Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2013síða 2

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mars 2013 · Nr. 27 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Heilsa síðs 6 Ovur­ við­kvom av keis­a­r­ a­skurði Tøkni síða 24-25 Klár, tilreiðar, tak... At målet helliger midlet gongur so mang­an sjón fyri søgn – ikki minst í poli­tikki. Vit skrivaðu herfyri um eitt upp­skot hjá verk­frøð­ing­i­num Frank Han­sen um eina alt­er­n­a­ tiva leið í stað­in fyri at gera tun­n­il und­ir Tanga­fjørð mill­um Havn­ina og Skála­fjørð­in. Spurd­ur um við­ merk­ing vildi lands­stýr­is­mað­ur­in ikki svara. Hann hevði fing­ið til upp­gávu at fremja verk­ætl­an­ina um tunn­il­in und­ir Tanga­firði, og tað helt hann seg til. Hvat er rætt og hvat er skeivt kunnu vit kjak­ast um til tað ó­end­ a­liga. Men stóri trupulleikin í Før­ oy­um er, at vit kjakast als ikki. Vit taka bara avgerðir, sum passa onkr­um best. Vit vístu – kanska held­ur speisk­liga – á, at tað er nógv at gjalda eina mill­iard ­fyri at ein lands­stýr­is­mað­ur og nakr­ir løg­ tings­menn skulu hava styttri veg til Havn­ar. Men við­høvrt tykj­ast grund­gev­ing­ar­nar ikki greið­ari. Í skrivandi løtu viðger fíggj­a­r­ nevnd­in hjá løg­ting­i­num upp­skot­ið um nýggja far­l­eið til Við­ar­eið­is. Nú er kom­ið fram, at Við­ar­eið­is­tunn­ il­in ikki fer at kosta 150 mill­i­ón­ir krón­ur, sum hig­ar­til mett, men 185 mill­i­ón­ir sam­bært nýggj­ari kann­ ing, sum Lands­verk hev­ur gjørt. Men Lands­verk hev­ur eis­ini víst á, at tað ber til at gera eina nóg góða og trygga far­leið til Við­ar­eið­is utt­ an at gera ein tunn­il. Hetta kann ger­ast við at breiðka veg­in og gera hann tví­breyt­að­an. Eis­ini skulu breið­ar trygd­ar­veit­ir ger­ast om­an fyri veg­in, sum taka grót og stein­ ar, sum loypa úr fjall­i­num. Aft­ur at hes­um skulu gerast stórir savn­ing­ ar­brunn­ar, sum svølgja vatn­i­num, skuldi tað hent, at á­in loyp­ir. Vit kenna slík­ar far­leið­ir úr eitt nú Nor­eg, og Lands­verk sig­ur, at hetta fyri ferðslu­trygd­ina er ein nóg góð loysn. Men tað heldur pol­itiska skip­an­ in eft­ir øll­um at døma ikki, og tí vil løg­tingið heldur brúka 109 milliónir krón­ur meira til ein tunn­il, sum eis­ ini kost­ar 1,3 mill­i­ón krón­ur um ár­ið í rakstri. Arbeiðið at tryggja verandi far­ leið kost­ar 76 millónir krónur og burt­ur­úr fæst grót til byrgingina um Har­alds­sund fyri 5-10 milliónir, með­an tunn­il­in kost­ar 185 mill­i­ ónir. Men hvussu ber tað til, at pol­ it­ik­ar­ar púrasta ignorera alt­er­n­a­ t­iv­ar og bí­lig­ari loysnir, tá tær eru eins trygg­ar? Er tað fyri at sleppa at byggja sær sjálvum ein minn­is­ varða, at av­gerð­ir verða tikn­ar í óð­ um verk­um? Avgerðir í óðum verkum Tað er ikki hissini rok, sum nú stendst av ætl­aðu út­ bygg­ing­ini hjá gøt­u­monn­um á Suðuroy, sum hava gjørt oynni ta stóru tæn­astu at byggja eitt nýtt upp­sjóv­ar­ virki á Tvøroyri. Um­framt gamla virkið, so hava tey bygt út – og ætla at byggja enn størri frysti­ goymslu, fyri at kunna økja fram­leiðsl­una. Alt hetta hevur verið al­ mann­a­kunn­ugt leingi. Mynd­ug­leik­ar á stað­num vita tað sjálv­andi, tað hev­ur ver­ið nógv frammi í miðl­u­ num – og boðskaðurin átti eis­ini at verið koman nið­an á Hoy­víks­garð, har lands­ant­ i­kvar­urin húsast við sínum tekn­um. Men tann stóri spurn­ing­ ur­in er, hví ein kæra frá ein­ um tilvildarligum kveru­lanti í Havn skal vekja forn­frøð­ ing­ar­nar í Hoyvík? Lands­ant­ i­kvar­ur­in – stjórin á Søvnum Lands­ins, sum tað nú eitur – hev­ur átalurætt viðvíkjandi frið­aðum bygningum. Tað er tí hansara uppgáva at tryggja, at einki verður gjørt til døm­is á Tvøroyri, sum set­ ir friðaðu bygningarnar hjá T. F Thomas Thomsen A/S í vanda. Men hann skal ikki gera tað, tí at onkur av tilvild hev­ur kært. Hetta átti hann bein­an­veg­in at gjørt fólkini hand­an Varð­an Pel­ag­ic og bý­ráð­ið á Tvør­oyri varug við framm­an­und­an. Við tað at lands­ant­i­k­var­ ur­in ikki hevur gjørt sína skyldu, so endar tað uttan iva við tí – so sum Malla Dam bý­ráðs­lim­ur vísir á – at frið­ ing­ar­mynd­ug­leik­ar­nir gera tí vakra og var­ð­veit­ing­ar­verd­ uga á bryggj­uni á Tvøroyri eina bjarn­a­tæn­astu við at venda fólk­i­num ímóti tí, og tá er onki vunnið. – Spell og sera óheppin ums­ting­ar­lig handfaring! Fornminnissavnið sum ketta úr høvdatrog Nú ein dagin hoyrdist aft­ur í ein­um loftmiðli, at pen­ing­ ur skal »oyr­a­merkj­ast« til á­víst end­a­mál. Fyri nógv­ um ár­um síðan mælti Mál­ nevnd­in við Jóhan Hend­ riki W. Pou­l­sen á odda til at nýta orð­ið »marka« fyri hetta hug­tak í føroyskum. Væl varð tikið undir við tí, men tí­verri spøk­ir danska orð­ið javn­an aftur. At »oyr­a­merkja« hevur støði danska orðinum »øre­mærke«, ið merkir »at for­syne (kreatur) med øre­ mærke,« og navnorðið »øre­ mærke« verður lýst so­leið­is »(ej­er)mærke paa kre­a­turs øre, dan­net ved klip ell. snit i ør­e­lappen, ved paa­ført oli­e­farve olgn.; nu især om en (paa øret anbragt) støbt met­al­knap (med numm­er­ tal).«(Heimild: Ordbog over det danske Sprog). Orð­myndin er so­ statt flutt frá eginligu merk­ing­ini, ið er at skera kenni­merki í oyra á seyði. Hetta eitur í føroyskum »at marka«. Onk­ur­svegna kenn­ist tað tó føroyingum ov lætt­vunnið at nýta okk­ ara egna orð »marka« í hesi merk­ing. Av einihvørji or­ søk stendur danska orðið sterk­ari í huganum. Orð­ingin »oyramerkja« er tí­v­erri at finna á nógv­um heima­síð­um, t.d. »Áðr­enn rík­is­stuðulin varð lagdur í blokk­in, var rík­is­stuð­ul­in oyr­a­merktur til al­manna­ verk­ið, heilsuverkið og skúla­verkið.« – Her skal tað eyðsæð vera »mark­að­ur« í staðin: »Áðr­enn rík­is­stuð­ ul­in varð lagd­ur í blokkin, var rík­is­stuðulin ­mar­kað­ur til al­manna­verk­ið, heils­u­ verk­ið og skúl­a­verk­ið«. Tað ræður um at hava í huga, at eins og seyður verð­ur markaður, so verður pen­ing­ur tað eisini. Marka – oyramerkja Løgið at politikarar ikki viðgera bíligari loysnir í álvara Málráð frá Orðafragd Marjun Arge Simonsen málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum Friðingarmyndugleikin átti fyri langari tíð síðani at havt sagt sína meining um málið á Tvøroyri