fríggjadagur 1. mars 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Fríggjadagur 1. mars 2013 · Nr. 25
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gigni – heilsufrøði til børn og ung søkir eftir
heilsufrøðingi til leyst starv, ið verður at seta
til komandi skúlaár.
Talan er um:
24 tímar um vikuna til Eysturskúlan og Nólsoyar skúla
Vit kunnu bjóða:
• Sjálvstøðugt, spennandi og avbjóðandi arbeiði
• Fakligt mennandi umhvørvi
•
At verða partur av einum samstarvstoymi við jaligum og
eldhugaðum starvsfelagum
•
Væntast kunnu broytingar í mun til raðfestingar og manna-
gongdir í samband við menningartilgongd
Førleikakrøv:
•
Útbúgving sum heilsufrøðingur
•
Góð evnir til at samstarva innanhýsis og tvørfakliga
•
Áhuga fyri fakligari menningartilgongd
Tað er ein fyrimunur, at umsøkjarin hevur royndir frá heilsu-
fremjandi arbeiði á barna- og/ella familjuøkinum.
Arbeiðið er skipað í samstarvstoymir, og er tað tí ein fyritreyt,
at viðkomandi hevur góð samstarvsevnir og kann viðvirka til at
menna toymið.
Lønar- og setanartreytir:
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktar-
frøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn skal sendast til:
Gigni
Niels Finsensgøta 37
Postboks 132
110 Tórshavn
Ella umvegis teldupost: gigni@gigni.fo
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi
2. apríl 2013, kl 12.00.
Meiri fæst at vita við at ringja til 562300,
ella Bjartu Vilhelm, stjóra 562310
GIGNI - HeILsUFrøðI TIL BørN & UNG | NiELS FiNSENSGøTA 37 | PoSTbokS 132 | 110 TórShAVN | TLF. 56 23 00 | www.GiGNi.Fo
ert tú Heilsufrøðingur?
STArVSLÝSiNG:
Tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini.
Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er
avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð
skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo
www.torshavn.fo
Søkt verður eftir deildarleiðara
til Tjarnargarð
Søkt verður eftir deildarleiðara til Tjarnargarð at
seta skjótast gjørligt í farloyvisstarv fram til 1. januar
2014.
Vit søkja eftir einum deildarleiðara fyri tvær eindir, 10
búfólk, og dagdeild til 10 brúkarar, har røktarstarvsfólk
við ymiskum røktarútbúgvingum og royndum starvast.
Krøv til umsøkjara
Autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur, innlit
í praktiska sjúkrarøkt, sjúkrarøktarfyrisiting,
leiðsluútbúgving og leiðsluroyndir.
Hevur ábyrgd av og skal syrgja fyri, at eindirnar
virka í samsvari við endamálið/og virðisgrundarlagið
fyri Tjarnargarð. Hevur dagligu leiðsluna og ábyrgd av
og heilsu- og sjúkrarøkt og skal hava royndir at arbeiða
eftir Eden-hugsjónini, sum vit á Tjarnargarði tillaga
okkara arbeiði eftir, har deildarleiðarin hevur
ein avgerandi leiklut sum „toghaldari“. Hevur dagligu
leiðsluna av starvsfólki. Tekur atlit til teir fíggjarligu
karmarnar. Er loyal fyri leiðsluni og avgerðum, sum
verða tiknar av leiðsluni
Fyrisitingarligar arbeiðsuppgávur
•
evt. virka sum varaleiðari, tá leiðarin
er burturstaddur
•
gera uppskot til/vísa til røktar- og umsorgarætlanir
•
leggja til rættis og gera innleiðsluætlan hjá nýggjum
starvsfólki, lesandi o. ø. í samráð við praktik-
vegleiðara og starvsfólk í heiminum annars
•
vera við til at leggja til rættis og fremja innanhýsis
undírvísing í samráð við leiðaran
•
vera við í at gera og dagføra starvs- og
yrkislýsingar fyri sett starvsfólk
•
gera tænastuætlanir, frítíðar- og feriuætlanir fyri
starvsfólk við atliti til fíggjarligu karmarnar
•
hevur ábyrgd av, at arbeiðslistin verður dagførdur
•
hevur eftirlit við tíma- og mánaðarseðlum
•
skipar fyri heilivág til deildina og syrgja fyri trygga
goymslu av hesum
•
saman við starvsfólki/leiðara leggja til rættis og
avtala undirhald og útferðir eins og luttaka sjálv
•
samskipa við fys.- ergoterapi og bestu viðgerð
fyri búfólkini
•
innstilla til setan og uppsøgn av starvsfólki í samráð
við leiðaran
•
hevur ábyrgd av, at klæðir og aðrir persónligir
lutir eru tøkir sambært tørvinum hjá einstaka
búfólkinum
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir sambært sáttmálanum hjá Felagnum
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upp-
lýsingum um útbúgving og royndir skal vera hjá
Tórshavnar kommunu, 110 Tórshavn, í seinasta lagi
mánadagin 18. mars 2013.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Hensiu Einarsson, leiðara, tlf. 302075/214075 ella
email: hensia@torshavn.fo.
Deildarleiðari til Tjarnargarð