Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-01, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. mars 2013síða 40

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 25 · 1. mars 2013 4 VIKUSKIFTI samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo – Javnan hoyri eg kvinnur siga, at tær ganga bara í svørtum og gráum klæð­ um, tí so leggja færri fólk merki til tær. Í mínari verð er tað heilt ótrúliga ergi­ligt, at summar kvinnur í Føroyum hava tað soleiðis, sigur 33 ára gamla Siri Sørensen, sum eftir nýggjár tók við sum blaðstjóri á Kvinnu. Sjálv gongur hon í júst teimum klæðunum, hon hevur hug til. Buksurnar eru sterkt pink, oyrnalokkarnir hava eina mynd av Marilyn Monroe á, ein stórur gulur ringur er á peikifingi og hos­urnar, ið síggjast í teimum høgu stillett­unum, eru skjórutar í fleiri litum. – Eg havi ongantíð skilt tað, tá onk­ ur kvinna hevur sagt við meg »hevði eg bara torað líka væl sum tú«. Hjá mær hevur tað ongantíð snúð seg um at tora, men um hvat eg sjálv haldi er pent, og hvat eg havi hug til, sigur Siri Sørensen og leggur afturat: – Mær dámar væl at royna okk­urt, sum er nýtt og øðrvísi og at eksperi­ mentera eitt nú við klæðum. Men eg eri vælvitandi um, at tað kanska ikki altíð er alt, ið riggar, men so havi eg um ikki annað roynt tað. Eitt enskt orðatak sigur tað rættiliga væl: »In order to be creative you have to loose the fear of being wrong«. Er feministur Fyri nýggja blaðstjóran á Føroya ein­ asta kvinnublaði er tað umráðandi, at kvinnur tora at vera kvinnur. – Eg eri avgjørt feministur. Tíverri verð­ur orðið ofta í dag nýtt negativt og brúkt til at eyðmýkja onkran við. Mín lýsing av einum feministi er ein kvinna, ið er tilvitað um sín leiklut í sam­felag­num og um javnstøðu. Ynskir tú javnstøðu, ert tú feminist, greiðir Siri Sørensen frá. Júst javnstøða er nakað, sum Siri Sørensen heldur er av alstórum týdn­ ingi. – Nógvar kvinnur tora als ikki bara at koma inn á evnið javnastøða, av tí at tað eisini verður sett í samband við okkurt negativt. Men veruleikin er tann, at tað framvegis er nógv at tosa um, hvat javnstøðu viðvíkur, sigur Siri Sørensen, sum heldur, at hóast nógv er broytt til tað betra á fleiri økjum, er fram­vegis langt á mál, tá tað snýr seg um javn­støðu millum bæði kynini. – Ofta hoyra vit konufólk, um vit ikki eru blivnar nøgdar nú, men tað er ein sannroynd, at tað er skeivleiki í krøv­unum, sum verða sett til kynini. Kvinnur fáa ikki líka nógv í løn sum mann­fólk, og møguleikarnir at spara upp til pensión í barnsburðarfarloyvi eru ikki teir somu, fyri bara at nevna nakrar av hesum skeivleikum, ið eru í dag, sigur Siri Sørensen. Fyri nútímans, føroyska feministin, sum Siri Sørensen er, er tað umráðandi, at líka mikið hvør tú ert, og hvussu tú sært út, eigur tú at fáa virðing frá tínum medmenniskjum. Av somu orsøk heldur Siri Sørensen, at kvinnur eisini í stjórasessum eiga at tora at útstrála femininitet. – Tú skalt ikki bara fáa virðing, tí tú kemur á ein fund í buksum og klædn­ ings­jakka. Sjálvandi letur tú teg í, alt eftir hvat høvið er, men kvinnur skulu eis­ini fáa virðing, tá tær eru feminint klæddar. Kvinna á odda Umframt at tora betur at lata seg í tey klæðini, tú hevur hug til, siga tína hugs­ an og gera tað, tú droymir um, heldur blað­stjórin á Kvinnu, at føroyskar kvinn­ur skulu verða meira opnar um sínar skeiv­leikar. Og her spælir blaðið Kvinna ein stóran leiklut. – Blaðið skal