið
samanbornir, fyrimunir og
vansar settir upp ímóti
hvørjum øðrum, og soleiðis
er roynt at koma fram til
bestu og rættastu ætlanina
fyri samfelagið. Eisini eru
hesar ætlanir nýttar til at
tryggja, at byggi- og býar-
ætlanir ikki kolrenna við
ein møguligan framtíðar-
veg. Hetta er ein framferð-
arháttur sum er vanligur
rundan um okkum, og er
ætlaður at geva politikkar-
unum so gott grundarlag
sum gjørligt at taka avgerð-
ir út frá. Ofta hevur verið
funnist at, at ov lítið er gjørt
burturúr ætlanarskeiðnum.
Í hesum einstaka málin-
um er júst hetta farið fram,
nevnliga at fleiri møguleik-
ar eru settir upp. Orsøkin til
at tað hevði skund var, at
nakrar kommunur í Eystur-
oynni arbeiddu við býar-
planum, og tí ynsktu at vita,
hvar møguligar framtíðar
vegalinjur vóru. LV ar-
beiddi við málinum og festi
nakrar møguleikar á tekn-
ing, og kunngjørdi teir síð-
an fyri kommununum í sátt
og semju, harímillum eisini
tann møguleikan, sum LV
nú verður lagdur undir at
arbeiða ímóti. Kommun-
urnar høvdu meiningar um
hesar møguleikar, men tær
skiltu allar, at talan var um
møguleikar og ikki verk-
ætlanir.
Málið er ikki kannað víð-
ari, ongar greiningar av
fyrimunum og vansum og
ongar
raðfestingar
eru
gjørdar, onki prosjekter-
ingsarbeiði er farið í gongd.
Talan er bert um eitt yvirlit
yvir nakrar møguleikar. Tó
skal viðmerkjast, at tað er
kannað, at ætlaninar
geometriskt bera til.
Tí er tað heilt óskiljandi,
at eitt samstarv millum ein
landsstovn
og
nakrar
kommunur
kann
verða
tulkað sum stríðandi ímóti
eini verkætlan, bert tí at
fleiri
enn
tann
eini
møguleikin er settur upp í
einum yvirliti yvir møgu-
ligar framtíðar vegalinjur.
Arbeiða ikki ímóti tunnilsverkætlan
Jústinus Eidesgaard
Í samband við orðaskiftið á
tingi um trygdina í ferðsl-
uni og serliga tey ungu í
ferðsluni,
melir
hesin
spurningur í mínum høvdi.
– Høvdu færri skaðar
verið í ferðsluni, um minni
tollur varð lagdur á tryggar
bilar?
Bilar sum tey minnu
modellini av Audi, VW,
Volvo og BMW eru bilar
hjá vanliga løntakaranum í
Týsklandi.
Hesir
bilar
verða roknaðir sum yvir-
klassabilar í Føroyum, ikki
tí teir eru so fínir, men tí so
høgur tollur er á teimum, at
teir kosta sum ein luksus-
bilur. Tað vil siga, at tað eru
ikki bilverksmiðjunar sum
áseta prísin, men føroyski
landskassin
Um
minni
almennur
grammleiki kundi bjarga
mannalív í ferðsluni, so
kundu løgtingsmenn um-
hugsað hetta.
Ferðsludeyði og almennur grammleiki
Ingvard Fjallstein,
Norðskála, 06-04-2004
Í Fregnum 26. mars vóru
tvær langar samrøður við
Finnboga Joensen í Vest-
manna undir yvirskriftini
Grønt biogass. Har verður
millum annað greitt frá ætl-
anunum um at gera eitt
biogassverk á Sundi, sum
kann taka ímóti 5000 tons-
um av mykju og 5000 tons-
um av slógvi. Harafturat er
ætlanin, at verkið eisini
skal taka ímóti lívrunnum
burturkasti frá húsarhald-
um og hvalarovum eftir
grindadráp.
Sambært blaðnum er
drívmegi Finnboga Joens-
ens at fara undir hesa stóru
verkætlan, at brennistøðir
dálka tvífalt, tí tær brúka
olju til at brenna vætu og
sostatt lata tær tvífalda
nøgd av koltvíiltu upp í
loft, meðan biogassið ikki
ávirkar koltvíiltujavnvág-
ina. Nógv væta er í lívrunn-
um burturkasti, sum mat-
leivdum og tílíkum, og
Finnbogi javnsetir brenning
av lívrunnum burturkasti
við brenning av vætu.
