fríggjadagur 1. mars 2013síða 35
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Fríggjadagur 1. mars 2013 · Nr. 25
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Tróndur Arge
Stórsteypadysturin telur ikki við
í samlaðu støðuni, men í nógvar
mátar er hann startskotið til
kappingarárið 2013. Á ovara vølli í
Gundadali møtast EB/Streymur og
Víkingur. Tey lið, sum verða mett
millum tey sterkastu í landinum
aftur í ár.
Hjá báðum liðum er talan um
broytingar frá í fjør. Fyri EB/Streym
er størsta broytingin í verjuni, með
an tað er miðvøllurin, ið er broyttur
mest hjá Víkingi.
Verjan er nýggj
Egil á Bø er ikki byrjaður aftur,
meðan
Jónhard
Frederiksberg
hevur skift til NSÍ. Sorin Anghel,
sum stundum var í verjuni, er farin
til AB, meðan miðvallarin Pauli
G. Hansen er givin. Hetta eru allir
menn, sum í sínum leiklutum vóru
týdningarmiklir fyri verjuspælið
hjá sundalagsmonnum.
Nýggi venjarin, Rúni Nolsøe,
skal nú blanda kortini av nýggjum
og finna eina loysn í verjuni, Rógvi
E. Nielsen er komin til úr 07 Vestur
og hevur higartil verið í miðverjuni,
men mátti fara út skaddur í Klaks
víkskappingini. Hann er ikki tøkur
til stórsteypadystin.
Tí skal Rúni til at finna eina
nýggja loysn. Møguleikin er, at
annar av Gert Hansen ella Árna
G. Olsen verða í miðverjuni saman
við Marna Djurhuus, og hin er á
høgra bakki. Á vinstra bakki er Leif
Niclasen ein møguleiki, men meiri
sannlíkt verður tað Poul G. Olsen.
Levi Hanssen kemur ikki til
landið fyrr enn seinast í mars mán
aði. Tí verður miðvøllurin uttan
hann. Pætur Dam Jacobsen og Niels
Pauli Danielsen byrja heilt víst á
miðvøllinum, men so er spurning
urin um tað verður við Gunnari
Zachariasen frammanfyri, ella um
tað verður Brian Olsen.
Hans
Pauli
Samuelsen
og
Arnbjørn Hansen eru sjálvskrivaðir
á liðnum, so er bara spurningurin
um tað verður Leif Niclasen ella
Gunnar Zachariasen, sum verða í
høgra bori.
Broyttur miðvøllur
Verjuparturin hjá Víkingi er tann
sami, sum hann hevur verið seinnu
árini. Geza Turi er í málinum.
Frammanfyri seg hevur hann
Hanus Jacobsen, Erling Jacobsen,
Atla Gregersen og Bárð Hansen.
Niclas Niclasen er einsamallur
maður eftir frá miðvøllinum, men
verður sum skilt møguliga ikki
við. Evrard Blé, Sølvi Vatnhamar
og Fritleif í Lambanunum eri allir
farnir úr felagnum. Tí er ikki óhugs
andi, at Jann Ingi Petersen og André
Olsen koma á miðvøllin. Her er
Heðin Hansen eisini ein møguleiki.
Sum skilst, so hevur VÍkingur
eisini spælt meiri 4-4-2 í mun til
4-3-3 frá í fjør. Tí er hugsandi, at Kaj
Leo Í Bartalsstovu og Hjartvard
Hansen spæla á hvørsínum vongi,
meðan Finnur Justinussen saman
við Filip Djordjevic manna álopið.
Hans Jørgen Djurhuus er skaddur.
Víkingur vinnur
Bæði liðini skulu umstilla seg nakað
frá í fjør, men tað er nærliggjandi
at hugsa, at Víkingur verður omaná
sunnudagin, tí broytingarnar eru
longri frammi á vøllinum. Við Finni
Justinussen aftur í álopinum og Kaj
Leo í góðum formi, so verður tað
helst ov nógv hjá nýggju verjuni
hjá EB/Streymi at takast við.
Tað er heldur ikki ólíkt sunda
lagsmonnum at verða spakir tíðliga
í kappingini. Hinvegin, so er álopið
gott og Arnbjørn Hansen sær lætt
ari og skjótari út í ár enn í fjør.
EB/Streymur
skorar,
men
Víkingur vinnur.
trondur@sosialurin.fo
Stórsteypadysturin 2013
Víkingur vinnur
Fótbóltur Sunnudagin verður Stórsteypafinalan millum FM vinnararnar úr EB/Streymi og steypavinnararnar
úr Víkingi. Sosialurin metir, at talan verður um eina endurtøku av steypakappingin, tá Víkingur vann
EB/Streymur - Víkingur 1-2
Sosialurin tippar:
EB/Streymur: 4-3-3
Rene Tórgarð – Gert Hansen, Árni G. Olsen, Marni Djurhuus, Poul G. Hansen –
Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Gunnar Zachariasen –
Hans Pauli Samuelsen, Leif Niclasen, Arnbjørn Hansen
Víkingur: 4-2-2
Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen –
Kaj Leo Í Bartalsstovu, Jann Ingi Petersen, André Olsen, Hjartvard Hansen –
Finnur Justinussen, Filip Djordjevic
endurtøka
Sosialurin metur at stórsteypadysturin verður ein endurtøka av
steypafinaluni í fjør, har teir ljósabláu enda sum vinnarar
Mynd: Álvur Haraldsen