Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-01, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 25 · 1. mars 2013 2 VIKUSKIFTI Sara Blædel Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Sara Blædel er ein av best umtóktu krimi­rithøvundunum í Danmark, og farna vikuskiftið skuldi hon vitja í Føroy­um. Hon skuldi millum annað verða við í Rás2-sendingini Hvonn Live og á Torradøgunum í Klaksvík. Sara Blædel hevur skrivað væl umtóktar krimibøkur, og hon skuldi greiða frá sínum bókum og lívi annars á ferðini til Føroya. Men miðskeiðis í farnu viku gav hon avboð til ferðina, tí heilsustøðan hjá pápa hennara var blivin so vánalig. Mamman hevði eisini verið sjúk, og tí vildi Sara ikki rýma frá teimum. Og so gekk ógvuliga skjótt. Leygar­ dagin doyði mamma hennara, og tá skrivaði Sara Blædel á sín Facebook- profil: – Bæði míni foreldur hava verið illa sjúk seinastu tvær vikurnar. Pápi mín er framvegis innlagdur, men har mamma mín var, er blivið heilt friðarligt. Tað er eisini blivið friðarligt innan í mær. Tí kann eg ikki verða krimirithøvundur í hesum døgum, eg eri bara dóttir míni foreldur. Fylgdust allan vegin Bert tríggjar dagar eftir, at mamman var deyð, fór pápi Saru Blædel eisini. – Tað er bara so typiskt míni foreldur at fylgjast allan vegin, skrivaði Sara Blædel á Facebook í vikuni. – Tey hava altíð verið saman. Tey hitt­ust fyri 61 árum síðani og hava gjørt alt saman, og eg haldi tað verða vakurt, at tey eisini fóru herfrá saman, sigur Sara Blædel við Ekstrablaðið. Pápi Saru Blædel var journalisturin Leif Blædel, sum vann Cavling heiðurs­ lønina í 1971, og mamman var sjón­leik­ arin Annegrethe Nissen. Túsundtals fólk hava víst Saru Blædel samkenslu umvegis eitt nú Face­book. Skrubbið av við tykkum! Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Siri Sørensen / Mynd: Heinesen myndir klumman Hilmar Jan Hansen Um vikuskiftið skuldi danski krimirithøvundin Sara Blædel vitja í Føroyum, men hon avlýsti ferðina, tí pápi hennara var sjúkur. Nú hevur hon mist bæði foreldrini innan fýra dagar Tað er ongantíð stuttligt at vera óynsktur. At vita sær, at tey ella tann, tú heldur teg hava okkurt við at gera, helst ikki vil vita av tær og í øllum førum helst slett ikki vil síggja teg. Uppaftur verri verður tað, tá tað er tann, ið livir av tínum pengum, ið klárt og greitt sigur, at hann vil ikki vita av tær. Tá verður talan um eina løgna kenslu og eina støðu, ið vanligt vit og skil hevur ilt við at fáa høvd ella hala á. Men soleiðis er veruleikin í lítla oyggja­samfelagnum Føroyar í 2013. Í fleiri ár hava bankarnir ikki lagt fingrarnar ímillum, men klárt og týðiliga givið til kennar, at teir helst ikki vilja hava fólk inn á gólvið. Heimabankar og annað skal syrgja fyri, at bankarnir sleppa undan at síggja sínar kundar, sum teir liva av og í veruleikanum ikki kunnu klára seg uttan. Serliga teir báðir stóru føroysku bankarnir vilja forða fyri, at vit koma inn til teirra við okkara ørindum, tí teir hava tikið dyrnar burtur og latið heilar deildir aftur, tí uttan dyr og deild hevur kundin ongastaðni at fara. Men hann skal bara vita, at hann sleppur ikki undan bankunum fyri tað. Gongdin hjá postverkinum hevur verið tann sama, tí posthús eru seinnu árini latin aftur, eitt fyri og annað eftir, so fólk í øllum førum ikki høvdu møguleika at fara á posthúsið í síni bygd. Í staðin skuldu post­menninir koma á gátt hjá kund­unum, og sjálvt løgtingsmenn flentu í kíki, tá ein fyrrverandi postmaður av óvart kom at fortelja, at tað var ikki tað ting, sum post­ menn ikki »kundu avgreiða á køks­borð­ inum«. Láturin hevur lagt seg, men poengið er, at tú fyri alt í verðini ikki mást koma á gátt hjá postverkinum, men mást altíð hava ein krók á køksborðinum tøkan til post­ mannin! Nýggjasta átakið, Mínboks, er seinasta royndin at sleppa bankum, postverki, stovn­ um og fyritøkum frá at hava við nakað fólk at gera yvirhøvur. Nú eru sjálvt vanlig brøv bara til á internetinum, og við hesum hevur óttin fyri livandi menniskjum rokkið hædd­irnar. Her er tí einki annað hjá okkum vanligu kjøtiligu at gera, enn at stovna eina nýggja fólkarørslu, sum hóskandi kann eita Míttandlit. Og so fara vit at duka á allar dyr og øll vindeygu hjá bankum og postverki, so tey illanstíð skulu sleppa undan at síggja gronina í okkum! So segði hon... Misti foreldrini upp á fýra dagar Uppgávan hjá myndugleikanum er at finna nýggjar vegir at stimbra tey ungu til at lesa føroyskt. Hetta eiga vit at gera tey støð, har tey ungu ferðast. Eitt tað fyrsta átakið eigur at vera at fáa føroyskt inn í fartelefoninar. Gunnvør Balle, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi – Tað er bara so typiskt míni foreldur at fylgjast allan vegin, skrivaði Sara Blædel, eftir at hon innan fýra dagar hevði mist bæði foreldrini