í størri mun dyrka tað óperfekta. Tað, sum er annarleiðis, og kanska ikki so vanligt at síggja, men sum flestar kvinnur onkursvegna kenna til, sigur Siri Sørensen og leggur afturat, at eitt nú myndirnar, ið eru at síggja í blaðnum, eisini skulu kunna vísa tað óperfekta. – Tær kvinnurnar, sum tú sært í blað­num, skulu síggja vanligar út, so­ leiðis at tær kunnu vísa eina veruliga mynd av tí føroysku kvinnuni. Tí verða til dømis tenninar ikki photoshopaðar kritahvítar ella rukkur, sum eg kalli vís­dóms­linjur, viskaðar burtur av mynd­unum í blaðnum, fortelur Siri Sørensen. Hetta merkir tó ikki, at kvinnurnar í blaðnum á ongan hátt verða riggaðar til, áðrenn myndatøka fer fram. – Sjálvandi skulu tær síggja gott út, og tá hugsi eg um at hárið er væl greitt, eitt sindur av sminku er at síggja og so framvegis. Tað, eg meini við, er, at vit skulu vísa allar kvinnur, líka frá eini 20 ára gamlari gentu til eina eldri kvinnu, sum nærkast 70, sigur Siri Sørensen, ið er greið yvir, at hóast blaðið er við til at ávirka kvinnur, so er tað ikki nakað, sum hendir upp á eina nátt. – Alt er ein tilgongd, men eg haldi, at Kvinna kann ganga á odda og taka ávís evni upp í blaðnum, brúka øðrvísi myndir og so framvegis, og á tann hátt verða við til, at kvinnan í dag torir at vera tann, hon veruliga er. Eisini hóast hon skilir seg úr mongdini. Skulu kenna seg aftur Fyri at lesarin hjá Kvinnu skal kenna seg aftur, tá blaðið verður lisið, skal blaðið eitt nú innihalda persónligar kvinnu­søgur. Sambært Siri Sørensen eru tað júst hesar síðurnar í blaðnum, sum eisini kunnu hava stóra ávirkan á les­aran. – Allar hava vit okkurt at dragast við í gerandisdegnum, og ofta heldur tú, at tú ert tann einasta, ið kennir til onkr­an ávísan trupulleika. Við at brúka tær per­són­ligu søgurnar sær lesarin, at hon ikki er tann einasta, ið stríðist við trupulleikar av ymsum slag. Eg haldi, at hesar søgurnar kunnu verða við til, at geva lesaranum eina kenslu av felags­skapi, sigur Siri Sørensen og vísir á onnur øki, sum blaðið eisini eigur og skal fevna um eftir hennara tykki. – Vit skulu nema við tey sam­felags­ ligu viðurskiftini, ið onkursvegna hava beinleiðis ávirkan á lívið. Tað kann til dømis vera onkur broyting í eini lóg­ gávu, sum kemur at broyta gerandis­ dagin hjá nøkrum ella fleiri av okkara les­arum, greiðir Siri Sørensen frá. Øll tey átta árini, sum blaðið hevur á baki, hava tær ymsu prei-síðurnar verið fastur táttur. Soleiðis fer eisini at vera í komandi útgávum, tí sambært nýggja blaðstjóranum er eitt av endamálinum við blaðnum at geva íblástur. – Lesarin skal síggja og gerast var­ ug við ting, sum geva íblástur, vekja áhuga ella fáa hana at undrast, sigur Siri Sørensen og kemur aftur inn á tað óper­fekta og skeivleikar: – Alt skal ikki vera fullkomið, pent og vanligt. Innihaldið í blaðnum skal eis­ini kunna prika lesaran, elva til kjak og vísa ymiskt, ið vit ikki eru so vanar við, greiðir Siri Sørensen frá. – Um føroysku kvinnurnar skulu tora betri í ymsum samanhangum, so skal blaðið Kvinna sjálvandi stuðla og vera fremst, tá tað snýr seg um at vísa fram tað óperfekta og teir skeivleikarnar, ið vit allar hava. – Føroysku kvinnurnar skulu tora betur at siga tað, tær hugsa og gera tað, tær vilja. Alt ov ofta tora konufólk ov illa at skilja seg úr mongdini og eru nærum ósjónligar. Kvinnan, í eigur orðini, er Siri Sørensen, ið er blaðstjóri á lívstílsblaðum Kvinna skulu tora Kvinnur