Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. apríl 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 71 • hósdagur • 15. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Roy Keane tøkur móti føroyingum Írska fótbóltslands- liðið, ið føroyingar skulu dystast við seinni í ár, hevur fing- ið kærkomnan styrk. Liðskiparin hjá enska stórfelagnum Man- chester United, Roy Keane, hevur boðað frá, at hann aftur er tøkur á írska lands- liðnum FÓTBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Uttan iva besti írski leikarin seinnu mongu árini, Roy Keane, valdi undir heims- meistarakappingini í fót- bólti í Japan og Korea á sumri í 2002 at fara úr írska landsliðshópinum eftir ein samanbrest við táverandi venjaran Mick McCarthy. Keane, ið eisini var liðskip- ari hjá Írlandi, var ónøgdur við umstøðurnar og helt írska fótbóltssambandið verða óprofessionelt. Deildar meiningar Longu fyri meiri enn einum ári síðani samráddust nú- verandi venjarin hjá írum, Brian Kerr, Roy Keane sjálvur og venjarin hjá Manchester United, Alex Ferguson, um eitt møguligt come-back, men valdu at bíða eina tíð, millum annað tí at Keane hevði so nógvar skaðar at dragast við. Nú eru teir so komnir ásamt um, at tíðin er búgvin til, at ein av heimsins bestu mið- vallaleikarum kemur aftur á írska landsliðið. At Keane kemur aftur á landsliðið, fer óivað at hava við sær, at nógv kjak verður um avgerðina. Tá ið mið- vallastjørnan segði lands- liðnum farvæl undir HM í 2002, vóru meiningarnar ógvuliga deildar millum írska fólkið. Nógv kallaðu hann ein landasvíkjara, meðan onnur stuðlaðu hon- um. Tað eru tí heldur ikki óvæntað eisini deildar meiningar um, hvat fólk halda um, at Keane nú vendur aftur. Navnframi Frank Stapleton, ið hevur leikt í álopinum á bæði írska landsliðnum og hjá Manchester United, sigur, at tað fer óivað at deila trúgvu áskoðarafjøldina hjá írum í tveir bólkar, men hann leggur afturat, at Keane er ein kærkomin styrkur til írska miðvøllin. Írski landsliðsvenjarin, Bri- an Kerr, er sjálvsagt ovur- fegin um hava Roy Keane við aftur, men tað eru tó nakrir av landsliðsleikarun- um, ið neyvan eru so fegnir. Millum annað hevur fyrrverandi Liverpool- og núverandi Sunderland leik- arin, Jason McAteer, sagt, at hann aldrin fór at fyri- geva Roy Keane, at hann vendi írska landsliðnum bakið. Trupul uppgáva hjá føroyingum Tá ið føroyingar skulu á vøllin á Landsdowne Road í Dublin seinni í ár, er tað ein ógvuliga trupul upp- gáva, ið stendur fyri framman. Írska landsliðið hevur nógvar stjørnur í hópinum, og úrslitini sein- astu mánaðirnar tala fyri seg. Millum annað leiktu teir javnt, 0-0, móti heims- meistarunum úr Brasil í Dublin fyrr í vetur, og seinni hava teir bast kekk- um, ið annars høvdu verið ósigraðir í rættuliga langa tíð. Millum kendastu leikar- arnar í írska landsliðs- hópinum eru, umframt Roy Keane, eisini Damien Duff úr Chelsea, John O'Shea úr Manchester United, Steven Carr og Robbie Keane úr Tottenham, Steve Finnan úr Liverpool og málverjin Shay Given úr Newcastle. Hetta eru øll kend nøvn millum fótbóltsáhugaðar føroyingar, og eingin ivi er um, at tað verður ein upp- living hjá føroyska lands- liðnum at leika móti hesum monnum. Endaligu talvúrslitini frá FM Av misgávum komu endaligu stigatalvur- nar frá FM í talv ikki við í blaðið í gjár, og eru tær tískil at síggja her á síðuni Gunnar Joensen vann eldrabólkin í FM-telving- ini, og hjá unglingunum gjørdist Helgi Dam Ziska føroyameistari. Sum vit hava nevnt fyrr í vikuni, so endaði FM- kappingin í talvi við, at Martin Poulsen aftur í ár er føroyameistari. Tað var tó ikki bara í landsliðsbólkinum, at kapp- ast varð seinastu viku. Fýra aðrir bólkar vóru eisini á skránni, og í øllm fýra førum gjørdist talan um ein greiðan vinnara, so- leiðis at skilja, at tað