týsdagur 5. mars 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. mars 2013 · Nr. 27
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Arbeiðsloysi er
størsta samfelagsliga
avbjóðingin
– Vit skulu ikki bara gjalda pening út til tey arbeiðsleysu, men í størri
mun kunna okkum um, hvør tørvurin er hjá arbeiðsgevarunum kring landið.
Tað sigur nýggi stjórin í ALS, Magni á Deild Olsen
Rannvá G. Fossaberg
Tá Magni á Deild Olsen mána
dagin setti seg í stjórasessin
í Arbeiðsloysisskipanini, var
tað hjá einum stovni, ið hevur
80 milliónir í halli. Um søkk
andi ALS-skútan ikki verður
vend, blívur kassin tómur,
áðrenn fýra ár eru liðin.
– Tað er eingin ivi um, at
tann
størsta
avbjóðingin
hjá mær sum stjóri er at fáa
búskapin hjá stovninum at
hanga saman. Tað kann ger
ast upp á ymsar mátar, men
fyrst og fremst skal tað ger
ast á ein hátt, sum hevur eina
ávirkan rættiliga skjótt. Ein
máti er at hækka inngjaldið,
men tað er ikki óhugsandi,
at neyðugt verður at hyggja
at útgjaldsviðurskiftunum
eisini, sigur Magni á Deild
Olsen.
Í meðal fær ein arbeiðs
leysur persónur 12.000 krón
ur um mánaðin.
– Útgjaldið er ikki høgt í
mun til livikostnaðin í Føroy
um, og hjá fleiri er útgjaldið
ov lágt. Líka mikið, hvussu
vit gera við útgjaldið, nú tá
tað skal sparast, skal tað altíð
vera soleiðis, at tað skal loysa
seg at arbeiða. Soleiðis skal
skipanin verða sett saman.
Kostnaðar
mikið at reka
Rakstrarkostnaðurin av ALS
er 20 milliónir, men illa ber til
at gera sparingar á tí økinum,
heldur nýggi stjórin.
– Við tí virkseminum, sum
vit hava á ALS í løtuni, kostar
tað áleið 20 mió. krónur at
reka stovnin, og hóast vit
longu hava framt ymsar
sparingar í sambandi við
rakstrinum av stovninum,
verður tað torført at fáa
fleiri pengar til vega á tann
hátt, heldur Magni á Deild
Olsen og heldur fram:
– Vit hava longu gjørt
broytingar í teimum ymsu
mannagongdunum, og við at
hava fingið sjálvavgreiðsluna
hava vit eisini spart upp á
útreiðslurnar. Eg haldi ikki,
at ALS er dýrari at reka enn
aðrir stovnar, sum mann
kann samanbera okkum við,
sigur Magni á Deild Olsen.
Í løtuni eru umleið 1400
fólk í landinum arbeiðsleys.
Skal raksturin av ALS hanga
saman, skal hetta talið niður
í eina helvt.
– Kreppan í Europa, sum
byrjaði í 2008, rakar avgjørt
eisini okkum og hevur stóra
ávirkan
á
skapanina
av
nýggjum arbeiðsplássum. Tí
er avmarkað, hvussu nógv ar
beiði er til øll tey 1400 fólkini,
sum í løtuni eru arbeiðsleys.
Tí er tað mest realistiska at
gera broytingar í inngjaldi og
útgjaldi, um vit skulu sleppa
av við tær 80 milliónirnar,
sum vit hava í halli, men
eisini tað eru eisini onnur
amboð at minka um hallið,
greiðir Magni á Deild Olsen
frá.
Mugu hugsa øðrvísi
Hóast størsta avbjóðingin
fyri nýggja ALS-stjóran er at
fáa búskapin hjá stovninum
at hanga saman, leggur hann
dent á, at ALS á ongan hátt
skal gloyma tey fólkini, sum
eru í skipanini.
