Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mars 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. mars 2013 · Nr. 26 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Tað eru nú nakrir mánaðir síðani, at sendingin úr Keyp­man­na­havn, Ghetto Før­oy­ar, takkaði fyri seg. Men nú eru útisetarnir aft­ ur komnir á breddan við nýggj­ari sending, sum verð­ ur frískari, festligar og eitt sindur frekari. Í sendingini eru Eydna Skaale, Búgvi Øster og Bar­ bara Holm, sum eisini vóru við í Ghetto Føroyum, og aftr­at teimum er komin Gutti Winther, sum kom­ andi tíðina skal vera við til at manna nýggja danska út­ varps­toymið hjá Rás2. Frisørprísir, yvirraskilsi og javnstøða Sendingin verður leygar­ kvøld­ið 9. mars, og sum kunnugt er Kvinnudagur 8. mars. Tað fer at merkja sendingina, og vert­ir­nir ætla sær at taka javn­støðu­ kjakið upp, men á ein øðr­ vísi hátt. - Í sendingini fara vit eitt nú at práta við Anniku Hoy­ dal. Hon var jú ein kontro­ ver­siell kvinna í 70'unum, og hon hevur nógvar tankar um hvussu javnstøðukjakið hev­ur broytt seg frá 70'unum og fram til í dag, sig­ur Barbara Holm. Haraftrat verður eitt pall­borð mannað av ungum úti­set­um við í sendingini, og hesi skulu siga sína hjartans hugs­an um javnstøðu og um menn í hesum javn­støðu­ døg­um. Í Danmark er ein hár­ fríð­ka­n­ar­stova júst stevnd av einari kvinnu, sum heldur tað vera órættvíst, at tað er dýrari at klippa sær sum kvin­na, enn tað er fyri menn. Hár­fríð­kan­ar­ stovurnar verja seg við, at tað tekur longri tíð at klippa kvinn­um enn monnum. Hetta málið kemur skal eisini upp at venda leyg­ar­ kvøld­ið, tá ið Ghetto Kvøld fer av bakkastokki fyri fyrs­ tu ferð. Vertirnir lova eisini, at okkurt yvirraskilsi verður á skránni. Gutti Winther er nýggjur vertur, og hann kann leygarkvøldið vænta sær, at Barbara og Eydna fara at geva honum eina heilt serliga avbjóðing. Eitt event fyri útisetar Ghetto Kvøld verður sent leygarkvøldið 9. mars frá klokkan 20.00 før­oyska tíð og fram til klokk­an 22.00. Send­ing­in verð­ur send eina­ ferð um mán­að­in, og verð­ ur hon send frá ymiskum hølum kring Keyp­manna­ havn. Fyrs­ta send­ing­in verð­ur send úr Oyra­sunds­ næm­inga­heim­i­num, og lat­ ið verður upp fyri, at áhug­ að kunnu koma fram­við og hug­na sær og upp­liva send­ ing­ina. - Vit vilja skapa eitt event fyri føroyskar útisetar, har tey fáa møguleikan at upp­ liva føroyskan tónleik, siga sína hugsan um nøkur evni, og fáa eitt stuttligt kvøld sam­an við okkum, sigur Bar­bara Holm. Sendingin verður send eina­ferð um mánaðin fram til summarfrítíðina, tá ið úti­setar­nir leita sær heim aft­ur til Føroya. eirikur@sosialurin.fo Leygarkvøldið verður fyrsta sendingin í ár úr Keypmannahavn send á Rás2, og hesaferð bjóða útisetarnir til eitt festligt leygarkvøld við eitt nú Eivør Pálsdóttir, Anniku Hoydal, frískum kjaki um javnstøðu og menn og mangt annað Fríkst, frekt og festligt útvarp úr Keyp­ mannahavn Ghetto Kvøld toymi til eina hugnaløtu í fyrireikingartíðini Vertirnir í Ghetto Kvøld á Íslands Bryggju í Keypmannahavn