hósdagur 15. apríl 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 15. apríl 2004
15
Elektron er øðrvísi sum KT-
fyritøka, tí hon umframt at
menna skipanir, ið sam-
felagið ikki kann vera fyri-
uttan, eisini hevur ábyrgdina
av at reka tær
At Elektron er ein risi, ið bæði í
stødd og styrki skarar framúr
millum hinar føroysku KT-fyri-
tøkurnar, er ikki so løgið. Tað,
sum skilir Elektron frá hinum, eru
tvey grundleggjandi viðurskifti.
Umframt at fyritøkan ger stórar
skipanir, rekur hon eisini hesar
skipanir fyri kundarnar, og hartil
eru eigararnir sum heild teir
somu sum kundarnir.
Saman um tikið er virksemið hjá
Elektron EDV-veiting. Men undir
hesum breiða hatti liggur nakað,
sum vanlig fólk neyvan geva sær
serligt far um; nevniliga at
Elektron, sum varð stovnað fyri
sløkum 40 árum síðan, er ein av
bulunum undir samfelagi okkara.
Hesa støðuna hevur virkið, tí tað
hevur ábyrgdina av øllum pen-
ingaskipanum og flytingum hjá
føroysku peningastovnunum.
Tøkniliga
undirstøðukervið
í
virkseminum hjá Elektron er
rættiliga umfatandi. Miðstøðin
hjá fyritøkuni er í bygninginum
hjá Elektron við Staraveg í Tórs-
havn. Har eru allar skipanirnar
og allir dátugrunnarnir savnaðir.
Deildirnar hjá kundunum eru
knýttar í hesa miðstøðina gjøg-
num landsumfatandi net.
Føroysku peningastovnarnir og
Føroya Landsstýri eiga framveg-
is Elektron, men síðan Elektron
byrjaði sum teldugrundað bók-
haldsvirki í 1965, er virkisøkið
vaksið og ment munandi. Holl
vitan og drúgvar royndir við at
arbeiða fyri peningastovnarnar
hava sum frá er liðið gjørt
Elektron skikkað til eisini at taka
aðrar uppgávur upp á seg. Mill-
um
annað
hevur
Elektron
ábyrgdina av umsitingarskipan-
unum hjá Toll- og skattstovuni,
Húsalánsgrunninum, ALS og
Landsbankanum.
Í dag er virksemið hjá Elektron
sostatt ógviliga fjølbroytt, hóast
bulurin í tí framvegis er fíggjar-
ligar transaktiónir. Fyritøkan er í
menning, skilt soleiðis, at ein
stórur partur av orkuni fer til at
menna nýggjar skipanir og at
loysa trupulleikar við nýggjari
tøkni.
Eini 30 fólk, t.e. ein sløk helvt av
starvshópinum, arbeiða bara við
slíkum ætlanum.
Stovnað: 1965
Stjóri: Niels Christian Nolsøe
Starvsfólk: 55
Virksemi: EDV-veiting
Hvat hava lundin, havørnin
og sildberin til felags? Ein
spurningur, sum fær fólk at
hyggja
grunandi
upp
í
luftina. Svarið er at finna hjá
Com-data, ið setti hol á eina
føroyska KT-vinnu fyri 25
árum síðan. Com-data flýg-
ur framvegis í fremstu røð á
fleiri økjum
KT-kollveltingin kom tíðliga til
Føroya samanborið við onnur
lond. Longu í 1980 vórðu fyrstu
forritini smíðað at stýra fram-
leiðsluni á fiskivirkjum. Tað var
Com-data, sum slóðaði fyri, og
fyritøkan livir framvegis við sítt
fríska lív.
Fyrsta starvsfólkið hjá Com-
data, Olivur Thomsen, er í dag
stjóri, og forritini til bókhald og
lønarskipanir, sum eru víðkað,
ment og útbygd síðan, eru fram-
vegis millum tey mest álítandi á
føroyska
marknaðinum.
Tað
vitnar um góðsku og álit og er
eitt prógv fyri, at fyrsta føroyska
KT-fyritøkan ikki hevur sovið í
tímanum.
Tríggir skilafuglar
Fleiri av forritunum hjá Com-
data eru navngivin eftir føroysk-
um fuglum. "Lundin", sum er til-
tikna bókhalds- og roknskapar-
skipanin, er oddafuglur og hevur
sera gott orð á sær millum fólk.
Hendan skipanin er tann nógv
mest nýtta kring landið av sínum
slagi. Upprunaliga er hon ment í
DOS, men hóast hon nú er
ávegis til Windows, so eru tað
framvegis tey, sum eru so glað
fyri gamla klassikaran, at tey
halda fast við lundan, sum setir
lítil krøv til telduna og er einfald-
ur at brúka.
Eftirkomarin hjá lundanum í
Windows „Sildberin" er um at
verða klárur. Hann koyrir longu
fleiri staðni sum ein vøru-,
faktura- og detailskipan. Gamli
lundin tekur sær enn av bók-
haldspartinum, men ein projekt-
bólkur, ið fevnir um stórar brúk-
arar sum Atlantic Airways, Havs-
brún, Beta, Fiskamarknaðin,
Klaksvíkar kommunu og Norð-
oya Sparikassi, setir skipanini
krøv og luttekur í menningini av
bókhaldspartinum. Com-data
leggur sum fyrsta virkið sjálvt um
til nýggja bókhaldspartin seint í
vár.
