Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. apríl 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 71 - 15. apríl 2004 Nr. 71 - 15. apríl 2004 13 Tað er rættiliga sann- líkt, at stóra norska oljufelagið, Statoil, verður við aftur, tá 2. útbjóðing á land- grunninum gerst veruleiki.-Vit eru við at gera okkara heima- arbeiði og tá tað er liðugt fara tit at hoyra aftur frá okkum sigur leitistjórin hjá Statoil í Europa, Gareth Alinson NOREGSTÚRUR Jan Müller Millum mongu fólkini, sum vóru við á fyrstu ferðini hjá Atlantic Airways úr Stord til Alta í Norðurnoregi her- fyri var eisini eitt av fremstu oddafólkunum hjá Statoil, nevniliga Gareth Alinson, sum er leitistjóri fyri alt Europa og harvið eisini fyri leitingina hjá Statoil við Føroyar. Rúni Hansen, sum er maðurin á staðnum, sum stendur á odda fyri leitingini við Før- oyar, arbeiðir undir honum. Hann er sera væl nøgdur við, at Atlantic Airways hevur fingið eitt bein innan fyri í norsku oljuvinnuni. – Eg eri sera fegin um at síggja, at ein fyritøka í Før- oyum, sum vit samstarva við, hevur ein møguleika at víðka um sítt virksemi út um Føroyar. Tað er norska fyritøkan Aker Stord, sum hevur fingið litið upp í hendi eina rúgvu av uppgávum í sam- bandi við risastóra Snø- hvidprojektið og sum síð- ani hevur latið Atlantsflog uppgávuna at flyta oljufólk millum suður og norður- noreg. Gareth Alinson hel- dur, at eisini aðrar føroysk- ar fyritøkur kunnu taka við læru av tí, sum her er hent. Um tað eru fyritøkur, sum ynskja og megna at fara út um landoddarnar við sínum virksemi, so eiga tær at leita eftir slíkum høvum sum eitt nú tað hjá Atlantic Airways. Kanska tey kunnu finna eina rók her og har. Gareth Alinson er fegin um, at hann slapp við til Alta og sigur, at hann tók hesa ferð bæði sum ein part av sínum arbeiði men eisini sum eina stóra uppliving, har hann kom at hitta og læra at kenna eitt nú føroy- ingar, sum hann vónar, at hann fer at hava meira samstarv við í framtíðini. – Tað var sera hugnaligt at hitta samar í Hammerfest og njóta gott av teirra gestablídni og teirra siðum. Eisini og ikki minst var tað ein hugtakandi løta, tá føroyingar fóru uppá gólv í samasmáttuna og man sjálvur varð boðin við í ringin. Nakað, sum eg ongantið fari at gloyma. Hetta hevur verið ein frá- líkur túrur. Eg haldi eisini, at tað er gott og rætt, at tit føroyingar kunnu síggja, hvussu stór og ógvuslig oljuvinnan kann vera og sipar hann her til Snøhvid- verkætlanina, sum føroyska ferðalagið fekk innlit í undir vitjanini. Talan eru um einki minni enn eina risastóra verkætlan fyri 45 milliardir krónur, og har talan verður um at viðgera, goyma og flyta gass úr Norra til USA. Gareth Alinson er amerikanari. Hann hevur tó arbeitt í nógvum londum, eitt nú í Brasil, Indonesia og nú í Noregi. Nakað herfyri kundi hann so velja millum Seatle í USA og Stavanger í Noregi. Familj- an valdi at fara til Noregs. Sum leitistjóri fyri Europa umsitur hann eisini alt fyrrverandi Sovjetsamveld- ið, so uppgávan er stór. Føroyar eru so »bara« ein lítil partur av hansara arbeiðsøki. Gareth er sera fegin um samstarvið við sín føroyska starvsfelaga, Rúna Hansen og vónar, at teir fyrr ella seinni vera millum tey oljufólkini, sum fara at finna føroysku oljuna. Hann heldur tað eis- ini vera gott og rætt, at før- oyingar manna øll strøv í nýggju oljuvinnuni, eisini leiðslustørv av tí slagnum, sum Rúni Hansen røkir fyri Statoil. Gareth Alinson dylur ikki fyri, at hóast Statoil er virk- ið á føroyaøkinum, so verð- ur tað framhaldandi mett sum eitt nýtt og frontierøki í oljuhøpi, eitt sokallað »highrisk« øki. – Men eins og tað er galdandi fyri nógvar aðrar partar av verð- ini, har tú ynskir at finna olju, so mást tú vera áhald- andi og miðvísur. Tú mást brúka ta neyðugu tíðina og orkuna til at gera títt heima- arbeiði, og tað er nettupp tað vit gera í Føroyum. So hóast teir einki hava funnið í tí fyrsta brunninum, so er hetta partur av »the game« sum hann málber seg. Tað ræður um at útvega sær so nógvar upplýsingar til tilber og at brúka ta røttu tøknina. 