Eg má siga, at eg havi
stóra virðing fyri tí ótroytt-
andi eldhuga og tí arbeiði,
Finnbogi ger umhvørvinum
at frama, serliga innan
skúlagátt
og
í
Lokal
Agenda 21 líknandi virk-
semi. Men tað harmar, at
Finnbogi Joensen framveg-
is førir fram skeivleikar,
sum hann fyri árum síðani
hevur fingið at vita, ikki
eru í tráð við veruleikan.
Hugsi millum annað um
uppáhaldini, at neyðugt er
at brúka stórar nøgdir av
olju til at brenna burturkast
á brennustøðunum og at
kompostering stórt sæð er
tað sama sum at fordampa
vætuna í lívrunnað tilfar-
inum.
Eg skal ikki á nakran hátt
gera meg serkønan í við-
gerð av lívrunnum tilfari
ella burturkasti, men eg
haldi tað er vert at gera ein
samandrátt um tað. Evnið
er stórt, so tað sum her
verður sagt, er mest at líkna
við eina lítla flagveltu í ein-
um stórum teigalendi.
Lívrunnið tilfar
Lívrunnið burturkast stavar
frá plantum ella djórum.
Plantur gera kolvætuevni
burtur úr koltvíiltu, vatni og
sólarorku. Lítið er av kol-
vætu í djórum, men heldur
eggjahvítaevni
og
fiti,
hóast nógv djór liva av
plantutilfari. Ein stórur
partur av plantunum verður
aftur til koltvíiltu og vatn,
tá kolvætan fer ígjøgnum
djórakroppin. Tá djóra-
kroppar rotna, verða teir í
stóran mun aftur til koltví-
iltu og vatn. Av mold er tú
komin og til mold skalt tú
aftur verða ella í aðrari
vending, av koltvíiltu ert tú
komin og til koltvíiltu skalt
tú aftur verða. Soleiðis er
lívrunna ringrásin.
Kompostering
Lívrunnið burturkast, hús-
arhaldsleivdir ella lívrunn-
ar leivdir kunnu viðgerast á
ymsar mátar. Tað einfald-
asta er at kompostera smáar
nøgdir í garðinum ella í
kompostíløtum við hús. Til
ber eisini at savnað lívrunn-
ið tilfar frá húsarhaldi og
matstovum saman og við-
gera tað í stórum kompost-
eringskipanum saman við
urtagarðstilfari og øðrum.
Í sambandi við kom-
postering verður ein partur
av turrevninum í tilfarinum
brotið niður og guvar burt-
ur sum vatn og koltvíilta.
Tilfarið
lætnar
umleið
60%. Tað sum eftir er, kann
brúkast til ymisk endamál,
t.d. at leggja um trøð í
garðinum ella til at blandað
upp í mold. Treytin er, at
tilfarið gongur undir há-
marksvirðini frá myndug-
leikunum fyri tungmetalir
og onnur dálkandi evni.
Í Føroyum eru okkurt um
5.000 tons av lívrunnum
burturkasti frá húsarhald-
um. Um alt varð kom-
posterað, guvaðu eini 1.100
tons av koltvíiltu upp í loft
og eini 2.000 tons av
komposti høvdu verið at
lagt í urtagarðar, plantasjur
og veltir um árið.
Biogassverk
Ein
meira
teknologisk
framferð er at gera biogass
burtur úr lívrunnum burtur-
kasti. Tilfarið verður rotað
uttan súrevni í einari fløkt-
ari smáveruskipan. Úrslitið
er eitt blandings-gass, har
umleið 2/3 eru metan og
1/3 er koltvíilta, men stór
frávik eru. Harafturat eru 1-
2% av svávulbrintu og nak-
að av ammoniakki í gassin-
um. Neyðugt er at reinsa
gassið fyri svávulbrintu og
ammoinak. Brennivirðið á
einum rúmmetri av bland-
ingsbiogassi svarar til okk-
urt um 0,6 litrar av olju.
