Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. mars 2013síða 4

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. mars 2013 · Nr. 27 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Randi Jacobsen Mánadagin 4. februar varð ein mað­ur funnin á gólvinum í hús­um sínum á Toftum. Hann hevði sjálvur ringt 112, og tað vóru sjúkra­ bilafólkini, sum funnu mannin Tá var hann mestsum lív­leys­ur, hevði fingið fleiri skað­ar og varð beinanvegin flutt­ur á Landssjúkrahúsið. Maðurin var einsamallur inni og búði eisini einsa­mall­ ur har. Familjan helt í fyrsta um­fari, at hann mundi vera dott­in, men á Lands­ sjúkra­húsi­num vístu tey á, at heldur var okkurt annað hent, soleiðis sum løstirnir vóru. Skaðarnir vóru so stór­ ir, at teir neyvan kunnu vera komnir bara av einum falli. Onnur síðan á manni­ num var knúst inn, og tí sambandinum var ann­að nýra so illa farið, at neyðugt var at taka tað. Rivja­bein stungu inn í lunga. Bløð­ ing­ar­nar innan vóru so um­fat­andi, at hann fyrsta samdøgirð fekk tríggjar litr­ ar av blóði. Maðurin lá leingi í respira­ tori og raknaði ikki við aftur fyrr enn fyri nøkrum fáum døg­um síðan. Hann minnist einki til, hvat var hent – í hvussu er ikki enn. Málið varð meldað til politi­ið, sum hevur byrgt hú­s­ini av. Tað er gjørt fyri at vísa, at politiið hevur verið í húsu­num . Tað er á sama hátt, sum tá ið ein bilur er far­in útav, at politiið bindur hvítt og reytt band um bilin. Hava avhoyrt fólk Bergleif Brimvík sigur, at enn er ikki talan um nakað mál, men hann váttar, at nakrar av­hoyringar eru gjørdar. - Vit hava ikki nakra hóm­ ing av, hvat kann vera hent. Maðurin kann tað sama vera dott­in, sum at nakar hevur gjørt seg inn á hann, sigur Berg­leif Brimvík. Tann spurningurin er lat­ in einum rættarmedisara at meta um. Hann sigur, at torført er at fáa greiði á, hvat hendi, tí ein­gi vitni eru. Politiiðhevur fingið loyvi at kanna telefonir fyri at fáa at vita, hvønn maðurin hev­ ur samskift við og um hvat. Maðurin er sambært familju­ni spakuliga við at ko­ma fyri seg. Funnin illa viðfarin Politiið er farið at kanna, um ein maður á Toft­ um datt ella varð sligin og tí fekk álvarsligar løst­ir. Maðurin hevur í vikur ligið í respiratori og er nústaðni raknaður við aftur Jón Brian Hvidtfeldt Kúvendingin í einskilj­ing­ar­ ætlan­ini hjá landsstýrinum skal nú vigast av hægsta myndug­leika í partvís al­ menna Atlantsflog. Undan aðalfundinum fríggja­dagin hevur størsti minni­lutaeigari, smá­parta­ felag­ið 07.12.07, lagt fram upp­skot um aðalfundurin skal áleggja nevndini at orða eitt uppskot til við­tøku­broyt­ ing­ar, soleiðis at privatu partaeigararnir fáa framí­hjá­ rætt til vinningsbýti. Framí­ hjá­rætt­urin skal eisini vera gald­andi, um felagið verður av­tik­ið. Nevnda smápartafelag, sum við sínum 5,7 prosentum av partabrøvunum er størsti priv­ati eigari, er myndað av Eyð­finni Jacobsen, advokati. Aftan­fyri smápartafelagið stend­ur bretin Adrian Nosk­ with, sum við sínum felag Tro­nos Limited er virkin í flog­vinn­uni norðanfyri New Found­land í Kanada. - Partabrævið er í dag púra steindeytt. Eingin selir ella keypir og virðið er fallið støð­ugt síðani felagið varð skrá­sett á keypsskálanum. Hetta er so ein roynd at fáa virð­ið upp, sigur Eyðfinnur Jacob­sen. Til aðalfundin hesaferð skjýt­ur nevndin upp at luta út fýra milliónir krónur í vinn­ings­býti. Sambært upp­ skoti­num til aðalfundin skulu privatu eigararnir í fram­tíð­ini fáa framíhjárætt til vinn­ingsbýti. Argumentið Størsti privati partaeigarin vís­ir á, at síðani landskassin fyri góðum fimm árum síða­ ni seldi ein triðing av parta­ brøvunum fyri 90 millión­ir kró­n­ur, er virðið støðugt fall­ ið. Partabrøvini vórðu tá seld fyri kurs 261, í dag er kurs­ur­in 135. Henda støða hev­ur fingið privatar íleggj­ar­ar at aftra seg við at selja, tí ein søla í dag førir við sær eitt tap á meira enn helvtina av íløguni. - Landið hevur meldað út, at tað fer ikki at halda ætlan­ina um at selja seinna trið­ing­in av partabrøvunum. Privatu íleggjararnir mugu tí staðfesta, at teir koma ongan­tíð at eiga meira enn ein triðing av felagnum, sigur Eyð­finnur Jacobsen. Uppsteðgaða einskiljingin av Atlantsflog er av størsta privata eigaranum skýrd sum greitt lyftisbrot. Aftur­ fyri má landið, sum størsti ein­staki eigari, átaka sær ein kostn­að. Argumentið hevur, sa­m­bært Eyðfinni Jacobsen, rót­festi millum allar privatu íleggj­ar­ar­nar: - Ja, tað er mín kensla, at allir privatu partaeigararnir taka undir við hesum upp­ skoti­num, sigur Eyðfinnur Jacob­sen. Endamálið við upp­skoti­ num til viðtøkubroytingar er, sambært advokatinum, at øk­ja um virðið og likviditetin á artabrøuvnum hjá privatu íleggjarunum. - Lítil ivi er um, at áhugin fyri at keypa partabrøvini hjá privatu íleggjarunum fer at økjast munandi, um tey fáa framíhjárætt til vinn­ ings­býti, verður staðfest í upp­skotinum til aðalfundin fríggja­dag­in. FAKTA Atlantsflog varð skrásett á keyps­ skál­a­num í Reykjavík og Keypmannahavn í desember 2007. Vinnu­mála­ráðið eigur fram­veg­is 67 pro­ sent av parta­brøvu­ num í felagnum. Sp/f 07.12.07 eigur 5,7 prosent og er har­við størsti privati eig­ari. Restina av parta­ brøvunum eru býtt mill­ um stívliga 1100 smáar parta­eigarar. Kursurin á Atlants­flog er í dag 135, og marknaðarvirðið er út frá hesum smáar 140 milliónir krónur. Landsstýrið má rætta lyftisbrot Privatu íleggjararnir í Atlantsflog eru somikið vónbrotnir av landsstýrinum, at tey nú krevja framíhjárætt til vinningsbýti