hósdagur 15. apríl 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 71 - 15. apríl 2004
Nr. 71 - 15. apríl 2004
19
Í sambandi við at
nýggi VW Caddy var
komin á føroyska
marknaðin, var opið
hús á Bilasøluni v.
Øssur Johannesen í
Hoyvík leygardagin
fyri páskir. Fyritøkan
selur nú eisini Volks-
wagen bátamotorar
BILASØLA
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Nógv fólk vitjaðu á Bila-
søluni v. Øssur Johannesen
í Hoyvík leygardagin 3
apríl, har høvið var at
royndarkoyra nýggja VW
Caddy bæði sum Van og
Kombi.
Enska orðið Caddie verð-
ur brúkt um teir, sum bera
golfkøllurnar í golfspæli. Á
lýsingunum í fjølmiðlunum
og stóru lýsingarskeltunum
í býnum eru gamlar myndir
av monnum við torvleypi á
baki, sum vísa á tær stóru
broytingarnar, sum eru
hendar, síðan bilurin av-
loysti leypin.
Í hesum sambandi fingu
tey vitjandi smáar leypar, ið
vóru gjørdir sum reklama
fyri Caddy.
Nú eisini VW
bátamotorar
Sum nakað nýtt er Bila-
sølan nú farin at selja VW
bátamotorar. Talan er um
Volkswagen Marine motor-
arnar í ymiskum støddum
heilt frá 40 til 150 hk.
Motorarnir
fáast
við
girkassa ella drevi. Eisini er
møguleiki fyri dupultari
installatión. Motorarnir eru
so gott sum teir somu, sum
eru í VW-bilunum.
Saman við hetlend-
ingum skipar áhuga-
felagið Føroya Ellis-
akfør fyri eini ferð við
Norrønu til Hetlands
at vitja framsýn-
ingina Shetland
Classic Motor Show,
sum verður í Lerwick
í døgunum 5. og 6.
juni 2004
CLASSIC
MOTORSHOW
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Shetland Classic Motor
Show er eitt lutfalsliga stórt
tiltak, har yvir hundrað fólk
úr Onglandi og Skotlandi
longu nú hava tekna seg til.
Vitjandi koma eisini úr
Íslandi og úr Føroyum.
Farið verður av Havnini
við Norrønu fríggjamorg-
unin 4. juni kl. 8.30, og
skipið leggur at í Lerwick
kl. 21.00 um kvøldið.
Innskriving
verður
á
hotelli, og akførini verða
koyrd til Clickimin Centre,
har fram-sýningin Shetland
Classic Motor Show verð-
ur.
Shetland Classic Motor
Show verður í tveir dagar,
leygardagin 5. og sunnu-
dagin 6. juni. Á framsýn-
ingini verða motorsúkklur,
persónbilar og lastbilar av
kendum gomlum merkjum.
Akførini eru væl hildin og í
upprunastandi.
Hetlendingar til
Føroya
Eisini verður skipað fyri
fleiri áhugaverdum útferð-
um í Hetlandi. Farið verður
heim aftur mikunáttina 9.
juni kl. 2.00, og ferðalagið
verður aftur á Havnini
mikudagin kl. 15.00.
Á hesum túrinum koma
hetlendingar við til Føroyar
við teirra ellisakførum. Teir
verða her til mánadagin 14.
juni og skulu ferðast kring
landið. Ein skrá er longu nú
løgd fyri túrin í Føroyum.
Tey sum eru áhugaði í
túrinum til Hetlands kunnu
tekna seg á heimasíðuni hjá
Føroya Ellisakførum:
www.ellisakfar.com
ella
ringja til John William Old
á telefon: 223243.
VW Caddy og VW Marine:
Opið hús við bilum
og bátamotorum
Shetland Classic Motor Show:
Føroyingar til Hetlands og hetlendingar til Føroya
Seat ikki í
Bella Center
Í sambandi við Copen-
hagen Motor Show í
Bella Center í apríl,
ynskti Seat verksmiðj-
an í Spanien, at teirra
bilar verða sýndir fram
nærhendis øðrum bil-
um frá VW-konsernini,
men hetta læt seg ikki
gera, tí verða ongir
Seat á framsýningini
Kelda: Semler Gruppen -
Tíðindaskriv
Bíligari
hybridbilar
Um man keypir ein
umhvørvisvinarligan
hybridbil sum t.d. Toy-
ota Prius, kann man í
Belgien trekkja 15 pro-
sent av prísinum á bil-
inum av í skatti
Kelda: bilpriser.dk
EPS
standard í
øllum VW
Volkswagen í Danmark
hava
innført
ESP
(Elektronisk Stabilitets
Program) sum standard
í øllum modellunum,
sum kunnu leverast við
hesi skipan. Tað eru
bert Lupo og Shuttle,
sum ikki fáast við ESP
Kelda: bilpriser.dk
Austin Cambridge á Shetland Classic Motor Show
Starvsfólk hjá Bilasøluni tá
opið hús var leygardagin 3.
apríl, f.v. Øssur Johannesen,
stjóri, Fróði Clementsen,
sølumaður, Anton Jacobsen,
kundamóttøka, og Jakku
Guttesen, verkførari
Mynd: Magnus Gunnarsson
Anton Jacobsen tekur
sær av søluni av
Volkswagen
bátamotorunum. Hesin
motorurin er ein 5 syl.
við 120 hk
Mynd: Magnus Gunnarsson
LISTAFRAMSÝNING
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
O y n d a r f j ø r ð u r ,
Sosialurin:
Hvør kundi
hugsað sær, at undurfullar
kvinnumyndir kundu skap-
ast í einum kjallara í Oynd-
arfirði, langt burtur frá
fólki í einum stórum húsum
við einans einum íbúgva,
einum manni.