Flottøð geva lítið av bio-
gassið. Verður fiti blandað
uppí, fæst munandi meira
av gassi burturúr. Verður
biogass gjørt burtur úr
lívrunnum húsarhaldsruski,
ídnaðar-burturkasti
og
mykju í lutfallinum 1:1:8,
verður umleið 20% av
tilfarinum til biogass, og
umleið 20% er ymiskt
fráskilt tilfar, sum antin
skal brennast ella tyrvast og
60% skulu sendast aftur til
bøndurnar sum flótandi
tøð. Her eru helst møgu-
leikar fyri optimalisering-
um. Treytin fyri at nýta við-
gjørda tilfarið sum tøð er, at
tilfarið gongur undir há-
marksvirðini frá myndug-
leikunum fyri tungmetalir
og onnur dálkandi evni.
Varð alt lívrunnið húsar-
haldsrusk í Føroyum sent
ígjøgnum eitt biogassverk
eftir hesum leistinum, varð
ruskið
blandað
upp
í
40.000 tons av flottøðum
og 5.000 tons av lívrunnum
ídnaðarburturkasti.
Tað
merkir, at 50.000 tons
skulu koyrast til eitt bio-
gassverk og 40.000 tons
skulu koyrast frá verkinum
aftur. Soleiðis skulu 90.000
tons flytast fyri at gera
10.000 tons av flottøðum
og burturkasti um til bio-
gass. Í Føroyum eru okkurt
um 30.000 m3 av flottøð-
um. Umframt tøð fáast í alt
einir 1,6 mió. m3 av gassi
burturúr, svarandi til einar
1000 m3 av olju.
Um biogassið er nóg
reint, kann tað brúkast sum
eitthvørt annað brennievni.
Tá metan verður brent,
verður tað til koltvíiltu og
vatn, men av tí at metanið
er av lívrunnum uppruna,
verður koltvíiltan roknað
fyri at vera uttan ávirkan á
k o l t v í i l t u j av nv á g i n a
(nevtralt).
Brennistøðir
Uppaftur meira teknisk
verður viðgerðin, tá lív-
runnið tilfar skal brennast á
eini
brennistøð.
Nógv
ymiskt lívrunnið burturkast
kemur á brennistøðirnar, so
sum matleivdir, deyður
fiskur, botnfellingarevju,
innvølur av seyði, skinn,
urtagarðstilfar,
timbur,
spønplátur, skiti ella vátt
pappír og papp og tíverri
eisini reint og gott pappír
og papp. Hetta verður
blandað saman við plast-
burtur-kasti av øllum handa
slag, fýrt í ovnin og brent
við umleið 1050 hitastig-
um. Soleiðis sum blanding-
in er og helst verður leingi
afturat, er als ikki neyðug at
spræna olju inn í ovnin til at
halda lív hesum bálinum.
Brennistøðin brúkar 12-
15.000 litrar av olju um
árið, svarandi til eini 5 set-
hús. Oljan verður brúkt, tað
ovnurin verður umvældur.
Eins og við kompostering
ella biogassgerð, kemur
nógv koltvíilta burturúr
brenningini, men av tí at
ein heilt stórur partur av til-
farinum er av lívrunnum
uppruna, er eisini ein heilt
stórur partur av koltvíiltu-
útlátinum uttan ávirkan á
koltvíiltujavnvágina
ella
nevtralt. Sostatt er ein stór-
ur partur av hitaorkuni frá
brennistøðunum grøn í
mun til koltvíiltuútlát. Við
nýggju roykreinsiskipanun-
um verður hon enn grønari.
Tilsaman framleiða báðar
tær føroysku brennistøðirn-
ar eina orkunøgd, sum svar-
ar til eini 6.000 tons av olju
um árið. Brennistøðin á
Hjalla letur meginpartin av
síni orku til sethús í Hoy-
víkshaganum, meðan IRF
hevur gjørt avtalu við
Høvdavirkið í Leirvík um
at gagnnýta 80% av hita-
orkuni frá Brennistøðini á
Hagaleiti.
Í vekt minkar nøgdin av
burturkasti, sum fer ígjøgn-
um eina brennistøð við
meiri enn 80% og í rúmd
við meiri enn 95%. Í mun
til kompostering ella bio-
gassgerð verður so at siga
øll orkan tikin úr burtur-
kastinum í einum taki og
lítið er tí eftir til aðra
nýtslu. Í okkara granna-
londum hevur øskan frá
brennistøðunum í stóran
mun brúkt til ymisk byggi-
arbeiði, men tað hevur ikki
latið seg gjørt í Føroyum
higartil.