– Ja, broytingar og spar
ingar mugu fara fram, men
vit mugu ikki av tí orsøk
gloyma leiklutin hjá ALS og
tey fólkini, sum eru í skipan
ini, sigur Magni á Deild Olsen
og vísir á, at tá arbeiði ikki
eru tøk til øll, sum eru í ALS,
er neyðugt at hugsa øðrvísi.
– Vit skulu broyta kon
septið. Vit skulu ikki bara
gjalda pening út til tey
arbeiðsleysu, men í størri
mun kunna okkum um,
hvør tørvurin er hjá ar
beiðsgevarunum kring land
ið. Á henda hátt kunnu vit
virka fyri, at fólk við røttum
førleikum eru tøk, tá arbeiðs
gevarar hava tørv á teimum,
sigur Magni á Deild Olsen.
Av somu orsøk fer ALS at
seta enn meira fokus sett á
førleikamenning.
– Ein av stóru avbjóðing
unum er, at fleiri av teimum
arbeiðsleysu eru tilkomin
fólk
við
starvsroyndum,
men ikki formligum útbúgv
ingum. Í dag er ein hægri
útbúgving nógva staðni ein
fyritreyt, og tískil kunnu ar
beiðsmøguleikarnir hjá hes
um fólkunum vera avmark
aðir, fortelur Magni á Deild
Olsen og heldur fram:
– Tí skulu vit hjálpa hes
um fólkunum at fáa teir
førleikarnar, sum arbeiðs
gevararnir spyrja eftir, sigur
Magni á Deild Olsen og nevn
ir telduskeið og 10. flokk sum
dømi.
Fyri hann er tað týdningar
mikið, at aktiveringin, sum
ALS skipar fyri, peikar sama
veg, sum tørvurin hjá ar
beiðsgevarunum.
– Harumframt er umráð
andi, at aktiveringin tekur
støði í evnunum og ynskj
unum hjá tí einstaka, og at
tey sleppa at menna teirra
fakligu og sosialu førleikar,
at tey uppliva nakað og
kenna seg sum partur av
samfelagnum.
Sum
dømi
kann eg nevna verkætlanina
við Vakstrarhúsinum í Sanda
vági, sum hevur víst seg at
riggað væl. Men aðrar verk
ætlanir eru eisini ávegis.
Tekur við avbjóðingini
Tá Magni á Deild Olsen søkti
stjórastarvið í ALS, hevði
hann frammanundan virk
að sum fíggjarleiðari á stovn
inum í hálvttriðja ár. Júst
hetta heldur hann kemur
sær til fyrimuns, nú hann er
stjóri.
– Eingin kennir skipanina
betri enn leiðslan. Eg kenni
stovnin, umhvørvið og eisini
ta stóru avbjóðingina, sum
hetta starvið hevur við sær,
sigur Magni á Deild Olsen, og
slær fast, at arbeiðsloysi er
kanska størsta samfelagsliga
avbjóðingin í løtuni, og hana
lyftir ALS ikki einsamalt. Tí
er umráðandi, við góðum
samstarvi.
Hann dylur ikki fyri, at
alt rokið, sum stóðst av frá
faringaravtaluni hjá undan
farna stjóra, ávirkaði hann
og restina av starvsfólk
unum hjá ALS. Men hóast
tætta sambandið við fyrr
verandi stjóran, var hann
ongantíð í iva um at søkja
stjórastarvið.
– Sjálvandi ávirkar tað
okkum øll, tá stovnurin fær
negativa umtalu, men í hes
um føri føldi eg ikki, at eg var
partur av rokinum. Orsøkin
til at eg søkti starvið er tann,
at mær dámar væl at hava
ávirkan, har eg eri, og at eg
kann gera mun, sigur Magni
á Deild Olsen, sum tó eisini
viðgongur, at uppgávan at
fáa stovnin at virka optimalt
og samstundis fáa búskapin
at hanga saman, er ein torfør
uppgáva.
– Útlini eru kanska ikki
bestu, men vónirnar eru
góðar. ALS er ein týdningar
mikil stovnur, og mín drív
megi er at ávirka gongdina
rætta vegin.
rannva@sosialurin.fo