ikki gjørdist neyðugt við um- dysti fyri at avgera nakað. Í 1. bólki – t.e. bólkurin undir landsliðsbólkinum, gjørdist Finnbjørn Vang vinnari. Hann tapti annars næsta talvið hjá sær, men seinastu sjey umførini fekk hann seks stig, og yvirhál- aði sostatt í seinastu løtu Eyðálv Johannesen, tá hes- in einki fekk burtur úr teimum báðum seinastu umførunum. Í 2. bólki fekk Wenzel Højgaard 6,5 stig burtur úr sínum átta dystum, og hetta var heilt stig meira enn næstu menninir, sum vóru Sigurð B. Justinussen, Jógv- an Joensen, Rani Baldurs- son og Rógvi Mortensen. Unglingameistari í ár gjørdist Helgi Dam Ziska. Hann misti bert hálvt stig alla kappingina, og hetta var ikki fyrr enn í seinasta umfarinum, so gullmerkið varð her tryggjað í góðari tíð. Og hjá eldrabólkinum vann Gunnar Joensen. Hann fekk trý stig fyri síni fýra talv, og tað megnaði eingin av kappingarneytunum. Nummar tvey gjørdust Justinus Hansen og Helgi Joensen, sum fingu hálvt- triðja stig hvør. tn Roy Keane, sum her er avmyndaður í dysti fyri Manchester United móti Aston Villa, verður nú aftur við á írska landsliðnum, sum seinni í ár fær vitjan av føroyska landsliðnum í Dublin Endaliga støðan í FM-kappingini Landsliðsbólkurin 1 Martin Poulsen 6,5 2 Hans Kristian Simonsen 6,0 2 Olaf Berg 6,0 4 IM John Rødgaard 5,5 5 Bogi Ziska 5,0 6 Torkil Nielsen 4,0 6 Carl Eli Nolsøe Samuelsen 4,0 8 Jens Kristian Hansen 3,0 8 Steintór Rasmussen 3,0 10 Rani Nolsøe 2,0 1. bólkur 1 Finnbjørn Vang 7,0 2 Eyðálvur Johannesen 6,5 3 Bernard Thomsen 6,0 4 Jákup á Rógvu Andreasen 5,0 5 Andreas Andreasen 4,5 6 Bernhard Augustinussen 3,5 6 Ingolf Gaard 3,5 6 Jógvan Næs 3,5 9 Samson Højgaard 3,0 10 Andrias Ziska 2,5 2. bólkur 1 Wenzel Højgaard 6,5 2 Sigurð B. Justinussen 5,5 2 Jógvan Joensen 5,5 2 Rani Baldursson 5,5 2 Rógvi Mortensen 5,5 6 Herluf Mortensen 5,0 7 Eyðun Lamhauge 4,5 7 Jón Mikkelsen 4,5 7 Jónfinn Thomsen 4,5 7 Gutti Petersen 4,5 7 Sjúrður Thorsteinsson 4,5 12 Karl louis Johansen 4,0 12 Sonni Nielsen 4,0 12 Heri Christoffersen 4,0 12 Martin Jóanesarson 4,0 12 Jón Magnus Joensen 4,0 17 Jákup Joensen 3,5 17 Petur Hans Hansen 3,5 17 Oddmar Andreasen 3,5 17 Kaj A. Jacobsen 3,5 21 Vagn Heldarskarð 3,0 21 Rógvi Hansen 3,0 21 Bjørn E. Thomsen 3,0 24 Hjalmar Joensen 2,5 25 Heri Thomsen 2,0 26 Oddur Simonsen 0,5 27 Símun Skorastein 0,0 Eldra bólkurin 1 Gunnar Joensen 3,0 2 Justinus Hansen 2,5 2 Helgi Joensen 2,5 4 Jefri Justinussen 1,5 5 Sigurd Joensen 0,5 Unglingar 1 Helgi Dam Ziska 7,5 2 Jón Gregersen 6,5 3 Rógvi Dragaberg 6,0 4 Rógvi Egilstoft Nielsen 5,5 5 Danny Baldursson 5,0 5 Regin Sivertsen 5,0 5 Bogi Hansen 5,0 5 Rú8ni Vørmadal 5,0 5 Andrias Nielsen 5,0 5 Dánjal Petur Jacobsen 5,0 11 Heri Thomsen 4,5 11 Herborg Hansen 4,5 11 Margeir Berg 4,5 11 Arnold Jakobsen 4,5 15 Eilif Arge 4,0 15 Jógvan Juul Olsen 4,0 15 Hjalti T. Jógvansson 4,0 15 Oddur Højgaard 4,0 15 Heiðrikkur Jacobsen 4,0 15 Andrias W. Danielsen 4,0 15 Eli N. Leifsson 4,0 22 Fróði Gregersen 3,5 22 Christoffur Dam 3,5 22 Jón Olsen 3,5 22 Olaf R. Samuelsen 3,5 26 Jaspur Enghamar 3,0 26 Fríða við Streym 3,0 26 Høgni Egilstoft Nielsen 3,0 29 Jógvan Emil Joensen 2,5 29 Dánjal Petur Nielsen 2,5 29 Karl Weihe Viðstein 2,5 32 Hálvdan B. Dalsgarð 2,0 33 Sveinur Bjarkason 1,0 33 Bárður Jónnson Stórá 1,0 Í Býin AUTO AUTO 311234 311234 AUTO -Dag & nátt- Vilt tú bil hýra - ring 311234 Nú fáast eisini Talutíðarkkort BENZIN DIESEL KIOSK -Alt døgnið- AUTO 311234 Føroya Tele Kall Mat- seðilin Hósdagin 15. apríl: Høsnarungabringa Fríggjadagin 16. apríl Kotelettir Leygardagin 17. apríl Oksasteik Mánadagin 19. apríl Gjørda haru Týsdagin 20. apríl Fiskafrikadellir Mikudagin 21. apríl Grýturætt *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 22,00 Maxiburgari ella Búffsandwich 30,00 Matstovan í Hoyvík C M Y K 23 22