Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-04, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. mars 2013síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 4. mars 2013 · Nr. 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nýggj sending á Rás2 Ferðaradio – hvønn fríggjadag millum 10 og 11 við Hera Simonsen Vit tosa um spennandi ferðir og sertúrar, um serlig ferðamál, og vit spæla summarsligan lættan tónleik. Ert tú eygleiðarin við stóra yvirlitinum og leiðarin við røttu eginleikunum? Vilt tú vera við til at mynda leiðsluna á ALS? So ert tú møguliga nýggi leiðarin á Fíggjar- og fyrisitingardeildini á ALS. Deildin umsitur alla roknskaparførslu, gerð av rakstrar- og gjaldførisætlanum, innanhýsis eftirlits skipan, kt-kervið, elektroniska skjala- savnið, fíggjarøkið í Trygdargrunninum og Fasta Gerðarrættinum. Nýggju starvsfólk starvast í løtuni á deildini. Høvuðsuppgávan hjá leiðaranum verður at leiða og skipa dagliga arbeiðið á deildini. Leiðarin skal harumframt gera tilfar og hagtøl til stýrið fyri ALS og í neyvum samstarvi við íløgu umsitarar ansa eftir fíggjarognunum hjá ALS og Trygdargrunninum. Leiðarin myndar leiðsluna á ALS saman við stjóranum og leiðara- num á Tænastudeildini. Starvið er fjølbroytt við stórum avbjóðingum. Tað krevst, at tú hevur hóskandi útbúgving og royndir, umframt hollan kunnleika til føroyska arbeiðsmarknaðin og samfelagsviðurskifti sum heild. Vit leggja dent á, at tú hevur góð samstarvsevni og dugir at ganga á odda í orðum og gerðum. Starvið er lønt eftir BLF-sáttmálanum. Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú væl- komin at skriva til Magna á Deild Olsen, stjóra, á teldupostadressu magni@als.fo ella ringja telefon 349550. Umsóknir saman við lívsrensli og prógvum skulu sendast til magni@als.fo í seinasta lagi mánadagin 18. mars. Leiðari til Fíggjar- og fyrisitingardeildina hjá ALS ALS er skipað sambært løgtingslóg. Tað vóru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum í 1992 tóku stig til at stovna Arbeiðsloysisskipanina, og tað eru tey, sum vara av skipanini. Høvuðsvirksemið hesi fyrstu 20 árini hevur verið at rinda út arbeiðsloysisstuðul umframt at skipa fyri førleikamenning av ymsum sløgum. Trygdargrunnurin var stovnaður í 2011, og endamálið hjá grunninum er við minstuløn og minstaforvinningi at veita fiskimonnum inntøkutrygd. Á ALS og í Trygdargrunni fiskivinnunnar starvast 36 starvsfólk. Tinghúsvegur 14 • Postsmoga 3022 • FO-110 Tórshavn •Tel +298 349 550 • Faks +298 349 551 • T-postur als@als.fo