Tó
kvinnurnar
verða
skaptar tær verða teknaðar,
litaðar, onkuntíð einsamall-
ar, onkuntíð fleiri, og tær
eru eitt gjøgnumgangandi
evni í framsýningini hjá
Jógvan Asbjørn Skaale,
sum letir upp í Snarskivuni
hósdagin.
– Eg havi arbeitt við
konufólki alt mítt lív, og eg
gerist neyvan klókari upp
tær nú, sigur Jógvan As-
bjørn Skaale, ið nærkast
teimum seksti, slankur sum
ein unglingi, men við eitt
sindur hergaðum andliti.
Hann situr í atelierinum í
Oyndarfirði.
Hetta
er
Fjallsgarður, ið hevur eina
fortíð sum fjós, seyðahús,
ferðamannaheim og nú ate-
lier hjá listamanninum. Nú
verða kvinnur evnaðar til í
skjótum strokum, bróst og
smalar mjadnar daga fram,
grønt á svørtum og lista-
maðurin hevur sovornan
hug at toyggja tær út. Hann
man vera nakað veikur fyri
høgum kvinnum. Nú datt
eg sjálvur aftur í grøvina at
fáa tað heila at líkjast, og
tað er slett ikki meiningin.
– Eg keypti hetta húsið
frá Fráhaldsrørsluni fyri
nøkrum árum síðan. Í dag
máli eg bara her. Her er øll
útgerðin. Eg havi altíð
droymt um at eiga eitt
ordiligt atelier. Eitt rúm,
har pláss er. Eg havi fyrr
bara málað í kjallarum og
har hevur tað verið soleiðis,
at eg má goyma málningar
burtur, skal eg mála. Her
kann eg hava alt standandi
frammi, og so kann eg
ganga í millum málning-
arnar.
Hevur
Oyndarfjørður
týdning fyri teg sum mál-
ara?
– Ikki sum so, eg siti ikki
uttanfyri og máli. Jú eg fari
út um at fáa mær fríska luft
við einum kaffikoppi, og
har standi eg so og njóti
vakra útsýnið. Men mín
dystur við málningarnar
eru frammanfyri lørriti inni
í atelierinum. Tað hevur
heldur ikki so stóran týdn-
ing fyri meg, hvat ljós
kemur inn í rúmið. Eru
nøkur neonrør tendraði, so
havi eg dagsljós á myrkari
nátt um so skal vera, og
hetta ger meg heilt óbundn-
an av degnum, sigur Jógvan
Asbjørn Skaale.
Tað er rúmliga húsið og
friðurin sum lokkar Jógvan
Asbjørn tann 70 kilometra
langa teinin úr Havn og
norður til Oyndarfjarðar.
Jógvan Asbjørn er havna-
maður við ættarbondum
norðuri á Trøllanesi. Men
hann er fyrst og fremst
havnarmaður, ein býar-
mynd á kondittarínum og í
hitarúminum í svimjihylin-
um. Tó samanhangangdi
málingadagar í Oyndarfirði
seta ferð á málningarnar, ið
eru myndir innan úr Jógvan
Asbjørni niður á lørriti og
út til okkum, og serliga til
tey sum skulu at vitja á
Snarskivuni næstu dagarn-
ar.
Jógvan Asbjørn málar
ikki akkurát sum tað sær út.
Hann málar tað hann sær
inni í sær sjálvum og tað
eru litirnir og spælið mill-
um litirnar sum tað avger-
andi orðið at siga.
– Um eg skuldi avmynd-
að lutir akkurát sum teir
síggja út, so var eg foto-
grafur. Tað eri eg ikki. Eitt
tað ringasta eg veit er at
mála støð, sum fólk biðja
meg um at mála. Eg máli
bygdir, men so skal tað
eisini verða fantasibygdir.
Eg orki ikki at binda meg
til eitt fast motiv, sigur
Jógvan Asbjørn Skaale. Og
tað er ikki tí Jógvan As-
bjørn ikki dugir at fáa tað at
líkjast. Har standa ung-
dómsmyndir
frammi
í
atelerinum. Hetta eru foto-
grafiskt beinraktar myndir
og teknari er Jógvan As-
bjørn tiltikin. Framsýningin
er frá 15-26 apríl.
Tað er mánadagur í stillu-
viku, tað er kalt uttanfyri,
Jógvan Asbjørn fylgir mær
út. Niðanfyri er høgur
bakki og her plagdu oynd-
firðingar fyrr at loysa sær
buksurnar og vit ótangar
kundu finna upp á at tveita
bøkkar niður yvir teir. Søti
roykurin úr fjøruni er burt-
ur í dag og ár eru løgst aftur
at lívið. Hvør segði at
málningar skulu líkjast,
hvør sigur at lívið skal
líkjast?
Jaktar konufólk í málningum
Jógvan
Asbjørn í
atelierinum í
Oyndarfirði
Mynd:
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
C
M
Y
K
19
18