2. útbjóðing Statoilstjórin sigur, at ser- frøðingarnir hjá Statoil í løtuni eru við at hyggja at 2. úbjóðing við Føroyar. – Vit hyggja sera nágreiniliga at øllum tí, sum verður boð- ið út og fara at gera okkara metingar, tá tíðin er búgvin. Sum skilst er neyvan nakað ivamál um, at Statoil verður við í eini nýggjari útbjóð- ing. Tað hevur ljóðað, at felagið kanska fer at finna sær nýggjar samstarvs- partnarar, nú ein nýggj runda stendur fyri framm- an. Fólk í oljuvinnuni halda, at eitt samstarv mill- um Statoil og stóra amerik- anska oljufelagið Chevron- Texaco er náttúrligt, nú bæði feløgini hava funnið saman beint hinumegin markið og fara at bora ein brunn har í juli ella august. Gareth Alinson vil ikki gera viðmerkingar til tað í hes- um umfarinum. Hann kann bara lova, at Statoil verður við, tá 2. runda gerst veru- leiki. Gareth Alinson, leitistjóri hjá Statoil í Europa: Statoil við aftur Gareth Alinson, leitistjóri hjá Statoil í Europa her í samasmáttu í Norðurnoregi saman við Bjarna Djurholm, landsstýrismanni Mynd: Jan Müller Smáttan hjá samanum Mikkel í Hammerfest, har føroyingar herfyri vórðu bodnir til samiskt máltíð við bæði turkaðum og stoktum reinsdjórakjøti Mynd: Jan Müller Samin Mikkel greiddi føroyska ferðalagnum frá teirra siðum og vísti óføran blíðskap Fryntligar og vakrar samiskar kvinnur borðreiddu við øllum góðum Porturið til ein spildurnýggjan part av norskari oljuvinnu, og sum føroyingar nú eisini geva sítt íkast til, har tunnilin gongur út á oynna Melkøya uttanfyri Hammerfest. Har verður í løtuni gjørd fyrsta LNG-gassverkætlanin í Europa NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara høgt elskaða kona, mamma, vermamma, omma og langomma Helena Dragaberg (fødd Veihe) ættað úr Porkeri, búsitandi í Klaksvík fór heim til Harran týsdagin 13. apríl, 74 ára gomul. Kistan fer at kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fríggjadagin 16. apríl kl. 18.00 heim í Betesda. Jarðarferðin verður úr Betesda leygardagin 17. apríl kl. 13.00. Familjunnar vegna Kristoffur og børnini Tey, ið vilja minnast Helenu, kunnu lata eina peningagávu til Akurin, konto í peningastovnunum. Símun Petur Hjelm fimmti Summarmáladag, miku- dagin 14. apríl, fór Símun Petur Hjelm í Klaksvík um tey hálvt hundrað. Hann hevur seinastu árini verið skúlastjóri í Ósáskúlanum í Klaksvík. Símun Petur er sonur Alisu og Torbjørn Hjelm. Hon var ættað úr Hattarvík, og hann var úr Vági. Tor- bjørn doyði í 1994 og Alisa í 2000. Símun Petur og tey eru fýra systkin: Sólrun býr í Keypmannahavn, Símun Petur í Klaksvík, Elin í Havnini og Elsebeth í Dalby nærindis Haslev á Sjællandi. Símun Petur tók stu- dentsprógv í Hoydølum í 1974. Hann var eitt skifti vikarur í skúlanum í Klaks- vík, og í 1981 leyk hann læraraprógv á Føroya Lær- araskúla. Síðani tá hevur hann starvast í Skúlanum við Ósánna. Frá 1990 og inntil 1996 var hann settur skúlastjóri, og síðani 1996 hevur hann verið skúla- stjóri. Í styttri og longri tíðar- skeið hevur Símun Petur loyst av í Klaksvíkar bý- ráði, har hann hevur um- boðað Javnaðarflokkin. Hann var limur í stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús 1992-1996, og 1986-1990 var hann í nevndini fyri Føroya Lærarafelag. 