Húsarhaldsrusk og
biogass
IRF kannaði fyri tveimum
árum síðani møguleikan
fyri at viðgera deyðan ali-
fisk, landbúnaðarburtur-
kast og annað lívrunnið
burturkast øðrvísi enn at
brenna tað. Ein møguleiki
var at turka malnan deyðan
alifisk, rottangaevju og
annað vátt lívrunnið burtur-
kast frá alivinnuni við hita
frá brennistøðini, og síðani
brúka tað til tøð í landbún-
aðinum.
Niðurstøðan við støði í
heilsufrøðiligu
avtaluni
millum Føroyar og ES var,
at tað bert var møguligt at
brúka hetta tilfarið til tøð,
um at tað var velt upp í
mold í mun til tøðvirðið. Av
tí at lítið verður velt í
Føroyum, varð ikki hildið,
at tað var ráðiligt at gera
meira við hesa verkætlan-
ina.
Um somu reglur eru
galdandi fyri alislógv, sum
verður blandað upp í flot-
tøð á einum biogassverkið,
veit eg ikki, men eg hevði
væntað tað.
Miljøstyrelsen í Dan-
mark kunngjørdi í fjør eina
kanning, har teir mettu um,
hvørt tað loysti seg samfel-
ags-búskaparliga at gera
biogass burtur úr lívrunn-
um húsarhaldsruski. Niður-
støðan var, at kompostskip-
anir og biogassverk eru
bíligari at reka enn brenni-
støðir, men at ruskinnsavn-
ing og flutningur verður ov
dýrt, tí neyðugt er at hava
eina serstaka innsavningar-
skipan fyri tað lívrunnað
burturkastið frá húsarhald-
um.
Sum er verður lívrunnað
burturkastið savnað saman
við øðrum, sum skal brenn-
ast, og orkan, sum kemur
burturúr, verður gagnnýtt.
Minni enn 2 % av lívrunna
húsar-haldruskinum í Dan-
mark fór ígjøgnum biogass-
verk í 2001. Útlitini eru
ikki góð, tí biogassverkini
fáa ikki tað burturúr, sum
varð væntað, og biogass-
skipanir eru steðgaðar ella
hanga í einum tunnum
tráði.
Framleiðsla
av
gassi
burtur úr flottøðum og lív-
runnum ídnaðartilfarið, so
sum
laksainnvølum,
er
møguliga eitt gott hugskot,
serliga um avlopstilfarið
verður nýtt til taðing, men
tá ruskviðgerðin í Føroyum
líkist sera nógv tí donsku,
eigur ein kanning at verða
gjørd um hesi viðurskifti
saman við landi og komm-
unum, áðrenn farið verður
undir serstaka innsavning
av lívrunnum burturkasti
frá øllum húsarhaldum í
Føroyum til biogassverk.
Grønt biogass - Grønur hiti
VIÐMERKINGAR
Mikukvøldið 21. apríl
kl. 19.30 verður
upplestrarkvøld á
Klaksvíkar bókasavni
við Marjuni Kjelnæs
og Steintóri
Rasmussen
UPPLESTUR
Tíðindaskriv
Marjun Kjelnæs fer at lesa
úr fyrsta stuttsøgusavni sín-
um »Ein farri av kolvetni«,
ið kom út fyri kortum.
Eisini fer hon at siga frá,
hvussu tað er at skriva stutt-
søgur. Sjálvt um hetta er
fyrsta savnið hjá Marjuni,
so hevur hon áður havt
stuttsøgur á prenti í ymsum
tíðarritum. Í 2001 vann
Marjun Kjelnæs aðru virð-
isløn í stuttsøgukapping hjá
Listastevnu Føroya og árið
eftir fyrstu virðisløn í kapp-
ing um útvarpsleikir somu-
leiðis
hjá
Listastevnu
Føroya.
Steintór Rasmussen fer
upplestrarkvøldið at lesa
egnar yrkingar úr yrkinga-
savninum »Føroyingar liva
ikki av fiski eina«, sum
kom út fyri jól í fjør. Hetta
er fyrsta yrkingasavnið hjá
Steintóri, men er hann áður
kendur fyri sínar sangir
millum annað frá vælum-
tókta
tónleikabólkinum
Frændum.
Aftaná upplesturin verð-
ur kaffi at fáa.
Upplestrarkvøld á Klaksvíkar bókasavni
C
M
Y
K
11
10