Í „Sildberanum" er eisini ein við-
líkahaldsskipan, sum uppruna-
liga er ment til skip. Við skipanini
ber eitt nú til at halda skil á tól-
um, sum krevja ávíst viðlíkahald
og at útskriva arbeiðsseðlar.
Skipanin ger tað eisini gjørligt at
halda skil á degnum, so allar
uppgávur ikki fella saman. Sild-
berin heldur eisini skil á, hvat er
gjørt, nær og av hvørjum.
"Havørnin", sum er ein úrtøku-
skipan, vendir sær burturav til
servirki í fiskivinnu á landi. Hav-
ørnin heldur eitt vakið eygað við
allari rávøru, sum kemur inn á
virkið. Hon hevur skil á, hvussu
nógv av rávøruni endar sum
slógv og sær, hvørjar liðugtvørur
eru framleiddar. Við Havørnini
ber eisini til at útskriva merkis-
seðlar til plattar, og hon heldur
skil á, hvar plattarnir eru, og
hvørjar vørur eru á plattunum.
Betri góðsku og prís
Com-data hevur altíð raðfest
fiskivinnuna ovarlaga og hevur
verið í fremstu røð, tá ið tað
kemur til at menna okkara høv-
uðsvinnu. Nýggjasta greinin á
bulinum, WML (Weight Manage-
ment og Labeling System), er
eitt hent amboð til tess at fáa
betri góðsku og hægri prís.
Skipanin er ment serliga til at
bøta og minka um handfaringina
av fiski. Tankin aftan fyri skipan-
ina er at landa fiskin, skildan og
vigaðan, kláran til keyparan.
Úrslitið av skipanini er, at tað
slepst undan at skilja og viga
fiskin aftur, og tað hevur stóran
týdning fyri góðskuna á fiskin-
um. Umframt góðskuna, sum
gevur hægri prís, eru landingar-
útreiðslur at spara, og tað merkir
samanlagt, at skip og manning
fáa meira burturúr.
Etikettur, klokkur og tollur
Tað er ikki bara fiskivinnan, sum
kann gera sær dælt av skipanum
hjá Com-data. Fleiri av forritun-
um, sum eru ment til fiskivinn-
una, eru flutt yvir í aðrar vinnur,
og onnur forrit eru ment til allar
vinnugreinar.
Í hesum døgum hevur Com-data
ment eina nýggja etikettuskipan,
sum bæði er væl egnað til bak-
arar, handlar og onnur virki.
Møguleikarnir eru nógvir. Til ber
at tekna sínar egnu merkisseðl-
ar, og búmerki kunnu setast á
spjaldrið, sum kann gerast í
alskyns formum og skapum.
Klokkuskipanin er eisini hent og
heldur skil á, nær starvsfólk
koma og fara. Hvørt starvsfólkið
fær sín profil og skiljast kann til
dømis ímillum, um starvsfólkið
arbeiðir fulla ella hálva tíð.
Tollingarskipanin hjá Com-data
er somuleiðis ein hjálpandi hond
hjá teimum, sum eru troytt av at
skriva tær somu upplýsingarnar
upp í saman.
Munur á kommunum
Tað almenna hevur eisini merkt
fløvan frá kønu hondunum, sum
hava starvast á Com-data síðstu
25 árini. Bileftirlitið, Fiskimála-
stýrið og Fiskavirkisskipanin
hava øll skipanir, sum eru ment-
ar hjá aldursforsetanum í før-
oysku KT-vinnuni.
Journalskipanin til kommunur er
eisini dømi um eina skipan, sum
er ment serliga til ein málbólk.
Skipanin gevur yvirlit yvir øll mál,
og hvør hevur málið undir hond.
Sostatt ber til at fylgja máls-
gongdini frá byrjan til enda, og
tað er í evstu løtu til frama fyri
borgaran, sum fær eina betri
tænastu afturfyri. Harafturat er
talan um hent amboð, sum eitt
nú kann útskriva yvirlit yvir mál til
býráðsfundir, skannar innganga-
ndi skjøl og skrivar útgangandi
skjøl í bæði Word, Excel, e-mail
og auto-cad.
Com-data hevur eisini ment eitt
fólkayvirlit við einum fullfíggjað-
um flytingarforriti. Yvirlitið ger
tað lætt at síggja samband mill-
um foreldur og børn, hevur
nógvar møguleikar at skapa
hagtøl.
Í besta aldri
Com-data hevur megnað at
hildið tørn líka síðan 1980. Í gull-
árunum vóru deildir bæði í Dan-
mark og Grønlandi, og tað hendi
seg meira enn so, at útlendingar
komu hendanvegin at hyggja.
Nú eru umleið 25 fólk í starvi í
Klaksvík og Runavík, og Com-
data roynir áhaldandi at menna
síni frumforrit og at finna nýggjar
farleiðir.