1989- 1990 var hann næstfor- maður. Símun Petur er sum flestu klaksvíkingar sera áhugaður í ítrótti og í KÍ. Hann var í síni tíð málverji hjá Stjørnuni. 1989-1992 var hann næstformaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag. Honum dámar væl í náttúr- uni, og hann skjýtur harur á hvørjum ári. Símun Petur Hjelm er giftur við Randi, sum eisini er ættað úr Klaksvík. Hon er dóttur Laicy og Leivur Ellingsgaard. Randi og Símun Petur eiga trý børn - Laicy, Torbjørn og Laila. TÍðINDASKRIV Komandi sunnudag hevur Kristnastova evangeliskan fund í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17A kl. 17. Millum teirra sum luttaka á fundinum vera Elsa og Poul Johan Djurhuus. Harum- framt verður felagssangur og solosangur á skránni - og ein drekkamuður at fáa aftan á fundin. Elsa og Poul Johan Djur- huus hava seinastu mánað- arnar verið fyristøðufólk í samkomuhúsinum Malta í Hirtshals, sum er eitt anda- ligt heim hjá nógvum før- oyingum, sum búgva í bý- num og økinum rundanum. Og tey hava eisini luttikið á páskastevnuni, sum var hildin yviri í Norður- jyllandi um høgtíðina og savnaði umleið 120 føroy- ingar. Kristna- stova fund í Føroya- húsinum 1. apríl 2004 høvdu trý starvsfólk á Frímerkja- deildini hjá Postverki Før- oya 25 ára starvsdag, tær eru: Juliet Joensen, Anna Ásbjarnardóttir og Mari- anna Clementsen, allar úr Havn. Tær vóru settar í fast starv 1. apríl 1979. Tá var Frímerkjadeildin í Varða- gøtu, seinni bleiv flutt í Lucas Debesargøtu. Síðan 1982 hevur Frímerkjadeild- in hildið til á Argjum. Á Frímerkjadeildini er altíð mest at gera í sam- bandi við frímerkjaútgávur. Postverk Føroya, Frímerkjadeildin: Trý starvs- fólk 25 ára starvsdag 25 ára starvsdagar á Frímerkjadeildini: f.v. Juliet Joensen, Anna Ásbjarnardóttir og Marianna Clementsen Mynd: Kára Wacher Dagurin 15. apríl. Tær ljósu næturnar byrja. Fyrr stóð navnið Olympia í álmanakkanum til minnis um halga konu, sum varð tikin av døgum umleið ár 250 í Persiu. Tað kennist enn óveruligt at skriva minningarorð um teg, omma, sjálvt um tað nú er meira enn hálvt ár síðan tú andaðist eftir stutta sjúkralegu. Vit vistu at sjúkan var álvarslig, men at tað skuldi ganga so skjótt, hevði eg ikki droymt um, tí tú var altíð so full av lívi, fólk høvdu ofta ringt við at trúgva, at tú var omma okkara, tí tú var alt annað enn gamaldags. Tú var altíð líka røsk, tú arbeiddi jú líka inntil tú bleiv sjúk og tá hevði tú heldur ikki hug at gevast at arbeiða, men tað var skjótt, at tú ikki orkaði at halda fram at arbeiða. Vit høvdu nógvar góðar løtur saman. T.d. ta tíðina, eg arbeiddi hjá Otto saman við tær vóru mangar stuttligar løtur, og tað eru nokk ikki nógv, sum hava arbeitt saman við ommu síni. Tað árið vit báðar vóru á Mallorca vóru tað nógv, sum spurdu, um eg tímdi at ferðast suður eftir við ommu míni. So mátti eg siga sum var, at tú var ikki sum aðrar ommur, og rætt var tað, tí vit høvdu ein veldugan túr, sum eg altíð fari at minnast. Tað stendur eitt stórt tómrúm eftir teg og tað kennist løgið, at tú ikki er til staðar, tá føðingardagar o.a. eru. Men nú ert tú aftur saman við abba, sum hevði so nógv at siga fyri teg og sum heilt sikkurt hevur manglað við tína lið tey seinastu 10 árini. Tit høvdu bæði uppiborið at fingið longri tíð á fold, men so skuldi tað ikki verða, men nú eru tit so saman aftur. Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um ommu mína, Kammu Debess. Takk fyri alt. Kára Minningarorð um ommu mína Kammu Debess Fødd 10.02.1929 Deyð 04.10.2003 C M Y K 13 12