Com-data er komin í tann ald-
urin, tá ið royndirnar og sjálvs-
álitið gera teg tryggan, og tú
framvegis ert fúsur at taka við
stórum avbjóðingum.
Byrjað: 1980
Starvsfólk: 25
Stjóri: Olivur Thomsen
Virksemi: Søla av edv, forriting
og edv-tænastur.
Slóðbrótarar bróta
upp úr nýggjum
Sildberin førir Lundan víðari.
Lundin er tiltikna bókhalds-
skipanin hjá Com-data, sum
hevur sera gott orð á sær
Elektroniski risin er við
15
14
Nr. 71 - 15. apríl 2004
Tíðin er komin at taka KT-
trygd í álvara. KT2004 tekur
evnið upp, og leiðandi trygd-
arstjórar eru komnir higar
at greiða frá. Hvør einstøk
fyritøka noyðist at orða sín
egna
trygdarpolitikk
og
smíða sín egna verjugarð,
og til tess eru amboð, sum
verða
gjøgnumgingin
á
stevnuni
KT-TRYGD
Tað er ein vanlukka fyri eina
fyritøku, um hon brennur í grund.
Tí tryggja virki seg og seta
brandmúrar, eldsløkkjarar og
sprinklaraskipanir upp. Hvørva
allar upplýsingar í eini fyritøku, er
fyritøkan í grundini eisini burtur.
Men onkursvegna er tað ikki so
umráðandi hjá virkjum at tryggja
seg ímóti hesum. Tað er kanska
menniskjaligt.
Bygningar og innbúgv síggja og
føla vit, og tað fær beinanvegin
avleiðingar, um tey hvørva. Við
kunningarskipanum og dáta er
øðrvísi. Tað er sjálvandi troytt-
andi, at telduskipanin ikki virkar í
nakrar dagar, men vit kunnu fara
til arbeiðis kortini. Verri er við
óynsktum gestum í telduskipan-
ini, sum kunnu gera óbótaligan
skaða og kosta fyritøkuni dýrt.
KT-trygd er ein av teimum týdn-
ingarmestu íløgunum næstu
árini, vísa kanningar í okkara
grannalondum, har vantandi KT-
trygd verður mett sum ein tann
størsti trupulleikin hjá fyritøkum.
KT2004 tekur spurningin um KT-
trygd í Føroyum upp. Fyrilestrar
verða hildnir í Útvarpshøllini og í
Dansistovuni fríggjadagin 23.
apríl, og allir fyrilestrarhaldarar-
nir eru trygdarstjórar í stórum
donskum fyritøkum. Røtt verður
um grundleggjandi KT-trygd, um
KT-trygd í smærri og miðal-
stórum virkjum, um verkseting
av KT-trygd og um KT-trygd út
frá einum leiðslusjónarmiði.
Ein av fyrilestrarhaldarunum er
Carsten Heilbuth, sum hevur ar-
beitt einamest við KT-trygd í
Danmark. Hann er trygdarstjóri í
KMPG og er millum annað limur
í ráðnum fyri KT-trygd. KPMG IT
Risk Management er millum tey
leiðandi grannskoðara- og ráð-
gevaravirkini í KT-trygd.
Carsten
Heilbuth
sigur,
at
smærri og miðalstór virki ikki
altíð eru greið yvir, hvussu bund-
in tey í grundini eru av kunning-
artøkni. Tey hava kanska keypt
sær eina antivirus-skipan og
halda alt vera í fínasta lagi, men
tað er tað ikki. Tað ræður um at
viðurkenna trupulleikan, og tá-
staðni ber til at stinga ein KT-
trygdarpolitikk út í kortið. Tú
skalt skipað fara ígjøgnum,
hvørjar hóttanir, vandar og av-
leiðingar eru, og nústaðni tá ber
til at gera eina heildarmeting og
-ætlan.
Heilbuth leggur dent á, at ein
fyritøka sjálv orðar sín trygdar-
politikk og ikki skrivar hann av
eftir onkrari aðrari, tí trygdin skal
lagast til tær mannagongdir,
sum eru galdandi fyri akkurát
tína fyritøku.
Vitja KT-stevnuna og fá eyguni
upp fyri trygdini, áðrenn óynsktir
gestir fáa eygu á tína fyritøku.
Óynsktir gestir fáa durafjórðingin
Fyrilestrar um KT-trygd, fríggjadagin 23. apríl
Útvarpshøllin
1. Carsten Heilbuth, trygdarstjóri í KPMG:
KT-trygd sæð úr einum leiðslusjónarmiði (11.00-11.35)
2. Kim Stengel, trygdarstjóri í Velux:
Praktisk verkseting av BS7799/ISO17799 (11.35 til 12.15)
Uppleggingini verða ein heild
Dansisalurin
1. Vibe Vallentin Jensen, trygdarstjóri í Ernst & Young:
KT-trygdarviðurskifti og KT-trygdararbeiði í smáum virkjum (kl. 10.30)
2. Niels Rasmussen, trygdarstjóri í Nykredit:
Grundleggjandi KT-trygd løgd eftir sunnari fornuft (kl. 14.30)
C
M
Y
K
14